Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 Oyggjaleikir í my Varaforsetin hjá ÍSF, Petur Elias Petersen, var gestur í studio hjá Rás2 týsmorgunin Mynd: Álvur Haraldsen Fyrsta heiðursmerkið, sum Føroyar vunnu á Oyggjaleikunum í ár, vann Skarpheðin Njálsson, tá hann vann silvur í vektbólkinum +100 hjá monnum í Judo Mynd: Álvur Haraldsen Bogaskjóting er ein av drúgvaru kappingargreinunum. Allan mánadagin varð skotið á longru teinunum, og í dag fæst so at vita, hvussu samlaða úrtøkan er í einstaklingakappingini Mynd: Álvur Haraldsen Skjóting er hampuliga nýggj grein í oyggjaleikahøpi, men eingin ivi er um, at hetta er ein kærkomin avbjóðing, sum føroysku skjúttarnir fegnast um Mynd: Álvur Haraldsen Lagnan var hørð við Gutta Harryson, sum mátti berast av gólvinum, tá hann keikti sær fótin Mynd: Álvur Haraldsen Van Persie stílar høgt Robin Van Persie úr Arsenal ætlar sær nú at verða heimsins besti fótbóltsspælari. Tað sigur hann í samrøðu við Sportinglife. – Eg eri ikki í samráðingum við onnur feløg. Eg vil verða tann besti í heiminum. Mín yrkisleið verður bara ein succes, um eg fái heiðurin, staðfestir Robin Van Persie, sum fyri trimum árum síðan skifti til Arsenal úr Feyenoord. Gudjohnsen liðugur í Barcelona Eidur Gudjohnsen spælur eftir øllum at døma ikki í Barcelona í komandi kappingarári. 30 ára gamli íslendingurin hevur fingið boðini frá leiðsluni í felagnum, at hann ikki er ynsktur hjá nýkosna spanska meistarafelagnum. – Gudjohnsen heldur ikki fram, og framtíðin er óviss. Hann hevur fleiri møguleikar, og Aston Villa, Fulham og Everton hava millum annað sýnt honum áhuga, sigur Arnor Gudjohnsen, sum er pápi og leikaraumboðsmaður hjá Eidur Gudjohnsen.