Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2009 47 tíðindi landinum fyri nøkrum árum síðani. Har er stórur politiskur spenningur, og tað kann vera vandamikið at virka fyri tí, tú heldur vera rætt. Eg kom tá at kenna eina kvinnu, Elena, sum var ógvuliga politiskt virkin - og sum tí setti seg sjálva í kon­stant­ an vanda. Eg spurdi hví hon gjørdi tað. Hon kundi jú livað eitt lættari lív. Hon svaraði, at um mann ikki livir sum mann hugsar, so endar tað við, at mann hugsar, sum mann livir. Nú hevur mín góða vinkona Elena ligið eitt sjónligt tap: hon situr í fongsli fyri sítt virksemi. Men hon hevur vunnið ein fjaldan sigur, tí hon hevur ikki latið seg korrumpera! Fram um pengar og vælferð og tryggleika, hevur hon varðveitt sín stoltleika og sítt hjarta! Lívsins herur Danski høvundurin Carsten Jen­ sen er vorðin heimskendur fyri skaldsøguna „Vit, teir drukn­ aðu“. Hon er um fleiri ættarlið av sjómonnum úr danska býnum Marstal, sum næstan allir drukna á ungum árum. Men tað skalir ikki tann brennandi hug til sjógvin, sum býr í teimum. Einaferð situr ein teirra og hugsar um deyðan. „Tað eru tey“, hugsaði hann, „sum gramdu seg um at deyðin kom for tíðliga og tók eitt barn, eina unga mammu ella ein sjómann við eini familju at forsyrgja. Tað hevði hann aldrin skilt. Jú, sjálvandi var tað syndarligt fyri tey, ið eftir sótu ella tann, ið varð snýttur fyri mesta partin av sínum lívi. Men tað var ikki órættvíst. Deyði var uttanfyri slík hugtøk. (...) Eingin hevði jú funnið uppá at sagt, at veturin var órættvísur móti trøunum og blomstrunum. (...) Náttúran var hvørki rættvís ella órættvís. Tað eru tað bara menniskju, sum kunnu vera. (...) Hann hugsaði um ættina, um lívið, sum helt fram í fedrum og synum, mammum og døtrum, sum aftur blivu til mammur og pápar, sum fingu synir og døtur. Lívið var ein stórur, marsjerandi herur. Við síðuna av rann deyðin og tók ein og ein burturav - men tað sást ikki á herinum. Hann helt fram, og (...) vaks inn í ævinleikan, og tað var orsøkin til, at eingin var einsamallur við deyðanum. Har kom altíð onkur aftaná. (...) Soleiðis var lívsins keta - hon kundi ikki slitna.“ Vit eru ein fullkomiliga sosial vera. Vit eru einki í okkum sjálvum. Vit hoyra saman við teimum vit liva saman við - og vit hoyra saman við teirri ætt sum var undan okkum og sum kemur eftir okkum. Virðið tykkara egna Tit eru partur av eini av teimum minstu tjóðunum á jørðini. Men eini tjóð sum kortini hevur sín egna samleika. Egið land, vælskipað samfelag, egið mál, egna mentan, egið vinnulív, egna politiska skipan. Tað er ikki fyrr enn ein fer út í heimin at ein sær, hvussu undrunarvert hetta er, og hvussu nógv tað er at vera stoltur av. Men tað pliktar eisini. Tað er trupult at krógva seg í Føroyum. Hvør einstakur telur nógv og fær stóra ábyrgd í einum so lítlum sam­ felag. Men afturfyri eru møgu­leik­ arnir eisini stórir. Fáa aðrastaðni kunnu einstøk fólk ávirka sítt egna samfelag so nógv, sum í Føroyum. Tey, sum vilja og duga og tíma - tey sleppa eisini framat. Alt hetta hevur einki virði, um vit ikki eru tilvitað um tað og duga at síggja virðið í tí. Men duga tit at síggja virði í tykkara umhvørvi, og royna tit at ávirka tað og seta tykkara dám á tað, so verður bæði tað og tit ríkari. Ansið eftir at tit ikki gerast sum øll hesi fólkini ið sita í sín­um sofum og grenja um, at tað sum onnur skapa ikki er nóg gott. Verið virkin sjálv. Tað avger­ andi er ikki hvat tit gera, men at tit gera. Tað mótsatta av at vilja til høgru er ikki at vilja til vinstru. Tað mótsatta av at vera kristin er ikki at vera humanistur. Tað mótsatta av at virka fyri fullveldi er ikki at virka fyri sambandi. Tað mótsatta av øllum virksemi er leti og líkasæla. Tað er deyðin í livandi líki. Haldið tykkum virkin og livandi - og varðveitið hjarta tykkara fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út! Enn einaferð: hjartaliga tillukku! ið varðveitt verður