mikudagur 1. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 123 - 1. juli 2009
Dveylan er uttan iva Føroya mest
hugnaliga arbeiðspláss. Í heimin
um hjá Kirsten Jacobsen við J.C.
Svabosgøtu í Havn finst skriv
stovan hjá Dveyluni. Dveylan er
ein reingerðingsfyritøka, sum
síðan stovnan í 2001, hevur
vaksið seg frá at hava eitt fólk til
at hava ikki minni enn 27 fólk á
lønarlistanum.
– Tað byrjaði við, at eg varð
biðin um at koma at renovera
linoleumsgólv við nýggjum
reingerðingsvørum úr Noreg. Vit
reinsaðu eisini teppi. Eftir eina
tíð tók hin parturin seg úr sam
starvinum, og eg stóð einsamøll,
greiðir Kirsten Jacobsen frá.
Hon hevði kortini ongan hug
til at venda aftur til gomlu til
veruna, har hon hevði skift
millum ymisk arbeiði sum at
passa børn, arbeiða í handli,
skrivstovu og so framvegis.
– Eg valdi í staðin at halda
fram, og so havi eg stríðst og
knoklað, og við tíðini hevur tað
bara vundið upp á seg. Nógv
høvuðsreingerðing kom afturat,
og eg havi fingið nógv føst
viðskiftafólk, bæði millum privat
og fyritøkur, sigur Kirsten
Jacobsen.
Junglutrummurnar
besta lýsing
Dveylan er upprunaliga eitt kall
kynsorð. Kirsten fann orðið í eini
orðabók, tá hon leitaði eftir einum
orði fyri moppu. Ein dveylur er
ein kustur ella moppa, sum fyrr í
tíðini vanliga varð brúktur umborð
á skipi.
– Eg broytti tað so bara til eitt
kvennkynsorð, og gav fyritøkuni
navnið Dveylan. Tað ljóðar meir
feminint, heldur Kirsten fyri.
Dveylan hevur ikki brúkt
nógvan pening til marknaðar
føring..
– Tað hevur ongantíð verið
neyðugt. Vit hava bara brúkt
junglutrummurnar, og tað hevur
víst seg at vera ivaleyst, sigur
Agnas T. Olsen, sum fyri einum
ári síðan varð settur sum dagligur
leiðari í fyritøkuni.
Tað kemst av, at arbeiðið var
vorðið so rúgvismikið, at tað
gjørdist ov nógv fyri Kirsten
Jacobsen. Hon vildi eisini hava
frí onkuntíð, og avgjørdi tí at seta
eitt fólk afturat. Agnas T. Olsen
fekk ábyrgdina av at taka sær av
øllum samskifti í samband við
bílegging av vaskiarbeiði. Tær
eru kortini felags um at taka sær
Tær hava
vaskað seg
á rætta hill
Fyri skjótt átta árum síðan fór Kirsten
Jacobsen undir at stovna sítt egna
virksemi. Eftir at hava roynt ymiskt
fyrifallandi arbeiði, valdi hon at brúka
alla sína tíð til at gera reint fyri fólk.
Fyri einum ári var tað vorðið so mikið
rúgvismikið, at hon avgjørdi at seta ein
dagligan leiðara í starv. Leiðarin hevur
eisini roynt alt møguligt, men líka sum
Kirsten, kennir hon at hon loksins er
komin á røttu hill
– Eg haldi tað vera spennandi at fara út til eina uppgávu. At koma inn og hyggja eftir hvat skal gerast. Og
uppgávurnar kunnu vera sera ymiskar. Tað kann vera alt frá at vaska umborð á skipum, vit hava til dømis
verið uppi í høgum stilladsum og staðið fastar í skaktum, sigur Agnas T. Olsen, dagligi leiðarin í Dveylan
Dveylan er upprunaliga eitt
kallkynsorð. Kirsten fann orðið
í eini orðabók, tá hon leitaði
eftir einum orði fyri moppu. Ein
dveylur er ein kustur ella moppa,
sum fyrr í tíðini vanliga varð
brúktur umborð á skipi
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Her arbeiði eg
Her arbeiði eg er summartema í Sosialinum.
Komandi átta vikurnar fara vit at prenta eina
søgu um fólk og teirra ymisku arbeiðspláss