týsdagur 30. juni 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tað gekk, sum roknast kundi við í
borðtenniskappingini hjá føroyska
landsliðnum.
Fyrsti dysturin í kappingini, sum
var móti Grønlandi, var tann
avgerandi fyri vónirnar um at spæla
hálvfinalu. Vónin var, at Føroyar
kundu fáa hjálp frá Isle of Man, men
hetta hendi ikki, og so skal føroyska
liðið til at spæla um plássini millum
fimm og átta.
Stór framgongd
Men talan er avgjørt ikki um nakað
vónbrot fyri føroyska liðið. Talan
hevur verið um eitt ættarliðsskifti,
sum millum annað hevur viðført, at
elsti spælarin á liðnum í dag er bara
20 ára gamli Ragnar Egilsson.
Og verður so sammett við 10.
plássið, sum føroyska liðið fekk á
Rhodos fyri tveimum árum síðani,
meðan Kjartan Eli Hentze framvegis
var á liðnum, so er eingin sum helst
ivi um, at talan er um risa framstig,
sum føroysku spælararnir hava
gjørt seinnu árini.
- Talan er kanska um vantandi
royndir, tí spælararnir eru ikki nóg
úti í sterkum altjóða kappingum.
Men tað er eingin ivi um, at hetta er
framtíðin hjá okkum, og liðið hevur
staðið seg avbera væl, sigur Petur
Niclassen, sum ikki longur er aktivur
innan fyri bandarnar, sum umgyrða
borðtennisvøllin.
- Hesa ferð spæla vit so um
plássini millum fimm og átta.
Spælarar sum Ragner Egilsson og
Fróði Fríðason Jensen hava veruliga
traðkað í karakter, og hini hava
eisini spælt væl,
Og vit síggja eisini, at nú standa
vit okkum sera væl í bæði kvinnu-
og mixdouble?
- Ja. Har vóru tað sera smáir
marginalar, sum feldu okkum móti
Grønlandi. Men soleiðis er tað í
borðtennis. Tveir bóltar kunnu
avgera alt.
Tveir bóltar og tvey ár afturat.
Tosa vit so um heiðursmerki?
- Ja, hvør veit. Við hesum liðnum
og tí, sum tey kunnu náa, so er heilt
víst møguleiki fyri, at vit næstu ferð
kunnu standa okkum enn betur,
segði Petur Niclassen.
Borðtennisúrslitini
Grønland-Føroyar
4-3
Føroyar-Rhodos
7-0
Guernsey-Føroyar
7-0
Føroyar-Isle of Man
7-0
Føroyar-Hetland
6-1
FAKTA
Nú tveir dagar av Oyggjaleikunum 2009 eru lagdir aftur um bak, eru
Føroyar á odda í samlaða heiðursmerkjabýtinum.
Gullið, sum badminton-liðið vann í gjár, var tað sjeynda hjá okkum á
leikunum higartil. Hini seks gullmerkini, sum Føroyar hava vunnið, eru,
Búgvi Poulsen og Skarpheðin Njálsson í judo og so tey fýra gullmerkini,
sum vórðu fingin til høldar í svimjihylinum í gjár. Her vunnu Pál
Joensen, Katarina S. Lamhauge og tær báðar stafettirnar í 4X50 metra
blandaðari svimjing.
Heiðursmerkjabýtið
Land
gull
silvur
bronsa
1
Føroyar
7
7
9
2
Áland
6
5
7
3
Gotland
5
3
3
4
Jersey
4
7
3
5
Isle of Man
4
6
5
6
Guernsey
4
4
6
7
Cayman
3
3
1
8
Rhodos
3
2
2
9
Isle of Wight
3
1
2
10
Saaremaa
2
3
3
Føroyar á odda
Føroysku skjúttarnir hingu væl við,
men tað rakk ikki til heiðursmerki í
liðkappingini í skeet.
Magni Dam og Jóannis Joensen
mannaðu føroyska liðið, og frá
byrjan løgdu teir seg í hølunum á
Álandi, Isle of Man, Hetlandi og
Cayman.
Tað eydnaðist tó ongan tíð at raka
røttu runduna, sum kundi togað
okkum upp á heiðursmerki, og tá
eingin av hinum hevði hug at taka
eina vánaliga rundu, vaks munurin
frá okkara monnum og upp til
heiðursmerkini.
Endaliga úrslitið gjørdist, at
føroysku menninir skutu 163
dúgvur. Áland vann kappingina við
180 stigum. Isle of Man vann silvur,
meðan Hetland og Cayman bæði
endaðu á 170 dúgvum.
-mørk
Heiðursmerki um tvey ár
Hóast tapið móti Grønlandi kostaði dýrt,
so er eingin ivi um, at føroyska borð
tennislandsliðið hevur eina bjarta framtíð
Mynd: Álvur Haraldsen
Beint uttan fyri
heiðursmerki
Bert 20 ára gamli Ragnar Egilsson er veteranurin á føroyska borðtennislandsliðnum,
sum hóast frágongd av sterkasta profilinum var sera nær heiðursmerkjum í
liðkappingini
Backe varð vístur aftur
Sviin Hans Backe verður ikki høvuðsvenjari í enskum felagi á
hesum sinni. Hann er seinasti vikuna settur í samband við
venjarastarvið í West Bromvich Albion, men í gjár varð greitt,
at hann ikki fær starvið. Backe stóð frá 1998 til 2000 á odda fyri
AaB, og frá 2001 til 2005 var hann høvuðsvenjari hjá FC
Keypmannahavn.
Kaká er ein frálík vøra
Tað er framvegis ikki greitt, hvat nummar Kaká skal hava
á rygginum í síni komandi tíð í Real Madrid. Men hóast
tað, so aftra fjeppararnir seg ikki við at keypa
troyggjurnar við navninum hjá brasiliumanninum á
rygginum. Spanska blaðið Marca skrivar í dag, at felagið
longu hevur selt fleiri enn 2000 troyggjur, har bara
navnið hjá Kaká er á rygginum.