mikudagur 1. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 1. juli 2009
13
Tað er við ræðslu í sinni, at eg
fjálturstungin síggi fram í
móti tí sonnu avgrund, bogar
nir í Havn ferðast í móti nú
vandasjógvar herja á. Tíbetur
er býurin undir einari leiðslu
sum væl dugir at rópa varskó
og lýsa stórbýartrupulleikar
nar, sum fara at taka allan
lívskvalitetin frá okkum. Vit
skulu jú ikki standa aftan fyri
allar hinar metropolarnar og
skipa fyri, at borgararnir her
heilt víst fáa allar teir vansar,
sum ein stórbýur hevur
S
einasta skotið hjá teimum
fólkavaldu og umsitingini er
at leggja eftir teimum hart
arbeiðandi, veiku, stressaðu og
til dagligt offrandi menniskjuni,
sum brúka meira enn helvtina
av einum ári at arbeiða fyri
lands- og kommunukassarnar.
Nú ynskir man at straffa tey,
sum dag út og inn, grulva eftir
heimsins mest ineffektiva
ringvegi oman í høvuðsstaðin
fyri at halda samfelagshjólini
koyrandi.
Fyri at fáa fjøldina at halda
munn, hevur man fingið danir
at úttala seg um, at ríkiligt av
parkeringsplássum eru í mið
býnum, men har manglar út
skifting. Veit ikki hví, tað skal
gjaldast í tíggjundatúsindvís av
krónum fyri eitt danskt alibi, tá
tað hvønn dag eru føroyingar,
sum heilt ókeypis kunnu vísa á
tað umvenda. Ein og hvør, sum
ein yrkadag hevur roynt at park
era í miðbýnum í Havn, aftan á
klokkan 9:12 veit, at tað er
trupult at finna eitt pláss minni
enn 500 metrar frá Rasmuss.
Tað er fakta og ikki teoretiskar
flosklar frá einum fólkaslagi,
hvørs trafikalu evni, í teirra
egna høvðusstaði, eru drepandi.
Vit hava í dag eina skipan við
kvartum, hálvum, heilum,
tveimum og fýra tímum um
framt longri. Gevur tað ikki
optimala útskifting fyri borg
aran og handilslívið? Hetta er
genialt, onkur hevur einaferð
hugsað sjálvur og ikki latið
seg blenda av utopiskum
dreymum um ein billeysan
heim.
Seinasta vetur, og allar
frammanundan, hava vit
fingið staðfest, at veðurlagið í
Føroyum ikki er tað besta. Vit
hava fleiri vikur, har vit
arbeiða, virka, keypa, liva og
ikki lata okkum lynda av
einum hørðum stormi ella
tveimum. Størsti parturin av
Evropa hevði doyð av ræðslu,
um tey upplivdu ein vanligan
føroyskan vetrarmánað. Ein
fyritreyt fyri at vit kunnu
lívbjargast á hesum klettunum
er, at vit kunnu ferðast um
landið við børnum, vørum,
vinum, til og frá arbeiði um
framt at njóta okkara vøkru
náttúru. Lat okkum tryggja, at
samfelagslívæðrin heldur á
fram við renna, uttan at kasta
okkum eftir tí sum súkklandi
borgarstjórar halda er rætt.
Er tað veruliga ynskið hjá
Tórshavnar kommunu at leggja
enn eina byrðu á tey, sum offra
almikið fyri at gjalda fyri okk
ara vælferð. Vit hava longu
heimsmet í dagligari virðis
minking á akførum okkara.
Aftur her hava vit brúkt dansk
an øvundarskatt sum fyrimynd.
Onki við at hyggja at týskarum,
bretum ella svium v.m. Nei, her
brúka vit tað, fyri borgaran,
vánaligu loysnina tá vit jú ikki
tora at hugsa sjálvi og við
góðari samvitsku loyva okkum
at hava ein miðal svenskan bil.
Er tað veruliga ynskið hjá
Tórshavnar kommunu, at kassa
daman, sum vinnur 5 – 600 um
dagin skal drenast fyri síðsta
blóðsdropa og gjalda tað sum er
eftir, aftan á skatt, í parkerings
skatti. Tað skal sjálvandi kosta
48 krónur um tíman her. Fyri
myndin Keypmannahavn, tekur
24 um tíman so vit skulu minst
vera dupult so góð. Stjórin,
reiðarin, KT-ráðgevin, deildar
leiðarin og hitt fína slagið skal
nokk klára tað. Men tann ein
liga mamman, tey eldru, arbeið
arafjøldin, tey sum bert hava til
dagin og vegin fáa ein vátan
vøtt í høvdið. Næsta stigið
veðrur so parkeringsbøtur upp á
1020 kr, vatnskatt, ognarskatt,
kloakkskatt, CO2 skatt og ein
27 nýggjar byrðar sum vit
kunnu læra frá dønum v.m.
Í staðin fyri at dagliga at
geyla um ikki eksisterandi stór
býartrupulleikar, skuldi land
sins kosnu, heldur stillað seg
við innkoyringin til Havnina og
bukka fyri avbygafólki og sam
stundis við harðari rødd takkað
fyri, at tey offra seg og gjalda
ein av heimsins hægstu skatt
um, keypa heimsins dýrastu
vørur, hava heimsins størstu
virðisminking á akfarinum og
lata seg blenda av teimum, sum
fantasera um ikki eksisterandi
stórbýartrupulleikar.
Um nakar er í íva, so haldi eg
tað vera óneyðugt, visiónsleyst,
býtt og órættvíst at leggja enn
ein skatt á teir longu knokkroytt
ur borgararnar í hesum landi.
Um vit nýta eitt sindur av hug
flogi og evnum til at hugsa
longri enn 4 ár fram, men heldur
eini 15 – 20 ár so kann Havnin
gerast stórbýarfyrimyndin hjá
teimum býum sum í dag byggja
samfelagið upp eftir snævur
skygdum ynskidreymum. Her
eru nøkur ítøkilig dømi har
inspiratión er tikin frá Gøteborg,
Boston og Fuglafirði.
1) Ger samband millum eystaru
og vestari vág um ein tunnil
sum kemur upp á Skálatrøð. So
fáa vit leitt ferðsluna gjøgnum
býin á ein tryggan, burða
dyggari og effektivan máta.
2) Ger eitt risa parkeringspláss
undir jørð beint undir miðbýn
um. Hav eini 3 – 4 útvald støð
har ferðslan kemur til og frá.
Handilslívið vil blóma, ólav
søkusangurin kann verða
innandura, tá tað regnar.
3) Tá 1 og 2 eru gjøgnumførd.
Stong miðbýin fyri ferðslu, lat
Havnará upp aftur, ger spæli
pláss, blomsturkassar, cafétorg,
arkadir og alt hitt sum politikk
arar elska at vísa í verki, tí fjøld
in tráar tað. Núverandi ætlan
við bara at gera tær løttu og
vælumtóktu bleytu broytingar
nar, fara at kosta fleirfalt, tá
komandi ættarlið skulu rudda
upp í tí trafikala hurlivasa sum
verður skaptur.
4) Gerið nakrar parkerings
tunlar inn í bergini við Skála
trøð og við Kongabrúnna. Set
teir í samband við hugskot 1).
5) Brúka bilkøina, á atløgu
bryggjuni, sum parkeringspláss
tá ongin ferja liggur, og tey eru
tómt.
6) Tað eru nógv onnur genial
hugskot, sum ikki beinleiðis
hava við parkering og miðbýin
at gera, men kanska tey kunnu
geva eitt sindur av íblástri til
komandi framburð. Vit hava
áður víst genialitet og eiga at
kunna gera tað aftur, men
kanska tann tíðin er farin?
6a) Gerið eina samanflætting
millum bilarnar, sum koma frá
Sandvíkahjalla og Kaldbaks
botni. Vit fáa glíðandi, tryggari,
burðadygga og effektiva
avgreiðslu.
6b) Við tað víðagitna T-kryssið
við Hoyvíksvegin, ger eina
brúgv ella ein tunnil sum leiðir
ferðsluna frá Hoyvíksvegin og
yvir móti strond. Enn einaferð
fáa vit glíðandi, tryggari, burða
dygga og effektiva avgreiðslu
av ferðsluni. 80% av proppinum
vilja hvørva sum døgg fyri sól.
6c) Set ljóskurvarnar til at
blinka gult, tá ongin tørvur er á
teimum, og lat vanliga víku
skildu ráða. Eystureuropearar
og tann eingilsk talandi heim
urin dugir at ferðast í slíkum
“krevjandi” umhvørvi, men
danir megna tað ikki. Hvønn
bás fella vit føroyingar í her?
6d) Ikki lata tey sum eru í
starvsvenjing taka avgerðir um,
hvar ferðsluforðingar (ongin
bunga er gjørd enn) skulu ger
ast. T.d. á veg út úr einari rund
koyring har ferðin longu er av tí
lægsta. Móti einum T-kryssið
har ein og hvør bilur framman
undan bremsar ella har sum eitt
eindømi verða sum brúkt
avgerðagrundarlag. Tað er ikki
trygt, umhvørvisvinarligt ella
hugaligt at gera allan miðbýin
til eina langa bilkø.
Møguleikarnir fyri genialum
loysnum eru óteljandi. Vit
kunnu, tá vit vilja. Tað er bara
spurningur um tíð, ikki prís.
Tann besta loysnin er altíð betri
enn eitt politiskt kompromis,
sum byggir upp á úrslitið til
komandi val. Lat okkum byggja
ein dynamiskan, effektivan og
hugnaligan bý, har vit bæði
hava hugna til børnini og eitt
vinnulív, sum ikki skal standa í
kø ella koyra runt og leita eftir
parkeringsplássi. Havnin er
heimsins minsti býur, ikki
stórbýur, vit kunnu alt um vit
duga at viðurkenna tað og
hugsa sjálvi. At viðurkenna ein
trupulleika og loysa hann vil
altíð vera betri enn okkara
núverandi leistur, har vit bert
royna at fjala symptomir.
Trupulleikin í Tórshavn er, at
tað júst nú mangla 53 parker
ingspláss afturat innan fyri ein
356 metra radius frá Rasmuss
Effersøe á Vaglinum. Loysið
tað uttan at leggja fleiri byrðar
á fólk. Vísið hegni, visiónir og
dugnaskap. Avmarkingar,
forðingar, skatt og skerjingar
kunnu vit lata stórbýirnar um.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Innflutningur av
»stórbyartrupulleikum«
Tíðargreinin
tíðargreinin
Torben Nielsen