Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 Flogbóltskvinnurnar fingu óvæntað harða mótstøðu frá Grønlandi, sum bæði í øðrum og triðja setti var langt á odda. Men við einum ótrúligum stríðs­ anda og góðum morali eydnaðist Føroyum kortini at vinna 3-0 einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Skal ein hvøkkur koma, er helst best, at hann kemur so tíðliga sum gjørligt. Og soleiðis mundu eisini før­oysku flogbóltskvinnurnar kenna tað í gjár, tá tær veruliga fingu ein hvøkk av grønlendsku kvinnunum, ið stríddust sera væl og fingu bitið frá sær, áðrenn føroyski sigurin fekst til høldar. Longu í fyrsta setti sást, at hetta kundi gerast ein tungur og torførur dystur, tí hóast Føroyar vóru á odda so at siga allan vegin, megnaði Grøn­land at hanga væl í og fylgja Før­oyum heilt til dyrnar, áðrenn settið varð vunnið 25-23. Nú var fyrsta ávaringin í veru­ leika­num givin, men grønlendsku kvinn­ur­nar ætlaðu ikki at gevast á hond­um. Kanska stríddust tær serliga nógv, tí tær í sínum fyrsta dysti taptu fyrsta settið tepurt og síðani fóru niður við nakkanum. Í øðrum setti gekk javnt á at byrja við, men so tók Grønland leiðsluna og fór heilt upp á 15-8. Tá var tað, at før­oyski stríðsviljin og moralurin slapp at standa sína roynd. Birita Joen­sen hevði eina góða røð av serv­um, so Føroyar komu upp á 15-15, og tað gjørdi avgerandi munin, tí nú kundu vit taka okkum framum og eisini vinna settið 25-21. Men heldur ikki hetta knekkaði grønlendsku kvinnurnar, ið fram­ vegis høvdu hug at bjóða av og stríð­ast fyri hvørjum stigi, tær kundu vinna. Tað gjørdist tí skjótt um eina endurtøku av øðrum setti, tí brátt var Grønland á odda 16-9. Men so kom vendin í, ið eisini avgjørdi dyst­in. Føroyska spælið gjørdist tryggari og betri, og serliga tóku teir royndu spælararnir um endan og gingu undan. Helen á Lakjuni helt høvdið kalt og hevði eini tvey stiggevandi lobb, og tað sama Hjørdis Johannes­sen, tá hon við einum lobbi tryggjaði næstsíðsta stigið, áðrenn Helen við einum reinum serviessi vann Føroyum settið og dystin. Triðja sett endaði 25-23, og Føroyar vunnu 3-0, men einki er at ivast í, at føroysku kvinnurnar nú hava fingið nakað at hugsa um, tí í komandi dystum kann ikki roknast við øðrum enn uppaftur harðari mót­støðu. Ferguson er tápuligur Carlos Tevez er ikki sáttmálabundin í Manchester United. Avtalan er frá í dag av ikki galdandi longur, og tískil kann framherjin skifta felag. Og hann nýtir høvi til at niðurgera sín venjara seinastu árini, Alex Ferguson. – Tú kann ikki kjakast við hann. Tað er sum um, at hann er forseti í Onglandi. Tað er ógjørligt. Hann er tápuliga ofta. Tað var eitt mistak, at eg byrjaði í beinkinum í Champions League finaluni móti Barcelona. Tað er einasta finalan, sum vit hava tapt, meðan eg havi verið her, sigur Carlos Tevez við The Guardian. City fer at bjóða av Manchester United, Liverpool, Chelsea og Arsenal hava seinastu mongu árini stríðst um heiðursmerkini í ensku Premier League. Men nú metir Fernando Torres, at Manchester City av álvara fer at gera seg galdandi. – Manchester City hevur farið undir eina stóra og áhugaverda verkætlan. Teir fara at bjóða av í stríðnum um heiðursmerki, sigur Fernando Torres, framherji hjá Liverpool. Anja Danielsen og Birita Joensen manna blokkin frammi við netið í dystinum ímóti Grønlandi Mynd: Álvur Haraldsen Eftir fyrsta settið ímóti Got­ landi, ið gjørdist langt og drúgt, men endaði við tapi, mistu flogbóltsmenninir fullkomuliga pippið og komu ongantíð fyri seg aft­ ur í dystinum einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Sunnukvøldið sótu føroysku menninir og hugdu at dystinum millum Áland og Gotland, sum Áland vann sannførandi 3-0. Og við tí vána innsatsi, Gotland vísti har, mundi lítið vera at ivast í, at okkara menn væntaðu at vinna í gjár á júst Gotlandi. Men tað skuldi vísa seg at gangast heilt øðrvísi, tí Gotland veruliga reistist og megnaði til fulnar at lúra føroyska spælið av. Nógvir á gotlendska liðnum eru royndir og gamlir og garði, og tað var kanska júst tann stóri munurin á liðunum í gjár. Føroyar fingu eina góða byrjan og vóru eitt skifti frammanfyri 19-13, men so fór Gotland at gera um seg og át seg spakuliga inn á føroyska liðið. Talan gjørdist um eitt sera drúgt fyrsta sett, har Føroyar høvdu ikki færri enn fýra settbóltar, men kortini taptu 28-30. Tað skuldi vísa seg, at hetta bakkastið var ov nógv fyri føroyska liðið, sum mátti lúta fyri gotlendsku rutinuni. Tey bæði seinnu settini vóru okkara menn ongantíð í nánd av at gera nakað við Gotland, sum sera trygt stýrdi dystinum líka til endan og vann tey bæði seinnu setttini 25-15 og 25-17. Slík úrslit eru í veruleikanum avsmurningur í flogbólti, og soleiðis sá tað eisini út á vøllinum, har tað sjálvt ikki við góðum servum eydnaðist at trýsta Gotland nóg mikið. Og hóast móttøkurnar á føroyska liðnum vóru heilt góðar, fekst ongantíð gongd á álopsspælið, og so var fyrsti ósigurin hjá monnunum ein veruleiki. Moralurin munurin Menn: Føroyar-Gotland 0-3 (28-30, 15-25, 17-25) Kvinnur: Føroyar-Grønland 3-0 (25-23, 25-21, 25-23) Fakta Hildu høvdið kalt Spælarin, ið fekk avgerandi leiklutin, tá ein avgerð skuldi finnast í dystinum ímóti Grønlandi, mundi vera Helen á Lakjuni, ið var ein av teimum royndu, ið gekk undan, tá tað ráddi um at venda spælinum og fáa sigurin í posan. – Eg helt ikki, at vit vóru illa fyri, tí sjálvt um vit vóru aftanfyri, so vistu vit, at vit kundu halda høvdu kalt og venda dystinum, segði hon eftir dystin, tá hon samstundis ásannaði, at tað kanska ikki var so galið við einari útpurring so tíðliga í kappingini. – Vit fingu nógv betri mótstøðu frá Grønlandi, enn vit fingu í fyrsta dystinum ímóti Jersey, og so hvørt sum kappingin líður, kunnu vit bara rokna við uppaftur harðari mótstøðu. Men tað vóru okkara feilir, sum góvu teimum møguleika at koma inn í dystin, so tí mugu vit læra av. Sólvá Dimon, sum síðstu mánaðirnar hevur spælt í bestu svensku deildini og helst fer at spæla í tí bestu deildini í Danmark, har hon hevur fingið fyrispurning frá Brøndby, helt, at mótstøðan frá Grønlandi var harðari, enn føroysku kvinnurnar høvdu væntað. – Trupulleikin hjá okkum var, at konsentratiónin dalaði, men vit fingu reist okkum aftur, og tað gjørdi munin. Nú vita vit veruliga, hvat krevst av okkum, tí hetta verður bara harðari og harðari, segði Sólvá Dimon. Fyrsta settið oyðilegði alt Ongantíð í gongd – Fyrsta settið var avgerandi fyri okkum, tí tá høvdu vit fýra settbóltar, men fingu tað ikki at rigga kortini. Og so mistu vit bara alt spælið restina av dystinum, segði landsliðsvenjarin hjá flogbóltsmonnunum, Fridolin Bic. – Men vit hava nógvar nýggjar spælarar á liðnum, og hetta er ein av teimum dystunum, har rutinan kundi borið okkum ígjøgnum, men hana hava vit bara ikki. Vit spældu frá byrjan, sum vit skuldu, men síðani gjørdist tað ov stressað hjá okkum. Suni Juul Pedersen var heldur ikki eftir dystin nøgdur við innsatsin: – Hetta var ikki gott. Vit fóru eitt sindur niður við høvdinum, tí vit vóru jú á odda 16-9 og spældu væl, men allíkavæl komu gotlendingarnir spakuliga inn í dystin. Tað koyrdi bara ikki hjá okkum, segði hann. – Vit høvdu góðar móttøkur allan dystin, men tordu bara ikki nóg væl at sláa. Hinvegin spældi Gotland øgiliga væl og gjørdi ikki so nógvar býttar feilir. hil