Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2009 45 K æru floksfelagar, lærarar fam­ilja, øll tit, sum eru komin her fyri at gleðast saman við okkum. Tað er mær bæði ein heiður og ein gleði at halda hesa røðu, nú vit endiliga kunnu kalla okkum útbúnir lærarar. Fýra ár eru ikki fýra dagar og mangt hevur verið okkum fyri á leiðini, frá tí løtu vit løgdu frá landi og til vit nú, loksins, hava siglt í havn við alsamt vaksandi førningi. Mangar hava løturnar verið. Mangan hevur málageipanin verið ófør – bæði til gamans og álvara. Onkuntíð hevur gøtan verið torgingin. Onkuntíð hevur brotið í bæði borð og tað hevur staðið á gomlum nøglum. Gaml­ ar hugmyndir vórðu avbjóðaðar og mørk vórðu flutt. Onkuntíð gekk ikki sum ætlað. Men altíð var tað mennandi. Og tá ið vit eftir tógvið stríð náddu upp á nærmastu sýn, kundu vit heysta fruktirnar og av sýnini í fjarleik­anum kámt skoða næstu sýn, longur burtur og longur uppi. Ein áhaldandi spennandi og menn­andi tilgongd av vitan og førleika ið hevur havt eitt týðuligt samleikaárin á øll okkara. Eg vil her nevna trý hæddar­punkt: fyrst seturskúlin í Sør­vági, har vit vóru 4 dagar saman við pedagogflokkinum, 4 fantast­ikir dagar, har vit vóru væl og viruliga samansjóðaði. Vit sungu, málaðu, gjørdu drekar og arbeiddu við ull, fiskaðu, siðu og mangt annað stuttligt. So var tað vikan, har vit heiðr­aðu H.C.Andersen við minimal­istiskum leikum, eisini saman við pedagogflokkinum. Og seinast men ikki minst, próvtøkan í handaverki og list, sum var eitt satt upplivilsi. Vit koma í heimin hjálparleys og tannleys..... so koma sorgleysu dagarnir við barnatonnunum.... síðani treða vit dansin full av ábyrgdarfullum vaksnamannatonnum.... at enda keypa vit okkum tíð við handilstonnum...... - men fastast bítur tíðartonnin, ið setir sítt ósvitandi merki á alt og øll! Hesi árini, vit hava sitið “við føtur meistaranna”, hava vit nomið mangt ymiskt. Og tað við bert einum fyri eyga: At geva tað víðari til ættarliðið, ið kemur aftaná okkum. Gera vit ikki tað, eru vit at bera saman við ein støðuhyl, har tað bert rennur til og ikki frá: Hann kann síggja vakur út á vatnskorpuni, men innan er hann deyður og rotnar at enda. So lati okkum fara til verka og gávumild oysa út av øllum tí vit hava fingið – eisini yvir tey, ið ikki sýnast at virðismeta tað. Tað gevur úrslit umsíðir! Lær hin unga vegin hann skal ganga, so skal hann ikki, tá hann er gamal, víkja frá honum, stendur skriva í halgu bók. Og tað kann vera, at vit onkuntíð hava hildið, at avbjóðingarnar hava verið ið so stórar hesi árini. Men tær steðga ikki her, nú vit fáa ábyrgdina av livandi børnum, hvørs framtíð ávirkast av, at vit gera arbeiði okkara til lítar. Og tað kann eisini vera, at hesi somu børn hvørki eru ella gera soleiðis sum vit kundu ynskt, men soleið­is er lívið og tað setir krøv til okkara rúmligheit og evni til at virða onnur. Í filminum Kung Fu Panda verur sagt soleiðis: Yesterday is history, tomorrow is a mystery but today is a gift! Barnið livir nú og tað er í nú´inum vit mugu møta tí! Ein lærara ber ikki til at “sappa” ella “delet´a” burtur. Hann er ein støðugur persónur í lívinum hjá næmingin­um – sum næmingurin ikki hevur valt. Tí er tað okkara ábyrgd, at vit útrætta okkara yrki framm an fyri pultin, millum næmingarnar. Tað er har vit byggja brýr, og tað er eftir teimum brýrnum, at læringin fer fram. Men í dag er ongin pultur! Í dag eru ongi krøv, stríð ella ábyrgd. Í dag gleðast vit og hvíla á laurberunum. Eg vil fegin nýta høvið at takka fyri nógvar góðar løtur, fyri vinarlag og gott sosialt lív í flokkinum. Samstundis vil eg – saman við flokkinum - takka lærarunum fyri tann íblástur tit hava givið okkum. Tit hava givið okkum nógv og eru avgjørt ongir støðuhyljar! Eg haldi, at eg eri ikki einsa­møll, tá eg sigi, at hetta hava verið fýra góð ár, og eg vænti, at eg mangan – og í ymiskum samanhangum – fari at taka til tíðina á Føroya Læraraskúla. Eg ynski tykkum eina góða veitslu, ein góðan læraragerning og eitt gott lív framyvir. Takk fyri! Vit skulu gávumild oysa út longri enn tú heldur. Kom í samband við øll, so ella so. Ger okkurt óvæntað av og á. Lofta tí óvæntaða og brúka tað. Limalondini í OECD hava seinnu árini gjørt fleiri komparativar kanningar, har eitt nú læraraat­ burður í ymsum londum er samanborin. Kanningarúrslitini vísa m. a., at tann góði lærarin er empatiskur. Hann dugir at fara væl við næmingunum, starvs­ feløgunum og foreldrunum, og hann hevur góð leiðaraevni. Hann dugir eitt nú at fáa góðan arbeiðssið í flokshølunum. Í februar í ár gjørdu tey, sum í ár hava gingið 1. árið í læraraút­ búgvingini, eina lítla uppgávu, sum snúði seg um hetta sama: Kanst tú siga mær nøkur fá orð um tann besta læraran, tú hevur havt gjøgnum ár og dag, og hvat var tað, ið gjørdi, at hesin lærarin skaraði framúr? Tað eru ikki stundir at fara so nágreiniliga ígjøgnum svarini, men her eru nøkur dømi um, hvat tey í 1. árgangi halda vera avgerandi fyri ein góðan lærara: persónligheitin (lyndi, verumáti), undirvísingarháttur/undirvísing­ artilfar (dugdi at hugfanga næm­ ingarnar og at gera undir­vísing­ ina spennandi), dugdi at seta seg í respekt (bestemtur, disipliner­ ur), málrættaður (ikki líka glaður um næmingarnir lærdu nakað ella ikki), skemtingarsamur (stuttligur at vera saman við, hittinorðaður), væl fyrireikaður, at lærarin fekk tann einstaka at kenna seg væl og at kenna seg serligan, dugdi at siga søgur, undirvísti í teirra lærugrein, sum hann/hon dámdi best, dugdi at skapa ein góðan stemning í flokkinum, ávirkaði mína yrkisleið. Tað ljóðar næstan sum ein kunstur at vera ein góður lærari, ella sum John Steinbeck (1902- 1968), sáli, orðaði tað: “I have come to belive that a great teacher is a great artist and that there are as few as there are any other great artists. Teaching might even be the greatest of the artst since the medium is the human mind and spirit. Steinbeck og Hjalmar Hátún (1901-1993) vóru javnaldrar. Neyvan hava Hjalmar Hátún og Hans Andreas Djurhuus kent sitatið hjá Steinbeck, men teir kendu sannleikan í, at rávøran var sinnið og andin í føroysku børnunum. Mikkjal Og at enda hesa føroysku skúla­ søguna, sum lýsir tann góða lær­ ar­an og harvið tann góða skúlan: Mikkjal á Ryggi (1879-1956) var lærari í Bø og í Gásadali. Mikkjal granskaði, teknaði, málaði og tók myndir, savnaði og skrivaði søgur og frásagnir, yrkti sálmar, sangir og kvæði og gav út fleiri skúlabøkur. Og hann var meistari í at siga frá. Hann var sannur mentanarberi, sum brendi eftir at geva børnunum í Gásadali og í Bø førning, sum tey kundu bera víðari, og tað hava allir før­ oyingar síðani fingið ágóðan av. Tá ið Fuglabókin skuldi koma út, teknaði Mikkjal fuglarnar, og hann litaði tekningarnar. Tað var ikki bara sum at siga tað: Úr Gásadali bílegði hann litirnar og pappírið. Bíleggingin skuldi til Havnar og kanska niður til Dan­ markar, og so skuldu litir og papp­ ír úr Danmark og til Havnar og síðani vestur til Bíggjar og umvegis Gásadalsbrekkuna, áðrenn Mikkjal kundi seta seg at tekna og lita eftir fuglunum - sum hann sjálvur hevði stappað út! Ein mentanarberi! Endi Fyrstu lærararnir vórðu útskriv­ aðir av Føroya Læraraskúla í 1872. Síðani tá hevur skúlin útskrivað 1274 prógv. Í dag fáa fimtan fult prógv og átta vera liðug næstu mánaðirnar. Tá verður talið komið upp á 1297 – 681 mannfólk og 616 konufólk. Góðu tit! Nú fara tit av Frælsi­ num. Mín fatan er, at her hava tit trivist so sera væl. Tað hevur verið ein fragd at verið saman við tykkum, og at eygleitt tykk­ um hesar seinastu vikurnar, tá ið próvtøkurnar hava verið fáar, og tá ið tit hava havt góð og gevandi skeið innan alt frá talgiltum upplýsingum og til kropsmenn­ ing, meðan tit samstundis hava hugnað tykkum og notið lívið. Steinbjørn B. Jacobsen yrkti: Sjálvandi gleði eg meg at vera liðug. Tey fýra árini eru farin skjótt, Nú ein er liðug. Nú byrjar lívsins álvara Sum tey siga. Eg havi verið í praktikki, Men tað er ikki tað sama. Nú skal ein sjálv hava ábyrgdina. Jú, eg eri spent. Eg havi nervar viðhvørt. Men fái eg nakað arbeiði. Tað hugsi eg mest um. Tørvar ikki at laga meg eftir øðrum. Kann vera á bygd ella í býi. Men eg veit púra einki enn. Tað er tað. Alt ósvaraðir spurningar bara. Nú fara tit út at mynda komandi ættarliðið av føroyingum. Við møguleika at verða mentan­ar­ berar, ið skulu røkja heimsins týdningarmiklasta starv! Tað er vorðið sum uppgáva og avbjóðing! Tað verður ikki úti í Svínoy. Tá ið Hjalmar Hátún fór út hagar í 1923, vóru skúlabørnini oman­ fyri 40. Nú er einki skúlabarn har úti! Og í Gásadali man tað vera so sum so við skúlabørnum. Men tíbetur hevur tað víst seg, at tað eru boð eftir tykkum øllum. Tað kann væl vera, at tit fara at fáast við annað enn at undirvísa í fólkaskúlanum. Útbúgvingin er breið og fjøltáttað, og tað er eftir­ spurningur eftir tykkum. Onkur fer ivaleyst at lesa víðari, og tað kundi hent, at onkur tykkara um nøkur ár aftur verður at síggja millum lærararnar á Frælsinum. Tað hevði ikki verið so galið. Tað hevur ringt, og tað er ringt. Nú hevur klokkan ringt fyri síðstu ferð her á Frælsinum. Vónandi verður tað ikki ringt! Vit ynskja tykkum og tykkara hjartaliga tillukku við próvnum, og vit heilsa tykkum við gomlu føroysku heilsanini: Jesus fylgi tykkum! Røðan, sum Mia av Kák Joensen, ein av teimum, sum í summar hevur lokið læraraprógv, helt á samkomu á Føroya Læraraskúla fríggjadagin 19. juni