Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 123 - 1. juli 2009 - Tað líkist svartasta ongum, at ein al­mennur stovnur upp­førir seg so­leiðis. Tað heldur for­ maðurin í Føroya Peda­gogfelag, Jarvin Feil­berg Hansen. Tey umhugsa nú at fara til Løgtingsins Um­boðsmann við málinum Sparingar/ Samskifti Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í mars mánaði kom Føroya Pedagogfelag upp í málið um sparingarnar á skúlanum fyri ung við menningartarni í Runavík, Rásin. Hóast leiðarin á Rásini í Runavík, Morten Hust Peter­sen, hevði fingið til­ søgn um, at játtanin fór at vera tann sama í 2009 sum í 2008, varð stovnurin skerd­ur við 10 prosentum á fíggjarlógini fyri 2009. Hetta fann leiðarin av tilvild út av, tá hann las Fíggjar­ lógina í februar mán­aði. Hann vendi sær til Menta­ málaráðið, til tess at fáa dialog um møguligar spar­ ingar í lag, men hevur síðan hvørki hoyrt orð ella eið aft­ur, hóast óteljandi roynd­ ir. Tá Pedagogfelagið kom upp í málið, settu tey seg í sam­band við Menta­mála­ ráðið um hetta, men Menta­ mála­ráðið er eftir øllum at døma enn líka tigandi. - Vit hava tosað við ovastu leiðsluna í Menta­ mála­ráðnum, Olavus Jesper­sen, og vit hava tosað við skrivaran hjá lands­ stýriskvinnuni. Vit hava eisini roynt at fingið fatur á deild­arleiðaranum á Fólka­ skúladeildini, Janus Jensen, men uttan eydnu. Vit hava snøgt sagt tosað við teir per­sónar uppi í Menta­ málaráðnum, sum vit kunnu tosa við, men hvørja ferð hava vit bara fingið at vita, at tað fer at orðna seg nú, og at tað veðrur arbeitt við málinum, og so einki meira, greiðir formaðurin í Føroya Peda­gogfelag, Jarvin Feil­ berg Hansen, frá. Bróta lógina Formaðurin í Pedagog­fe­ lagnum heldur lítið um fram­ferðina hjá Menta­ málaráðnum í hesum mál­ inum. - Tað líkist svartasta ong­ um, at ein almennur stovnur uppførir seg soleiðis. Har­ aft­urat heldur Menta­mála­ ráðið ikki fyri­sitingarlógina, tí tá tú send­ur eitt skriv til ein almennan stovn, so hevur tú krav upp á at fáa eitt svar, og at fáa svar upp á at skrivið er móttikið, vísir Jarvin Feilberg Hansen á. Bíða ikki leingi At einki svar er at fáa uppi í Mentamálaráðnum og at tey ikki halda seg til fyrisitingarlógina, er bert annar parturin av málinum. Hin parturin er at játtanin til ein stovn verður skerd, uttan at leiðari fær boð um hetta, og at hann fyrst fær tað at vita, tá hann av tilvild sær tað í fíggjarlógini fyri 2009 í februar mánaði. - Men nú kom so hetta lesarabrævið frá Morten Hust Petersen í bløðini í gjár, og so mugu vit fáa at síggja, um nakað hendir. Men vit bíða ikki leingi. Hendir einki skjótt, so fara vit á eitt hægri stað við hesum málinum, staðfestir formaðurin í Føroya Peda­ gogfelag, sipandi til Løg­ tings­ins Umboðsmann. Hann er sannførdur um at tey hava gjørt sín part av innsatsinum, og at bólturin nú liggur á vøllinum hjá Mentamálaráðnum. Á fíggjarlógini fyri 2009 varð sam­døg­ ur­stovnurin fyri menn­ingartarnað, Rásin, skorin við 10 prosentum uttan at boð vóru givin. Síðani februar hevur leiðarin roynt at fáa fatur á Menta­ málaráðnum, sum ikki hevur unt honum aftur. – Eg vil ikki sita tigandi og hyggja at hesum slagnum av mafiametodum og burturtiging, sig­ur Morten Hust Peter­ sen, leiðari á Rásini Sparingar/ Samskifti Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Hóast leiðarin á Rásini í Runavík, Morten Hust Pet­ er­sen, í november mán­aði í 2008 hevði fingið til­søgn frá Menta­mál­a­ráðnum um, at játtanin fór at verða tann sama í 2009 sum í 2008, fann hann í februar mánaði av tilvild út av, at stovnurin varð skor­in við 10 pro­ sentum. - Hetta kom sum eitt sind­ur av einum sjokki, sig­ ur Morten Hust Petersen í les­ara­brævi í Sosialinum í gjár. Rásin í Runavík er ein sam­døgurstovnur, sum er ein skúli fyri ung við menn­ ing­artarni, og hoyrir tí und­ ir Mentamálaráðið. Stovn­ urin varð settur á stovn í 2003 sum eitt skúlatilboð til ung við breki í aldr­inum frá 18 árum og upp eftir. Endamálið hjá stovni­num er at menna tey ungu til eitt sjálv­støðugt lív eftir lok­ið skúlaskeið. Skúlatilboðið er ein roynd­ar­skipan, sum heldur fram í 6 ár, og hvørt skúla­ skeið er í mesta lagi 3 ár. Tað er pláss fyri átta næm­ ingum á hvørjum skeiði. Men eftir at játtanin varð skorin við 10 prosentum, ella góðum 12,5 prosentum av lønarkarminum, hevur stovn­urin ikki ráð at seta tíma­lærara í eitt nú før­ oyskum og støddfrøði. - Tí verður undirvísingin røkt av námsfrøðingum og hjálparfólkum, og tað er langt frá optimalt. Eg kundi sjálv­andi valt at koyra okk­ urt av starvsfólkunum úr starvi, til tess at fáa ráð til hetta.... Men tað letur seg ikki gera at reka ein stovn við samdøgurstilboði við bert 4 starvsfólkum, utt­an so at døgnið verður stytt 1½ tíma, greiðir Mort­en Hust Petersen frá. Tigandi Mentamálaráð Tá Morten Hust Petersen í februar mánaði fann út av, at játtanin til stovnin var skorin, vendi hann sær beinan vegin til Menta­ mála­ráðið. Hann vildi hava eina frágreiðing frá ábyrgd­ ar­havandi, ið er Janus Jen­ sen, undirvísingar­leiðari fyri fólkaskúla­deildina. Hetta eydnaðist hon­um tó ikki. - Eg legði óteljandi boð til bæði hann og skrivaran hjá honum, sendi teldubræv, har eg vísti á mína undran yvir, at eg einki hevði fingið at vita um hetta, og legði upp til ein dialog um møguligar sparingar. Men líka hjálpti. Eg varð bara møttur við tøgn, hvørki telefonboðini ella teldu­ brævið (sent tann 4/2-09) vórðu svarað, sigur Morten Hust Petersen. Mafiametodur og burturtigan Tá Morten Hust Petersen eftir ein mánað ikki hevði fingið svar frá deildar­ leiðaranum í Fólka­skúla­ deildini, vendi hann sær til toppin, landsstýriskvinnuna í Mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, til tess at fáa í lag dialog og til at fáa eina frágreiðing. - Men landsstýriskvinnan var ógjørlig at fáa fatur á, hóast eg legði fleiri boð hjá skrivaranum hjá henni og sendi henni teldubræv, vísir leiðarin á Rásini á. Teldubrævið er sent tann 19.mars, men eftir meira enn tríggjar mánaðir hevur hann einki hoyrt frá hvørki landsstýriskvinnuni ella Mentamálaráðnum. - Nú vóru góð ráð dýr, tá eg ikki ynski at sita tigandi og hyggja at hesum slagi av mafia­metodum og burt­ur­ tig­an, staðfestir Morten Hust Petersen. Tá Morten Hust Petersen hevði roynt seg uttan nyttu, vendi hann sær seinast í mars mánaði til Føroya Peda­gog­felag. Mafialeiðari útflýggjaður Salvatore Miceli, sum vanliga verður umrøddur sum uttanríkisráðharrin hjá mafiuni á Sisilia, varð í gjár sendur úr Venesuela til Italia. Miceli varð tikin í venesuelska høvuðsstaðnum Caracas fyri tíggju døgum síðani eftir áheitan frá Interpol og italsku myndugleikunum. Hann verður roknaður sum ein av teimum vandamestu mafia-monnunum í Italia og hevur verið eftirlýstur í mong ár. Hann er millum annað skuldsettur fyri at hava smuglað stórar nøgdir av rúsevnum úr Suðuramerika til Evropa og fyri at hava goldið rúsevnaharkaliðunum í Kolombia ovurhonds nógvar pengar. Viðurkennir ikki Ahmadinejad Í Iran hevur Mehdi Karoubi, sum stillaði upp á tí umstrídda forsetavalinum í síðsta mánað, nú boðað frá, at hann viðurkennir ikki tað almenna úrslitið av valinum, og at hann tí ikki metir Mahmoud Ahmadinejad sum lógligan forseta. Á heimasíðu síni skrivar Mehdi Karoubi, sum bleiv nummar fýra á forsetavalinum tann 12. juni, at hann fer at halda fram við stríðnum ímóti teimum ráðandi, og at hann fer at arbeiða saman við øðrum nýskipanarhugaðum kreftum. Tað máttmikla Vaktarráðið kunngjørdi annars í gjár, at úrslitið av forsetavalæinum er uppgjørt og endaligt, og at fleiri kærur verða ikki viðgjørdar. Mafiametodur í Mentamálaráðnum Líkist svartasta ongum Ikki í lagi Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Helena Dam á Ney- stabø, hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar til málið í dag, av tí at hon vegna sjúku er heima, og tí ikki fær sett seg inn í málið í dag. Hon greiddi tó frá, at hon veit ikki um, at leiðarin á Rásini ikki skal hava fingið svar, og at hon hevur spurt inn til málið, og hevur fingið at vita, at málið er avgreitt. Hetta kundi hon tó ikki siga við vissu, at tað var, men legði afturat, at hevur hann ikki fingið svar, so er tað ikki í lagi. Landsstýriskvinnan skuldi beinanvegin fara at kanna, um málið var avgreitt ella ikki, men var ikki gjørligt at fáa tað svarað, áðrenn evstamark hjá blaðnum var í dag. Ein viðmerking frá Landsstýriskvinnuni um hetta málið verður væntandi í Sosialinum í morgin. -rn.