týsdagur 30. juni 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 30. juni 2009
35
at kunna hava verið ein partur av
hesi spennandi verkætlan.
Eik hevur staðið á odda fyri
fíggingini saman við Realinum
og Landsbanka Íslands. Vit mugu
siga at hóast avbjóðingar hava
verið á vegnum, hevur sam
starvið millum hesar fíggjar
stovnar og reiðaríðið verið sera
gott alla tíðina. Vit meta øll, at
hendan verkætlanin við tí saman
seting av partaeigarum, leiðslu,
nevnd, starvsfólki og ikki minst
bygging av einum sera
umhvørvisliga framkomnum
supplyskipi, er eitt sera gott
grundarlag undir framtíðar
menningini og møguleikunum
hjá felagnum.
Uttan at taka nakað frá nøkrum
persóni í felagnum ella millum
partaeigararnar, má eg serliga
nevna, at hesin dagurin í dag má
vera serliga stórur fyri Tummas,
sum um nakar frá byrjan hevur
verið tann, sum hevur sæð størstu
møguleikarnar í hesi verkætlan.
Tað hevur verið sera læruríkt
og mennandi, eisini hjá okkum
sum fíggjarstovni, at hoyra um
stóru ætlaninar hjá Tummasi og
teirra reiðaríi, og hvussu hann frá
byrjan hevði stórar visiónir um,
hvussu eitt føroyskt supplyfelag
átti at byggjast upp. Ikki við
gomlum skipum, ella sum
dótturfelag hjá onkrum
útlendskum stórfelag. Nei,
visiónin var, at talan skuldi verða
um eitt føroyskt supplyfelag, sum
skuldi royna at uppbyggja eina
føroyska servitan innan
supplyvinnuna, og at byggjast
skuldu nýggj skip til endamálið,
sum skuldu verða kappingarfør
at bjóða uppá charteravtalur
javnbjóðis við útlendsk supply
feløg. Hesa visión hava Tummas
og nú eisini Jens Meinhard sum
leiðsla í felagnum arbeitt miðvíst
eftir hvønn dag. Harumframt
hevur leiðslan fingið góðan
stuðul frá eini væl skikkaðari
nevnd.
Vit mugu í dag siga, at visiónin
hjá felagnum – so langt – hevur
eydnast. Umframt at felagið
hevur fingið sítt fyrsta
supplyskip, so hevur felagið
síðstu árini harafturat uppbygt
eina organisatión og servitan,
sum hevur gjørt, at Supply
Service í dag hevur hægstu
certificeringar innan frá
landavinnuna í Føroyum. Tí kann
felagið við sínum skipi, á
jøvnum føti við eitt nú norsk
supplyfeløg, bjóða uppá
charteravtalur á norskum sjóøki.
Hetta hevur t.d. merkt, at
supplyskipið Eldborg í dag hevur
ein nøktandi 4 ára
chartersáttmála við norska
felagið Revus Energy. Hetta má
metast at verða ein sera góð
byrjan.
Tummas og Jens Meinhard,
Osmund og tit, sum annars
standa aftanfyri felagið, stóra
takk fyri gott samstarv og
hjartaliga tillukku.
Eg vil ynskja Supply Service
og P/F Eldborg – og øllum
tykkum, ið skulu hava tykkara
starv við ella í samband við
skipið alt tað besta við nýggja
skipinum.
Enn einaferð hjartaliga tillukku
og takk fyri.”
– Okkara sjófólk eru álitið
umborð á fiskiskipum,
handilsskipum,
ferðamannaskipum osfr. – og
nú eisini í frálandavinnuni
segði Marner Jacobsen,
stjóri í EIK m.a í røðu í
Norðurlandahúsinum
Góða mold frá Hjálpirót
Hjálpirót hevur í fleiri ár selt sorteraða sandblandaða mold. Tá vóru nakrir smáateinar og
grasbøkkar í. Men nú hevur Hjálpirót gjørt íløgu í eina mold-sorteringsmaskinu fyri yvir
hálva millión, fyri at kunna betra um góðskuna á moldini. Tann moldin, sum Hjálpirót nú
selur, er so væl sorterað, at tað mest sum ongir steinar eru í. Sandurin í moldini ger at
moldin er leys og løtt at leggja út og er tí løtt at lúka í eisini. Moldin er vælegnað til beð
og til toplag til grasvøllir. Tá moldin er løgd út, skal hon taðast - alt eftir hvat hon verður
brúkt til.