týsdagur 30. juni 2009síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 122 - 30. juni 2009
tíðindi
Viðhvørt er lívið sum turt
rugbreyð. Men vit gera
sjálv av, um vit fáa okkum
sirkus uppá!
Sjúrður Skaale
(Røða fyri studentunum í Hoydølum á
pisufundi í gjár. Røðan er stytt).
Góðu studentar og góðu foreldur
- hjartaliga tillukku!
Tá ein skal tosa um ungdóm
og lærdóm, er prædikarin hjá
Sálomoni í gamla testamenti ein
tann klókasta bókin, ein kann
leita sær til.
Tá hann skrivaði var Salomon
ein gamal maður - og høvdu tit
møtt honum høvdu tit helst
hildið hann verið „a grumpy old
man“.
Tí hóast hann sær alla tað gleði
menniskju kunnu njóta, og hóast
hann viðurkennir, at tað sanniliga
gevur menniskjum veruliga gleði
at eiga nógv, at vinna sær heiður
og viðurkenning, at fáa
kunnskap, at eta væl, at fáa, sum
hann tekur til, „konur og tað
nógvar“ (tit høvdu nokk sagt at
skora nógv...), so kemur kemur
tann gamli maðurin til ta
niðurstøðu, at alt er fáfongd.
Menniskjalig góðska verður
ikki afturlønt, vísdómur verður
ikki virdur - og rættvísi má víkja
fyri órættvísi.
Og um vit vinna okkum
vísdóm og royna at verða rættvís,
ja, so verða tey rættvísu gomul
júst sum tey órættvísu. Bæði
dovin og arbeiðssom verða sjúk,
øll doyggja - og øll verða gloymd
til síðst.
Vit eru kompleksari enn dýrini
sum vit eta til døgurða - men tað
gongst okkum akkurát, sum tað
gongst teimum. Okkara tragiska
lagna er langt síðani fastløgd.
Hesar lívsins kynisku
grundtreytir eru ein veruleiki
sum øll menniskju skúgva frá
sær - men prædikarin leggur
hann naknan og eirindaleysan
fram.
Livið meðan tit liva
Og hvat so? Er alt so full
komiliga líka mikið? Skulu vit
bara leggja okkum at doyggja?
Skulu vit bara draga gardinurnar
fyri og steðga showinum?
Nei, tí fyri tað um okkurt ikki
varðar í allar ævir, so er tað
veruligt, her og nú, meðan vit
uppliva tað. Meðan tað er.
Tað ljóðar banalt, men at vera
meðan mann er og liva meðan
mann livir - „at være samtidig
med sig selv“, som Kierkegaard
sigur - tað er tann størsti
kunsturin av øllum!
Tær yvirskipaðu treytirnar
kunnu vit einki gera við - men ta
lívsins gávu sum vit fáa kunnu
vit nýta bæði væl og minni væl.
Og tí sigur prædikarin - eftir at
hava ramsa alla elendigheitina
upp:
„Gleð teg, unglingi, í ungdómi
tínum, og lat hjarta títt vera í
góðum lagi á vári lívsins! Far,
hagar sum hjarta títt lystir, og
njót tað, ið eygu tíni síggja!“
Prædikarin hevur eisini
religiøsa ráðgeving - men tað
hann sigur um lívið og tað at
liva, kunnu øll taka til sín.
Og duga tit at liva meðan tit
eru ung og leys og hava allar
møguleikar standandi opnar - so
fáa tit ikki bara ein ríkan ung
dóm, men eisini eina goymslu av
upplivingum, sum tit kunnu oysa
av alla ta tíð, tit eru her.
Tá eg hugsi um tíðina sum er
farin síðani eg var studentur, so
er ikki nógv av tí, eg havi gjørt
hesi 22 árini, sum eg angri. Men
tað er ein hundans rúgva eg
angri, at eg ikki gjørdi tá eg
kundi!
Og spyrja tit foreldrini hjá
tykkum, so siga tey tað sama.
Tað ikki tað, tey gjørdu, men tað,
sum tey ikki tordu ella ikki fingu
í lag.
Prædikarin sigur víðari við
tykkum sum eru ung: „Lat
gremju víkja frá hjarta tínum, og
halt plágu burtur frá likami
tínum! Tí ungdómur og
morgunroði eru fáfongd.“
Tann vakri morgunroðin er
fáfongd - vissi vit vilja halda
honum føstum og goyma hann
sum eina ogn vit. Men ikki vissi
vit njóta hann meðan hann er og
góðtaka, at hann fer tá hann fer.
Tann ungdómur sum tit hava -
hann er lívsins morgunroði. Tað
er fáfongd at ynskja at hann ikki
endar - men tað er vísdómur at
virðismeta hann meðan hann er,
soleiðis at tit, tá hann er farin,
kunnu siga: Hatta var gott! Hatta
var stuttligt! Hatta var
spennandi!
Tí mugu tit ikki loypa ung
dómin um. Roynið hetta og hatta
og ferðist og upplivið í nøkur ár!
Húsini og børnini og útbúgv
ingin og starvið - tað fer ongan
veg. Tit hava 50 ár til tað!
Ungdómurin er stuttur. Men
duga tit at virðismeta hann og
eru opin og eitt sindur djørv, so
verður henda stutta tíðin líka
hugtakandi sum morgunroðin ein
vakran dag.
Sirkus upp á breyð
Javni hevur í nøkur ár givið ein
kalendara út við myndum og
nøkrum góðum orðum fyri
hvønn mánað, søgd av menning
artarnaðum.
Sitatið fyri mars mánað í fjør
var: “Lívið skal vera sirkus upp á
breyð. Vissi mann ikki kann hava
tað stuttligt (...), so burdi mann
gjørt okkurt annað”.
Við allari virðing fyri Salo
mon, so haldi eg, at hetta er líka
væl sagt.
Tann sum ikki dugir at syngja
burdi gjørt okkurt annað. Tann,
sum ikki dugir at smíða, burdi
gjørt okkurt annað. Og tann, sum
ikki dugir at liva - ja, hann burdi
eisini gjørt okkurt annað!
Tað er ikki altíð líka lætt at
liva. Men tað er ikki tað, sum er
avgerandi. Tað er hugburðurin.
Tað er heldur ikki lætt at vera
menningartarnaður - men fyri tað
kann mann hava tann rætta
hugburðin.
Gerandisdagin kunnu vit einki
gera við - hann kann viðhvørt
vera sum turt rugbreyð. Men vit
gera sjálv av um vit fáa okkum
sirkus uppá!
Varðveit hjarta títt
Sálomon hevur eisini eini onnur
ráð, sum eg havi hug at taka
fram.
Hann sigur: „Varðveit hjarta
títt fram um alt, ið varðveitt
verður, tí úr tí gongur lívið út“.
Øll hava helst havt kensluna av
ikki at stýra sínum egna lívi.
Tað er so lætt at verða tikin av
fótum. At verða lokkaður, trýstur
ella kúgaður til okkurt sum ein
ikki vil.
Vit kunnu heldur ikki stýra
øllum sjálv. Vit vita, at vit so ella
so hava arvað nærum øll okkara
virði. Menniskja er ein sosial
vera. Vit høvdu øll verið katolikk
ar vóru vit fødd í Italia, og mus
limar vóru vit fødd í Pakistan.
Men vit hava eisini øll nøkur
virði, sum ger okkum til akkurát
teir persónarnar, sum vit eru.
Um vit ikki royna at varðveita
tað, er tað so skjótt at alt kann
fara á glið hjá okkum, og vit
missa okkara persónliga
samleika. Tað, vit veruliga eru.
Vit kunnu í øllum lívsins
viðurskiftum - í hvørji einastu
støðu - spyrja okkum sjálv, um
vit kunnu standa inni fyri hesum
ella hasum. Og vit fáa eitt svar.
Tað er altíð ein rødd í okkum,
sum sigur ja ella nei.
Og tann sum altíð lurtar eftir
røddini - tann sum varðveitir
hjarta sítt fram um alt, ið varð
veitt verður - hann verður ikki
tikin av fótum. Hann fellur ikki,
hóast umstøðurnar koppa. Og
sjálvt tá hann líður sjónlig tap,
vinnur hann fjaldar sigrar.
Pengar og ognir og heiður eru
tølandi og dragandi og geva
sanniliga gleði. Men tað eru tey
sum ikki hyggja til viks, tá tey
síggja sína egnu spegilsmynd,
sum eru tey lukkuligastu. Sum
kunnu siga: eg eri tann, sum
hjarta mítt vil, at eg skal vera.
Eg var nógv í Baskara
Varðveit hjarta títt fram um alt, i
Sjúrður Skaale, løgtingsmaður, helta gestarøðuna fyri pisunum frá Føroya Studentaskúla og HF Skeiði, sum eins og
siður er var í Viðarlundini í Havn mikudagin
Myndir: Jens Kristian Vang