týsdagur 30. juni 2009síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 122 - 30. juni 2009
Tað hevur ringt,
og tað er ringt
Soleiðis ljóðar ein av yrkingunum
hjá Steinbirni B. Jacobsen í yrk
ingarsavninum Læraramyndir frá
1984. Vit skulu venda aftur til
savnið um eina løtu. Tað er um
lærarar – skulu vit eisini siga lær
arindur, sum er eitt orð, ið vit tí
verri eru við at rudd a úr málinum
– at eg ætlaði at siga nøkur orð.
1. november í 1923 kom ein 22
ára gamal bígg jardrongur til
Svínoyar. Har hevði hann fingið
starv sum einalærari. Í Svínoy
vóru tá 39 hús, og har búðu 204
fólk. Bygd in hevði stútt havt lær
ara síðani í 45 ár (síðani 1878).
Hesin ungi maðurin úr Bø var
Hjalmar Hátún, pápi Ólav Hátún.
Ólavur var í nógv ár lærari í tón
leiki og týskum her á Lærara
skúlanum, og Hjalmar hevði í
síni tíð tímar í smíð her á
skúlanum.
Teir trígg ir, sum høvdu verið
lærarar í Svínoy undan Hjalmari
høvdu allir røkt lærarastarvið
samvitskufult. Teir høvdu lært
børnini at lesa og rokna og
skriva, og teir høvdu undirvíst í
kristni og danskari søgu og
landalæru – á donskum sjálvsagt.
Men við nýgg ja og ógifta
bígg jardreinginum, sum júst var
komin av Læraraskúlanum, har
hann hetta summarið varð
avlærdur saman við fimm øðrum
– fýra mannfólk og tvey konu
fólk - komu nýgg ir tónar ella nýtt
huglag yvir bygd ina.
Lærarin var ikki bara undirvís
ari, sum terpaði við svínoyarbørn
um. Hann lærdi tey at lesa og
skriva á føroyskum, hann lærdi
tey at syngja føroyskar sangir,
hann hevði sangkór við teimum
ungu og vaksnu, hann lærdi tey
at smíða og spæla orgul, og hann
hevði fimleik við teimum og
lærdi tey at svimja. Svimjihylur
var eingin, men lærarin gekk á
odd a fyri at gera ein svimjihyl.
Tey, sum hava verið í Svínoy,
munnu hava sæð svimjihylin, og
kanska onkur hevur tikið nøkur
tøk í honum.
Í 1928 giftist Hjalmar Bryn
hild, sum var ættað av Heygum í
Vestmanna. Tá ið hon kom út til
Svínoyar, fór hon at hava
seyming og annað hondarbeiði
við svínoyargentum og konum.
Svínoyingar tosa enn um
lærarahjúnini, sum vóru har úti
inntil á nýgg járinum í 1938.
Hjalmar var ikki bara lærari,
men við sínum lærarastarvi og
frítíðarvirksemi var hann ein
mentanarberi. Tað hava verið
nógvir av hesum lærarunum í
Føroyum seinastu øldina, og tað
eru, tíbetur nógvir sovornir.
Ivaleyst týdningarmestu lykla
persónar í mentanarmenningin
og tjóðarbygg ingini.
Hesir hava arbeitt við grund
legg jandi at kjølfesta næming
arnar soleiðis, at teir tóku
mentanina í líki av máli, søgu,
list, skaldskapi, vísind og kristni
til sín. Tey tóku til sín, og tey
endurnýgg jaðu og birtu upp
undir.
Lærarin í Svínoy hevði eisini
trongd til at víðka um sjónarring
in hjá skúlanæmingunum. Við
sínum egna maskinbáti sigldi
hann runt Svínoy og Fugloy við
skúlabørnunum, og hann syrgd i
fyri, at lutfalsliga nógv skúlabørn
úr Svínoy vóru niðri við skúla
børnunum, sum tað tá varð
nevnt.
Nú ferðast stór og smá fleiri
ferðir um árið av landinum. Fyri
einum 70-80 árum síðani var tað
ofta einasta ferðin, at tey 14 ára
gomlu vóru uttanlands, tá ið tey í
2-3 vikur vóru niðri við
skúlabørnunum.
Kostnaðurin var ivaleyst stórur
hjá lærarahjúnunum, men tað
vita svínoyingar einki um. Stein
bjørn B. Jacobsen yrkir soleiðis
um menið við at vera lærari:
Mær dámar læraraarbeiðið,
men eitt men er.
Alla tíðina hetta menið.
Tað slítur og gnagar.
Tú ert ongantíð fríur.
Kennir seg aldri lidnan.
Tá dagurin er liðugur.
Vikuskiftið byrjar,
er tað har.
Ymsar fyrireikingar,
Tú kundi gjørt,
Skuldi kanska nú
Gjørt hetta ella hatta,
og altíð verður okkurt eftir.
Nei, ikki reættingar.
Onnur hava frí, tá tey hava frí.
Nú er tað ógvuliga nógv uppi í
tíðini at tosa um góða skúlan.
Spurt verður hvat ein góður skúli
er fyri nakað.
Tað stutta svarið er, at ein
góður skúli er ein skúli, har tað
eru góðir lærarar. Kanningar eru
gjørdar kring allan heimin, og
niðurstøðan er, at tað er tann
góði lærarin, sum er fundamentið
undir tí góða skúlanum.
Skúlin hjá svínoyingum var
góður, tí tey høvdu ein góðan
lærara. Ein lærara, sum hevði
myndugleika og lærdi tey vanligu
lærugreinarnar, og ein lærara,
sum lærdi tey so mangt annað.
Ein lærara, sum var mentanar
beri. Ein av mongum kring
landið, sum áðrenn hann fór á
Læraraskúlan, var á Háskúlanum,
har trongd in eftir at bera
mentanina víðari varð birt.
Hans Andreas
Í 1909 ella júst fyri hundrað
árum síðani kom ein 26 ára
gamal havnarmaður til Sanda
vágs. Fýra ár frammanundan
hevði hann tikið læraraprógv her
í Havn, og so hevði hann eitt nú
verið vikarur í Klaksvík. Talan
var um Hans Andreas Djurhuus,
sum var lærari í sjey ár í Sanda
vági og síðani í trý ár á Tvøroyri,
áðrenn hann í 1919 gjørdist
lærari við realskúlan í Havn, og
eisini hevði hann tímar á
Læraraskúlanum.
Tað var lítið til av undirvísing
artilfari á føroyskum fyri hundr
að árum síðani. Men mentanar
berin Hans Andreas nýtti síni
góðu evni at fáa tilfar til børnini.
Hann skrivaði ævintýr um tað,
sum børnini livdu í, fantaseraðu
um og kendust við.
Vit kunnu ímynda okkum,
hvussu spennandi og hugaligt tað
hevur verið hjá børnunum í
Sandavági, tá ið Hans Andreas
hevur lisið fyri teimum:
“Sum hon nú lá og gledd i seg
yvir hetta, kom ein nakin øða
sveimandi niður gjøgnum sjógvin.
Skrubban var so fegin, at eyguni
vendust við í heysinum á henni,
hetta var vorðið sum; maturin
kom so at siga av sær sjálvum,
meðan hon lá og hálvdurvaði. Nú
var øðan tætt hjá henni. Skrubban
lætti sær á, spílaði kjaftin upp, tí
bitin var heldur stórur, og so
gloypti hon. “Eg segði tær, vit
hittust”, læt í øðuni í tí skrubban
slúkti henni, “nú etur tú ikki fleiri
øður, hin rádna”. Skrubban gjørdi
seg til at svara, men í sama við
fangi var hon rykt og drigin upp
ígjøgnum sjógvin, so hon gloymdi
alt og øll”.
Og so ævintýrini um Sílið,
Ravnin, Ternuna, Høsnatos, um
Tindarnar ella tað um Tuflutos!
Felags fyri alt hetta var, at
Hans Andreas skrivaði til børnini
um tað, sum tey kendu, men sum
tey nú hoyrdu um í einum
nýgg jum høpi, sum birti undir
hugflogið.
Og so yrkti hann barnarímur
nar til børnini at syngja. Ímyndi
tykkum, tá ið børnini fyrstu ferð
hava sungið
Másin sigur Pli, pli, pli,
Ternan sigur kri, kri kri!
Lundin sigur á, á, á,
Krákan sigur krá, krá, krá.
Lambið sigur mæ, mæ, mæ.
Stuttligt er at hoyra tað.
Vakrast er tá smábørn syngja,
og tá kirkjuklokkur ringja.
Hetta mundi tað ikki vera torført
hjá børnunum at seta inn í
gerandishøpi og at birta undir
hugflogið við:
Kom nú lítli mín set teg her,
Lat okkum ferðast um víðu
verð. –
Knæið er hestur, ið renna kann,
Allar leiðirnar kennir hann. –
Halt í faksið tú,
Dýk á hestin nú,
Ríða vit um fjøllini at keypa abba
stú.
Mundu børnini í Sandavági, á
Tvøroyri og í Havn ikki halda, at
hetta var ein góður skúli og ein
góður lærari?
Dreymalærarin
Men nú hevur tú bara tosað um
lærarar fyri 70-100 árum síðani.
Tað hevur einki við nútíðina og
lærararnar í stórum skúlum at
gera. Men tað er framvegis fokus
á tí góða læraranum.
Steinbjørn B. Jacobsen sigur um
sína læraratíð:
Ver góður við børnini.
Ber ikki agg til nakran.
Hartar tú onkran,
Vís við onkrum lítlum,
At tú ikki hatar hann.
Fyrigev tgeimum aftaná, tað tey
gjørdu.
Ver væl fyri.
Ver sum tú er og sannur.
Rósa teimum altíð, tá til ber.
Trúgv at tey kunnu koma
Lærarin sum mentanarberi
Røða, sum Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum, helt, tá ið nýggju lærararnir fingu handað prógv fríggjadagin 19. juni