Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 123 - 1. juli 2009 Hava funnið svarta kassan Bjargingarlið hava funnið tann svarta kassan úr tí jemenska flogfarinum, sum datt niður í havið við Komorurnar. Tíðindini koma frá teirri fronsku stjórnini, og sostatt fer tað helst at bera til at fáa greiði á, hví flogfarið datt niður, skrivar AFP úr París. Loftfe rðslumyndugleikarniur í Jemen hava staðfest, at 153 fólk vóru umborð á flogfarinum. Fyribils er bara ein 14 ára gomul genta funnin á lívi. Jemenska flogfarið var frá verksmiðjuni Airbus, men tó ikki sama slag sum tað franska flogfarið, sum datt niður í Atlantshavið tann 1. juni. Svarti kassin úr tí flogfarinum er ikki funnin. Ja til lønarlækking Tey flestu starvsfólkini hjá skandinaviska flogfelagnum SAS eru til reiðar at fara seks prosent niður í løn. Tað er úrslitið av einari atkvøðugreiðslu millum tey starvsfólkini, sum eru limir í fakfelagnum HK Luftfart. Tey fingu trinnar kostir í at velja. Vildu tey góðtaka at fara seks prosent niður í løn, ella vildu tey heldur hava seks prosent minni arbeiðstíð, ella at seks prosent av starvsfólkunum blivu uppsøgd. Tá liðugt var at telja svarini, vísti tað seg, at 75 prosent valdu at fara niður í løn, men tó bara í seks mánaðir. Tað svarið hevur leiðslan í SAS nú fingið, sigur DR. Tað er nú staðfest, at beinini, sum ein kona kom fram á í Hvalba herfyri, eru mannabein Fornfrøði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið ein kona ein góð­veð­ urs­dag herfyri fór ein túr om­an í mølini í Nesi í Hvalba við lítla soni sínum at spæla eina løtu, komu tey brádliga fram á eina gamla beinagrind, sum stakk út undan bakkanum. Talan var um nøkur heilt fá bein, sum vóru púra rein og nosslig og høvdu øll tekin um at hava ligið undir mold í øldir. Men konan, sum lærir til sjúkrarøktarfrøðing, helt, at beinini sóu kend út og tí tók hon tey við sær til hús. Hon setti seg í samband við Fornminnissavnið og savnið fekk síðani beinini í varðveitslu. Mannabein Tey vórðu send til Dan­mark­ ar til kanningar fyri at staðfesta, hvat talan er fyri bein og Símun V. Arge, forn­ frøðingur, sigur, at tað nú er staðfest, at talan veruliga eru um mannabein. Talan er um eitt skinna­ bein og eitt petti av einum fótrótsbeini, sum var komið undan kavi í bakkanum í mølini í Nesi Hvalba. Fornfrøðingurin sigur, at sjálvandi er hetta øgiliga áhugavert, tí tey hava leingi havt varhugan, at okkurt av fornfrøðiligum áhuga hevur verið har um vegir. Staðið, har leivdirnar eru funnar, eitur Bønhúsfløta og eisini tað staðarnavnið bendir á, á, at fólk hava búleikast har. Síðani hava fólk frá Forn­ minnissavninum verið í Nesi og Hvalba og skrásett alt tað, sum sæst í bakk­an­ um. - Tað er heilt týðiligt, at har eru leivdir av fornari búseting bæði av toftum av húsum og gørðum. Mannabeinið kann eisini benda á, at har hevur verið ein fornur kirkjugarður. Skráseta økið Spurningurin er bara, hvussu gamlar fornleivd­ir­ nar í Nesi í Hvalba eru og tað er ikki staðfest enn. - Men tað er ongin ivi um, at hetta er heilt gamalt, tí ongin veit nakað ítøkiligt um búseting akkurát har og hetta liggur eisini uttanfyri vanliga bústaðarøkið í Nesi í Hvalba. - Talan kann vera um bú­set­ing, sum stavar frá mið­øld ella kanska enntá heilt afturi í víkingaøld, sigur Símun V. Arge. Hann sigur at næsta stigið hjá Fornminnissavninum verð­ur at fara aftur í Nes Hvalba seinni í summar at skráseta allan bakkan heilt neyvt, at beinini eru funnin. Tá ið tað er gjørt, fara tey at vita um tað ber til at fáa beinini tíðarfest fyri at vita hvussu gomul tey eru. Um tað ber til ella ikki, veldst um, hvussu nógv kol­ lag­en er í beininum, tí tað er kollagenið, sum verður brúkt at tíðarfesta tað við. Er alt kollagen vaskað úr beininum, ber ikki til at tíðarfesta tað. Óvist við grevstri Tá ið alt tað arbeiðið er liðugt, verður støða tikin til um hetta er eitt øki, har Fornminnissavnið eigur at grava út. Í øllum førum heldur hann, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk, fyri at tryggja, at ikki meiri av bakkanum fer í brimi. Tá ið hann sigur, at støða skal takast til um tey skulu grava økið út, er tað ikki tí at tey ivast í um her er nóg áhugavert at grava. - Hetta er heilt avgjørt sera áhugavert, Men um vit skulu grava, er nevniliga ein fíggjarligur spurningur. - Vit fáa onga játtan til fornfrøðiligar grevstrar. Tað er ikki vist, at Forn­minn­is­ savnið fær ráð at grava út í Hvalba. Gravingin á Sandi í løtuni er bara neyðgrevstur, tí játtan til veruligan út­grevstur fáa vit ikki. Men í fyrstu syftu heldur hann, at stig eiga at verða tikin til at verja bakkan, so at ikki meiri av honum ferst í brimi. Funnu beinagrind av fólki í Hvalba Ein maður hevur verið í vanda fyri at enda í geglinum í ein mánað fyri at hótta ein politist, men hann slapp við skrekkinum Ein maður, sum hevur verið ákærdur fyri at hótta við at sorla og knúsa ein politist sundur, sleppur nú undan at fara í geglið. Tá ið ein politistur eitt kvøld herfyri fór á ein bú­stað í Havn í einum rætti­ liga meinaleysum ørindi at fáa fatur á einum tele­fon­ nummarið á einum bilfør­ ara, sum varð tikin kvøldið fyri, fyri at hava koyrt við ongum koyrikorti, endaði tað við hørðum orðadrátti ímillum politistin og mann­ in í húsunum. Sum vit skrivaðu í Sosi­al­ in­u­m síðsta hósdag, bleiv tað so heitt, at maðurin varð ákærdur fyri at hava hótt við at sorla og knúsa pol­it­ ist­in sundur. Hinvegin siga bæði mað­ urin sjálvur og onnur hús­ fólk hjá honum, at tað var politisturin, sum var bæði frekur og ófólkaligur. Ákærin heldur, at talan er um so mikið álvarsligt mál, at maðurin eigur at fáa fongsulsrevsing í 20-30 dagar, men verjin hjá hon­ um krevur frídøming og í ringasta føri, at hann skal sletta undan at sita. Verjin heldur, at polit­ist­ ur­in hevur handfarið málið illa, tí ørindini hevði so lítið upp á seg, at hann átti ikki at latið støðuna ment seg til slíkan orðadrátt. Hann vísti eisini til, at vitni ikki minn­ ast nakað til hóttanir um at knúsa og sorla. Eftir at dómarin hevur tugt málið í eina viku, kunn­ gjørdi hann sína niðurstøðu á miðdegi í gjár. Og niðurstøðan er, at mað­urin sleppur undan at sita. Men heilt ósekan held­ ur dómaran kortini ikki mann­in vera, tí hann varð dømd­ur 30 dagar treytaða fongs­ulsrevsing við eini royndartíð upp á tvey ár. Tað merkir, at ger hann nak­ að annað ólóglig hesi bæði næstu árini, verður hesin dómurin tikin upp aftur og so skal hann eisini í geglið fyri hesa ákæruna. -áki- Slapp væl undan álvarsligari ákæru Hesi beinini vórðu funnin í mølini í Nesi í Hvalba herfyri og nú er staðfest, at talan er um eitt skinnabein og eitt petti av einum fóti, sum er funnin í Hvalba