Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 tíðindi Nr. 122 - 30. juni 2009 Frálandavinna Myndir: Jan Muller “Vinnumálaráðharri, góða gumma, Tummas og Jens Meinhard, tit í nevndini: Osmund sum formaður, Per Sævik, Tage Bundgaard, Petur Háberg Jacobsen, starvsfólk, manningar og partaeigarar hjá felagnum – og góðu samkomugestir. Yvir 2/3 av jørðyvirflatuni er sjógvur – so fyri hvønn fermetur av jørð eru gott og væl tveir fermetrar av havi. Føroyska havøkið er 274.000 ferkilometrar, með­an føroyska landaøkið er 1396 ferkilometrar. Tað merkir, at fyri hvønn fer­ metur av jørð hava vit før­oyingar 196 fermetrar av hav­øki – har restin av jørð­ini hevur 2 fermetrar fyri hvønn fermetur av jørð. Ella, at vit føroyingar hava uml. 5,5 mió. fermetrar – t.e. 5,5 ferkilometrar – av havøki í part, meðan vit “bert” hava uml. 28.000 fer­metrar av jørð í part. Tað er tí ikki so løgið, at føroyingar klandrast um jørð! Men tað er tí heldur ikki so løgið, at okkara kjarnu­ kompentansa ella ekspertisa er innan sjóvinnu í breiðum týdningi og at størsti ein­staki fakbólkurin í Føroyum er sjófólk. Sjálvur havi eg bert verið til skips á ungum árum og stutt tíðarskeið, men eg fekk tó bæði um endan á íslandstíðini við hekku­trol­ara seinast í sjeytiárunum og royndi undir Føroyum við troli og línu. Tað dámdi mær sera væl, og tað eru royndir, ið koma væl við í mínum dagliga starvi. Okkara sjófólk eru álitið umborð á fiskiskipum, hand­ ilsskipum, ferða­manna­skipum osfr. – og nú eisini í frálandavinnuni. Oljufeløg birtu vón Eg kom aftur til Føroya eftir loknan lestur í januar 1993. Tá var svartasta niða í føroyskum búskapi. Tað var langt ímillum ljóspunkt­ini. Eitt av ljóspunktunum, ið vóru við til at birta vón aftur, vóru mongu kon­ ferencurnar, ið útlendsk oljufeløg hildu í nýtiárunum. Tað var sera áhugavert at hoyra oljufeløgini greiða frá um møguleikarnar at finna olju við Føroyar. Men flestu okkara roknaðu við, at vit bara fingu nakað burturúr, um vit funnu olju við Føroyar. Tað skuldi tó vísa seg, at virksemið hjá oljufeløgunum í nítiárunum kveikti ein stóran áhuga fyri at virka innan olju­vinn­una – og skilti eg Osmund rætt í dag, so stavar áhugin hjá Tummasi fyri olju­vinn­uni frá hesum tíðarskeiði. Vit hava ikki enn funnið olju við Føroyar, men vit hava í dag virksemi innan oljuvinnu á fleiri økjum: vit hava tvey oljufeløg, ið leita eftir og framl­eiða olju, vit veita loftferðslu­tæn­astur til oljuvinnuna í øðrum londum, vit veita fakfólk til olju­ vinnuna í øðrum lond­um, vit veita ávísar tænastur til oljuvinnuna í øðrum londum og nógvir føroyingar hava í dag starv innan oljuvinnuna. Men hartil hava vit fingið eina frá­landavinnu – og nýggj­asta skotið eitur Eldborg – okkara fyrsta supply­skip. Eg vil hervið ynskja tykkum hjartaliga tillukku við Eld­borg. Tað var ein føgur sjón fyri okkum øll at síggja hetta snotuliga skipið stevna inn á Havnarvág, ikki minst nú, ið kreppa hevur leikað um allan heim. Eins og fyrst í nítiárunum, so er tað langt ímillum at tosað verður um møguleikar og íløgur í hesum døgum. Tí er gott at síggja, at eitt føroyskt felag, við føroysk­um partaeigarum, føroyskari leiðslu og eini altjóða nevnd við servitan innan supply vinnuna og innan skipa­rakstur, er ført fyri at bróta burtur úr nýggjum og seta sær høg mál innan frá­landavinnuna. Eitt av mál­unum er rokkið í dag, nú reiðaríðið hevur fingið fyrsta supplyskipið, Eld­borg. Vit í Eik eru ikki sørt errin av Føroyingar bróta upp úr nýggjum í krepputíðum Skeivt at flyta Grønlands Kommando Ætlanin hjá donsku politikarunum at flyta Grønlands Kommando úr Grønlandi og at leggja hana saman við Færøernes Kommando hevur elvt til nógv orðaskifti. Ætlanin er ein partur av teirri nýggju verjuavtaluni, sum donsku flokkarnir hava gjørt, men bæði verandi og fyrrverandi leiðarar á Grønlands Kommando mæla politikarunum frá at fremja ætlanina í verki. Axel Fidler, sum hevur verið leiðari á Grønlands Kommando, heldur, at tað er skeivt at leggja Grønlands Kommando og Færøernes Kommando saman og at flyta Grønlands Kommando úr Grønlandi. Tað sama sigur núverandi leiðarin, Jan Bøestad. Sambært verjuavtaluni skulu Grønlands og Færøernes Kommando leggjast saman innan árslok í 2014. Marner Jacobsen, stjóri í EIK: - Eg vil hervið ynskja tykkum hjartaliga tillukku við Eldborg. Tað var ein føgur sjón fyri okkum øll at síggja hetta snotuliga skipið stevna inn á Havnarvág, ikki minst nú, ið kreppa hevur leikað um allan heim – Tað er gott at síggja, at eitt føroyskt felag, við føroyskum partaeigarum, føroyskari leiðslu og eini altjóða nevnd við servitan innan supply vinnuna og innan skiparakstur, nú kreppa hevur leikað á um allan heim, er ført fyri at bróta burtur úr nýggjum og seta sær høg mál innan frálandavinnuna. Eitt av málunum er rokkið í dag, nú reiðaríðið hevur fingið fyrsta supplyskipið, Eldborg segði stjórin í EIK, Marner Jacobsen á hátíðarløtuni í Norðurlandahúsinum leygardagin fyri nýggju Eldborg. Vit prenta røðu hansara Marner Jacobsen, EIK-stjóri: -Uttan at taka nakað frá nøkrum persóni í felagnum ella millum partaeigararnar, má eg serliga nevna, at hesin dagurin í dag má vera serliga stórur fyri Tummas, sum um nakar frá byrjan hevur verið tann, sum hevur sæð størstu møguleikarnar í hesi verkætlan.Her Tummas og konan saman við foreldrum hansara