mikudagur 1. juli 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 1. juli 2009
7
tíðindi
av vaskiarbeiðnum sjálvum, og
hava ein stóran hóp av fólki at
heita á tá srørri arbeiðir skulu
gerðast. Størsti parturin er
konufólk, men mennirnir eru
eisini raskir at taka eina hond í,
tá tungt arbeiði skal gerast.
– Til dømis at dustsúgva, vaska
loft, kjallarar, flyta tungt og at
vaska har tað er ringt at koma
framat, greiðir Kirsten Jacobsen
frá.
Ræðast hvørki
hæddir ella rúm
Og tað er ongantíð til at vita,
hvat Dveylan hevur í væntu, tá
hon verður tilkallað. Tað kemur
meir enn so fyri, at tær verða
uppringdar og bidnar um at koma
beinanvegin.
– Kunnu vit leypa avstað, gera
vit tað. Ein stórur partur av okk
ara arbeiði er uttan fyri vanliga
arbeiðstíð. Gólvini á stovnum
skulu til dømis gerast, tá eingin
er har, sigur Agnas.
Hon heldur fram.
– Eg haldi tað vera spennandi
at fara út til eina uppgávu. At
koma inn og hyggja eftir hvat
skal gerast. Og uppgávurnar
kunnu vera sera ymiskar. Tað
kann vera alt frá at vaska umborð
á skipum, vit hava til dømis verið
uppi í høgum stilladsum og
staðið fastar í skaktum. Vit
kunnu ikki siga, at vit eru
bangnar fyri hvørki hæddum ella
trongum rúmum. Vit hava havt
mangan góðan látur, meðan vit
hava staðið og skorast í slíkum
støðum, sigur hon og flennir.
Stjórin kann ikki annað enn
geva sínum leiðara rætt, og sker
út í at flenna sjálv.
– Fyri meg kennist tað bara
sum at eg datt í hetta arbeiðið, og
mær hevur dámt sera væl at
byggja fyritøkuna upp. Tað bleiv
spennandi fyri meg, sigur Kirsten
við einum smíli.
Sum nevnt hevur Dveylan út
við 30 fólk í starvi. Uppgávurnar
eru nógvar og fjølbroyttar, og til
tað er neyðugt við nógvum
røskum hondum. Tað vera sum
so ongar treytir settar við, tá tær
seta fólk í starv.
– Okkum dámar best tilkomið
fólk, og vit vilja sjálvsagt vita
hvørji fólkini eru, men annars
skulu tey bara vaska væl og
ordiligt.
Fyritøkan hevur sum so ongan
annan reingerðarpolitikk enn at
tað so vítt gjørligt verður roynt at
brúka natúrlig reingerðarevni.
Men ynskir okkurt viðskiftafólk,
at tað skal vaskast við onkrum
serligum, er tað til at finna út av.
24 tímar um døgnið
Agnas hevur líka sum Kirsten
fingist við ymiskt áðrenn hon
kom at arbeiða í Dveyluni. Eitt
nú í mótahandli og flakavirki.
Hvønn dag fer hon úr Skálavík
klokkan 7.30 og fer sjáldan úr
Havn aftur fyrr enn klokkan
18.30. Ofta seinni, og ikki sjáld
an noyðist hon at sova í Havn.
Hon hevur altíð telefonina hjá
sær, og er tískil á vakt 24 tímar
um døgnið. Arbeiðstíðirnar hjá
Agnas og Kirsten vera lagdar til
rættis, sum arbeiðið er. Onkuntíð
taka tær bara longri vikuskifti, so
tað merkist, at vikuskifti er.
– Vit arbeiða skjótt og hart.
Men vit vita eisini nær ein
steðgur er neyðugur. Vit eru sum
so ikki bundnar at klokkuni.
Dveylan er ein sera mobil
fyritøka. Ein vøruvognur hevur
tað mesta av útgerðini, ið skal
nýtast. Uppi á loftinum hjá
Kirsten er eitt rúm sett av til
skrivstovu, har pappír liggja í
ymiskum bunkum. Tað hevur
eydnast Kirsten Jacobsen at
byggja upp eina sterka fyritøku,
ið kann løna hvørjum starvsfólki
sítt, og kann senda álítandi og
røsk fólk út til ymsu uppgáv
urnar.
Hóast arbeiðið kann vera
strævið, duga Agnas og Kirsten
væl at hugna sær uttan fyri
arbeiðið. Tær hava verið úti og
etið saman nakrar ferðir, og tá
dystir eru í Vodafon deildini fara
tær til dyst. Kirsten eigur ein son
og ein ommuson, ið spæla við
EB/Streymi, og Agnas eigur ein
son, ið spælir við B36, og tveir
við B71. Hendingarnar á vøll
inum kunnu sum einki fylla
prátið yvir einum koppi av kaffi í
hugnaligu skrivstovuni í J.C.
Svabosgøtu.
Kirsten Jacobsen og Agnas T. Olsen reka í felag Dveylan. Kirsten Jacobsen hevur bygt fyritøkuna upp frá grundini. Tað foraðar henni ikki í at tríva í klútin, tá tað trongir til