Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 123 - 1. juli 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Heidi Elisa Joensen fer til gravar úr Sandavágs kirkju hósdagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Heidi, kunnu lata 1 ára gamla soninum Lukas eina gávu, konto í Føroya Banka. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 2. juli hava hjúnini Angelika og Hilmar Danielsen í Havn diamant­ brúdleyp. Tey eru helst best kend frá Yamaha knallert- og skut­arahandlinum í Bøkj­ ara­brekku, sum tey róku í meira enn 30 ár. Hilmar og Angelika eiga 6 børn: Gunnbjørn, Beinta, Frants, Katrin, Jákup og Sámal. Barnabørnini eru 12 í tali og eitt langabba- og langommubarn. Dagurin verður hildin sam­an við børnum og fam­ ilj­um teirra á Hotel Bakk­an­ um í Vági. Diamantbrúdleyp Dagurin 1. juli, Teobaldus, doyði í 1066. Franskur aðalsmaður, ið á ungum árum velur eitt lív sum einbúgvi. Var fyrst í Luksemburg, ger so pílgrímsferð til Santiago de Compostela í Norðurspania, síðan til Róm og fær sær at enda tilhald í Vincenza í Italia, har hann varð prestvígdur. Andras Samuelsen var føddur í Haldarsvík hendan dagin í 1873. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Í Müllers Pakkhúsi letur ein øðrvísi framsýning upp fríggja­dagin 3. juli kl. 16. Tað er 21 ára gamli lista­ maðurin Jóhan Martin Christi­ansen, sum hevur hesa framsýning undir heit­ in­um Koloni Box. Um framsýningina sigur Jóhan Martin Christiansen m.a. at í sambandi við at Tórshavnar kommuna hev­ ur verið demokratisk vald kommuna í 100 ár, setti eg mær fyri at skipa fyri hesi framsýningini í Müllers Pakkhúsi. Framsýningin skal endurspegla ella við­ merkja tað at liva í einum fólkaræði, sum samstundis er eitt ræði, ið hevur støðu sum koloni. Hetta er eitt para­doks. Alt, ið rørir seg í sam­fel­ agn­um, verður á ein ella ann­ an hátt definerað og skilt út frá hesum – tað at vera ein koloni. Tó er øllum greitt, at Føroyar eru ikki ein vanlig koloni, har Dan­mark virkar sum kúgandi vald. Verkætlanin gongur út upp á at visualisera spurn­ ing­in við at byggja nakrar kass­ar, sýnisgluggar ella rúm, ið eg velji at kalla Kol­ oni Boxir. Í hvørjum kassa verður eitt evni, sum er ein tvørskurður gjøgnum søg­ una. Støðið verður tikið í ymiskum føroyskum viður­ skiftum, ið siga nakað um hug­burð og virðir í Før­oy­ um, bæði í dag og fyrr, sig­ur Jóhan Martin Christian­sen. Jóhan Martin Christiansen er føddur í í Havn í 1987. Eftir lokið studentsprógv fór hann til Danmarkar á Hol­bæk Kunsthøjskole í 2007, og síðan 2008 hevur hann gingið á Ærø Kunst­ højskole. Eftir summar­feri­ una byrjar hann á Malmø Art Academy í Svøríki. Jóhan Martin hevur verið við á fleiri framsýningum saman við øðrum bæði í Før­oyum og í Danmark, um­framt at hann hevur havt sjálvstøðugar framsýningar í Føroyum. Framsýningin verður opin frá 3. til 24. juli, allar dagar frá kl. 12-18. Heima­ síða: jmc-art.net mg Koloni Box í Müllers Pakkhúsi Jóhan Martin Christiansen í Müllers Pakkhúsi saman við Sis Hedegaard, sum eisini hevur gingið á Ærø Kunsthøjskole. Hon er komin úr Danmark at hjálpa til við framsýningini Mynd: Jens Kristian Vang