Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 13 Seks gjørdust til tvey Tað eydnaðist ikki Pál Joensen at vinna tey seks gullmerkini. Men fyrsti dagurin í svimjihøllini var ein fínur dagur, har føroyska liðið vann 11 heiðursmerki í 10 finalum Tað togaði heilt nógv í samlaða heiðursmerkjabýtið, tá svimji­finalurnar komu á Oyggjaleika­skránna mánadagin. Krøvini til føroysku svimjararnar eru sett hægri nú, enn tey áður hava verið, og við 10 av 11 finalu­plássum mánadagin stóð eisini greitt, at talan er um krútsterkt landslið Størsta navnið í føroyska hópin­um er sjálvandi Pál Joensen, sum umframt stafettina eisini tók lut í fimm øðrum finalum. Undan hesum hevði hann sagt, at hann sjálvandi fór eftir gullinum í teimum øllum. Men hóast hetta ikki eydnaðist, so var talan í fleiri førum um tíðir, sum vóru bæði persónlig og føroysk met á ymsu teinunum. Og mest sum óhugnaliga styrkin kom so ruddi­liga til sjóndar, tá hann púrasta róligur kom á málið, eftir at hava knúst alla mótstøðu í 1500 metra kappingini. Katarina S. Lamhauge vann sítt fyrsta Oyl-gull í 50 metra bringu­svimjing, og so var tað hugagott at síggja, hvussu sterkar føroysku stafettirnar vóru. Ikki minst á manssíðuni, har okkara menn ikki vóru favorittar, men har munurin niður til næsta liðið kortini gjørdist heilt stórur. mørk Føroyska mansstafettin vísti seg frá síni sterkastu síðu, tá allir fýra svumu upp til sítt allarbesta í 50 metra blandaðari svimjing Mangulin upp á ein føroyskan bringusvimjara gjørdi tað neyðugt, at nakrir av okkara svimjarum í blandaðu stafettini máttu stilla upp í eini grein, sum ikki var teirra besta. Tí noyddist Pál Joensen at svimja bringu, meðan Andrass Thomsen svam firvald, umframt at Kári J. á Høvdanum og Pauli Ø. Mohr høvdu sínar sergreinar í rygg og í frí. Men tað gekk nú mikið væl. Kári hevði annars svomið seg til silvur í 50 metra frí, men tá fyrsti fjórðingurin av stafettini var farin aftur um bak, vóru Føroyar á odda. Og munurin aftur til restina bara øktist, so hvørt sum longdirnar vórðu lagdar aftur um bak. Somikið nógv, at tá Pauli Øssurson Mohr leyp avstað, skuldi hann bert hugsa um ikki at tjóvstarta, men við ferðini, sum hann hevði um seinasta teinin, mundu mótstøðumenninir ikki kenna seg alt ov tryggar kortini. - Eg haldi eg visti av, at gullið var heima, áðrenn eg fór útí. Í øllum førum, um eingin tjóvstartur var dømdur móti okkum. Og tit svumu allir upp til tykkara allarbesta? - Tað gjørdu vit heilt sikkurt. Gott nokk er talan flúgvandi start, men leggur tú tað hálva sekundið afturat, sum hesin gevur, so svumu vit allir einar tríggjar-fýra tíggjundapartar undir okkara bestu tíð. Og hendan byrjanin upp á svimjidagarnar er væl nakað, sum kann kickstarta tykkum? - Heilt avgjørt. Hetta var so tann fyrsta av stafettunum, og nú haldi eg bara, at vit fara eftir gullinum í øllum, segði Pauli Øssurson Mohr. Katarina tók øll á bóli Katarina S. Lamhauge svam seg beina leið til gullmerkið í 50 metra bringusvimjing á fyrsta kappingardegnum Tað var ein ovurfegin Katarina Lamhauge, sum eftir finaluna kom yvir til Jógvan Arge at gera sínar viðmerkingar til Rás2. - Tað var sjálvandi málið, at eg skuldi vinna gull, og tað er ein deilig kensla, nú eg havi rokkið hesum. Og var hetta strævið? - Ja, tað var tað. Tað er altíð strævið, tá tú svimur max, sum tú gert á 50 metrum. Og hetta gullmerkið. Var tað kanska nóg mikið í sjálvum sær til at ferðin er heima? - Nei. Enn havi eg 100 og 200 metra bringu eftir, og tær kappingarnar eru so týs- og mikudagin. mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Hølvaðu alt av Føroyska mansstafettin í 4X50 metra blandaðari svimjing hølvaði alla mótstøðu ígjøgnum Mynd: Álvur Haraldsen 1500 frí menn: Pál Joensen 15:44.68, gull og oyggjaleikamet 400 frí kvinnur: Eingin føroysk luttøka 200 firvald menn: Pál Joensen 2:05.8, bronsa og føroyskt met 100 firvald kvinnur: Bjørg Seloy 1:04.88, silvur og føroyskt met 100 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar 1:07.57, bronsa 100 bringa menn: Pál Joensen 1:05.50, bronsa og føroyskt met 50 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge 34.49, gull og føroyskt met 50 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen 34.94, nr 4 50 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 26.25, silvur 200 frí kvinnur: Mona Simonsen 2:05.91, bronsa 200 blandað menn: Pál Joensen 2:04.41, silvur og føroyskt met 4x50 frí kvinnur: SSF 1:47.19, gull, føroyskt met og oyggjaleikamet liðið: Shaila millum Garðarnar, Guðrun Holm Jacobsen, Poula Øssursdóttir Mohr og Mona Simonsen 4x50 blandað menn: SSF 1:44.77, gull, føroyskt met og oyggja­leikamet Liðið: Kári J. á Høvdanum, Pál Joensen, Pauli Øssursson Mohr og Andrass Thomsen FAKTA Katarina S. Lamhauge varð sjálvandi drigin yvir í Rásarúmið alt fyri eitt, sum hon var komin úr hylinum Mynd: Álvur Haraldsen Stoichkov fer til Afrika Hristo Stoichkov varð í gjárskvøldið kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá Mamelodi Sundowns úr suðurafrika. Fyrrverandi Barcelona- framherjin hevur áður staðið á odda fyri Bulgaria, har hann er ættaður, og spanska Celta Vigo. Stoichkov fer sítt gjøgnumbrot sum málslúkari hjá Barcelona í nítiárunum. Sonurin gjørdi Aurelio skaddan Liverpool fyrireikar seg í hesum døgum til komandi kappingarár. Men tað er uttan vongverjan Fabio Aurelio, sum helst skal skurðviðgerast í komandi mánað. Daily Express skrivar, at brasiliumaðurin hevur fingið álvarsaman skaða í knæið. Skaðin kom, tá Aurelio spældi fótbólt saman við soninum um vikuskiftið.