Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 11 yndum Ein ovurfegin Súsanna Skylv Sørensen eftir at hava vunnið silvur á 10.000 metra teininum Mynd: Sofus Debes Johannesen Føroysku svimjigenturnar hava eina sera stóra breidd. Fyrsta stafettin var á skránni mánadagin, og her var eingin ivi um, hvør átti besta liðið í 4X50 metra blandaðari svimjing Mynd: Álvur Haraldsen ón Bjarnason hevði 39 ára føðingardag, tá skjøtul varð settur á svimjikappingina mánadagin. Pál Joensen bað venjaranum tillukkum, men harmaðist samstundis, at hann ikki fekk givið honum fleiri gullmerki í føðingardagsgávu. Men tað helt venjarin nú vera í lagi, treytað av at fleiri gull verða vunnin komandi dagarnar Mynd: Álvur Haraldsen Ongan tíð áður hava Føroyar vunnið heiðursmerki í liðkappingini í badminton. Og so var sjálvsagt, at fagnaðurin var øgiligur, tá seinasti bólturin varð sligin í finaluni móti Grønlandi Mynd: Álvur Haraldsen Føroysku íðkararnir verða stuðlaðir av áskoðarum, sum ikki eru heilt so fáir í tali her á Álandi. Hesa myndina tók myndamaðurin til flogbóltsdystin hjá føroysku kvinnunum móti Grønlandi Mynd: Álvur Haraldsen Jógvan Arge í rásarúminum í svimjihøllini, ið liggur nærhendis Godby. Viðmerkjari er Rúni Gaardbo, sum nógv eisini munnu kenna sum fótbóltsdómara Mynd: Álvur Haraldsen Liverpool er til reiðar Liverpool Legends, sum spæla á Tórsvølli leygardagin, vitjaði í gjárskvøldi hjá norska felagnum Grane. Úrslitið gjørdist 4-2 til Liverpool Legends. John Wark stóð fyri tveimum av málunum hjá onglendingunum, og Phil Babb og Willy Rose skutu hvør sítt. Tískil er sjálvsálitið í lagi, nú ferðalagið vendir nøsini móti Føroyum og Tórsvølli, har fyrrverandi føroyskir landsliðsleikarar bíða teimum. Johnson verður ikki við David Johnson verður ikki á vøllinum, tá Liverpool Legends vitjar á Tórsvølli leygardagin. Hann fekk ein álvarsaman skaða undir dystinum móti Grane í gjár, og verður ikki tøkur til vikuskiftið. 58 ára gamli Johnson var fluttur á skaðastovuna alt fyri eitt, men tað er framvegis ikki staðfest, hvussu álvarsamur skaðin er. David Johnson skuldi verða partur av venjaratoyminum á Liverpool fótbóltsskúlanum, sum verður í Gundadali frá mikudegnum til fríggjadagin.