mikudagur 1. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 123 - 1. juli 2009
Tað hevur fingið
nakað av umrøðu,
at Tórshavnar
kommuna stendur
fyri umvælingini av
einari ogn í Niels
Finsensgøtu, sum
Føroya Banki eigur.
Soleiðis var eisini
á býráðsfundinum
seinasta hóskvøld
BÝRÁÐSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hevur nakað
av kjakið verið um ognina
Niels
Finsensgøta
13,
bygningurin millum Føroya
Banka og Kondittaríið. Ella
húsini hjá Hans í Funnings
stovu.
Tað stutta av tí langa er,
at Føroya Banki eigur bygn
ingin, men tað er eingin
loyna, at hann er ikki snøgg
asti bygningurin í býnum.
Tí tóku borgarstjórin og
varaborgarstjórin stig til at
fáa húsini umvæld. Hetta
varð gjørt í einu semju við
Føroya Banka sum gekk út
upp á, at Tórshavnar komm
una stendur fyri umvæling
ini, men Føroya Banki
rindar.
Tað vil tó siga upp til eina
ávísa upphædd. Innheintað
tilboð setti upphæddina til
498.948,00 krónur, og hesa
upphædd
hevur
Føroya
Banki givið váttan fyri at
rinda. Tað vil so aftur siga,
at fer kostnaðurin upp um
hesa upphædd, skal Tórs
havnar
kommuna
rinda
meirkostnaðin.
Fyri at umvælingin skal
kunna setast í verk varð
gjørdur ein leigusáttmáli
millum Tórshavnar komm
unu og Føroya Banka,
galdandi í fimm ár, og sum
svarar
til
umvælingar
upphæddina. Hetta gevur
8.315 krónur um mánaðin.
Ónøgd
Andstøðan var tó ónøgd við
framferðarháttin í málinum.
Fyri tað fyrsta vísti Anfinn
Brekkstein á, at tað var ikki
rætt at fara til ávísar hand
verkarar at innheinta tilboð
fyri triðja part. Heldur ikki
var tað rætt at lata ávísari
fyritøku undirhonds leigu
sáttmála, tí hetta er kapp
ingaravlagandi.
Eisini
Sjúrður
Olsen
fíltist á framferðarháttin í
málinum, men Bogi Andrea
sen, varaborgarstjóri, vísti
atfinningunum aftur. Hann
segði, at umrødda hand
verkarafyritøka kundi gera
arbeiðið her og nú, og tað
var
rættiliga
avgerandi,
skuldi bygningurin standa
liðugt
umvældur
til
ólavsøku.
Hann
helt
somuleiðis
heldur ikki, at nakar fekk
framíhjárætt til leigusátt
mála, tí Guðrun & Guðrun
vóru tær einastu, sum høvdu
spurt um størri hølir.
Varaborgarstjórin
helt
annars, at málið var »nega
tivt ladað« av andstøðuni,
men hesum vísti andstøðan
aftur.
Málið var fyri í býráðnum
eftir kravi frá minnilutanum
í fíggjarnevndini, Sjúrða
Olsen. Tað varð sostatt við
gjørt á býráðsfundi, men
kom ikki til atkvøðugreiðslu,
tá tað framman undan longu
var avgreitt.
Ósemja um Hans í Funningsstovu
Tað var umráðandi, at handverkararnir kundu gera arbeiðið
beinanvegin, so húsini kunnu standa liðug til ólavsøku
Mynd: Jesn Kristian Vang
Dýrari at lata rusk á KOB
Eitt av málunum, sum varð samtykt á býráðsfundinum seinasta hóskvøld, var
ein hækkan av ruskgjaldinum í kommununi. Tað verður hereftir dýrari at lata
rusk inn á Kommunalu Orku- og Brennistøðina á Sandvíkarhjalla. Forkvinnan
í Heilsu- og Umhvørvisnevndini, Elin Lindenskov, var ein av tveimum býráðs
limum, sum tók orðið í hesum málinum. Hon segði, at hóast tað beyð henni
ímóti at hækka avgjøld, so mælti hon til at taka undir við fíggjarnevndini. Sam
tyktin fór at merkja eina meirinntøku til KOB upp á 1,5 milliónir krónur árliga.
Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum mælti frá at leggja fleiri avgjøld á vinnuna.
Hann segði seg rokna við, at eitt hækkað gjald fór at merkja, at fólk ikki lótu
ruskið inn á KOB, men í ringasta føri tveittu tað í havið ella í náttúruna. Upp
skotið varð kortini samtykt av samgonguni, meðan andstøðan atkvøddi ímóti.
Á býráðsfundinum í
síðstu viku samtykti
Tórshavnar býráð at
játta einari umsókn
frá P/f Asfaltvirkinum
um at byggja eina høll
at goyma skervi í
BÝRÁÐSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var longu í november
2005, at Asfaltvirkið á
Sundi søkti býráðið um at
víðka leigumálið av øki
num, tí goymskuplássið til
skerv var ov lítið.
Tað hendir kortini lítið og
einki í málinum fyrr enn
Asfaltvirkið í skrivi 2.
januar
2008
søkir
av
nýggjum,
hesaferð
um
byggiloyvi til eina høll at
goyma skerv í. Við at liggja
úti er skervurin ofta vátur
og má tí turkast áðrenn
nýtslu, og hevur hetta bæði
seinkingar og eyka útreiðsl
ur við sær.
23. januar í fjør samtykkir
fíggjarnevndin
at
beina
málið í byggi- og býarskip
anarnevndina og havna
nevndina til ummælis.
Tá talan er um at goyma
skervin inni í staðin fyri úti,
skuldi tað ikki tikið meiri
pláss enn tað sama, og
tilmælið frá havnameistar
anum er tí, at mælt verður
til at ganga umsóknini á
møti, at byggja á ídnaðar
økinum oman fyri vegin.
Havnanevndin samtykti á
fundi 18. februar at taka
undir við tilmælinum.
Økið, sum søkt verður
um, er umleið 4.900 fer
metrar til støddar.
Býararkitekturin mælir tó
frá at ganga umsóknini á
møti og mælir í staðin til, at
økið verður bjóðað út eftir
bíðilistanum. Hesum taka
Bogi Andreasen og Halla
Samuelsen undir við á fundi
í byggi- og býarskipanar
nevndini 18. juni í ár. Levi
Mørk og Jan Christiansen
mæla tó til at ganga um
sóknini á møti.
Loyva kortini
Undan
býráðsfundinum
hóskvøldið var fundur í
fíggjarnevndini, og har tók
ein meiriluti undir við at
víðka leigusáttmálan. Talan
var um Heðin Mortensen,
Jógvan Arge og Sjúrð Olsen.
Ein
minniluti,
Elin
Lindenskov og Marin Katrina
Frýdal, mælti til at taka undir
við býararkitektinum.
Á sjálvum býráðsfundi
num førdi Marin Katrina
Frýdal fram, at økið átti at
verið boðið út sambært
bíðilistanum, men hesum
vísti Sjúrður Olsen aftur og
segði, at bíðilistin var eftir
keypi av grundstykkjum og
ikki leigusáttmálum. Hann
vísti annars á, at P/f
Asfaltvirkið jú hevði bíðað
í hálvtfjórða ár eftir svari.
Atkvøtt varð síðani um
meirilutatilmælið frá fíggj
arnevdini, og varð hetta
samtykt við níggju atkvøð
um fyri og ongari ímóti.
Fyri
atkvøddu
Heðin
Mortensen, Jógvan Arge,
Jákup Símun Simonsen,
Levi Mørk, Maria Hammer
Olsen, Anfinn Brekkstein,
Vagnur Johannesen, Inga
Dahl og Sjúrður Olsen.
Bogi Andreasen, Marin
Katrina
Frýdal,
Halla
Samuelsen og Elin Linden
skov greiddu ikki atkvøðu.
Sostatt er endaliga sam
tykt, at P/f Asfaltvirkið
kann byggja ein goymslu
bygning til skerv inni á
Sundi.
Asfaltvirkið játtað byggiloyvi
Loyvt verður nú P/f Asfaltvirkinum at byggja ein
goymslubygning her inni á Sundi, har teir hava asfaltverk
Mynd: Jens Kristian Vang
ES herðir ímóti royking
ES-kommiserurin í heilsumálum, Androulla Vassiliou úr Grikka
landi, vil hava ES-londini at herða reglurnar um royking á
almennum støðum og á arbeiðsplássum. Ætlanin er, at broyt
ingin skal galda í øllum teimum 27 limalondunum, og at tær
skulu koma í gildi í 2012. Fleiri av ES-londunum hava longu
avmarkað møguleikarnar hjá sínum roykjarum, og heilsukommi
serurin heldur, at somu strongu reglur skulu galda í øllum sam
veldinum. Androulla Vassiliou sigur, at í 2002 doyðu 19.000
ES-borgarar av lungnakrabba, sjálvt um teir ikki royktu. Trupul
leikin var, at teirra arbeiðsfelagar royktu á arbeiðsplássinum, og
at teirra húsfólk royktu heima við hús, sigur hon.