mikudagur 1. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 123 • 01. juli 2009
Hóast bygdin var lítil umboðar
hon eitt sindur av Føroyasøgu, tí
hon er upprunin hjá minst einum
løgmanni í gamlari tíð og fýra
løgmonnum í nýggjari tíð. Teir eru
Hákun Djurhuus, Pauli Ellefsen,
Jógvan Sundstein og Anfinn
Kallsberg.
Blankaskáli liggur vestantil á
Kallsoynni, beint yvirav Leirvík,
bygd á sólsíðuni, vard móti
kuldaættum av høgum fjøllum,
tiltikið kornpláss. Bygdin var helst
tann fyrsta á Kallsoynni.
Á Blankaskála vóru heilt aftur til
1584 fýra hús, og í 1801 búðu har
29 fólk. Húsini kallaðust Suður í
Stovu (Kongsstovan), Miðstovan,
Uttari í Húsi og Lykkershús.
Keldurnar til hesa grein eru
fyrst og fremst J. Símun Hansen
og Freydis Poulsen.
Skalvalopið
Um várið 1809 legðist stórkavi
og skalvar hópaðu seg upp í líðini
omanfyri bygdina. Tá kemur toybil.
Blot kom í kavan, og skalvurin leyp.
Tað sigst, at hetta var 9. apríl.
Hetta sá øgiligt út, og bert
Guds hond kundi steðga eini
vanlukku, og tað gjørdi hon eisini.
Á einum lítlum fláa beint oman
fyri húsini steðgaði lopið á, fór
í tvíningar og kom oman báðu
megin húsini. Tað fóru nøkur
úthús og ein hundur, men bygdin
var bjargað.
Sagt verður um ein lítlan drong,
at hann skuldu fara at leggja seg
og stóð og læt seg úr, tá ið øgiligt
buldur var. Lamsligin av ræðslu
stóð hann og helt tvørtur um
bíleggarovnin.
Tá vóru bert 44 ár liðin síðan
skalvalopið í Gerðum, sum
kostaði tjúgu mannalív. Fólkið í
bygdini fekk tískil skrekk fyri at
búgva á Blankaskála.
Fólkið rýmdi beinanvegin til
Lorvíkar, og teir róðu hvønn dag
um fjørðin at ambæta neytunum.
Seinni hetta summar fóru tey tó
aftur til Blankaskála at vera.
Bygdafólkið visti, at har ein
skriða er lopin er onnur væntandi,
so tey tordu ikki at blíva verandi.
Tey avgjørdu at flyta av bygdini,
og harvið varð Syðradalur á Kalls
oynni bygd. Í 1816 var eingin sum
búði á Blankaskála. Húsanøvnini
fylgdi við ættunum í Syðradali.
Tey varðveittu eini hús, tí í
eini 100 ár var framvegis tørvur
á at fara yvir á Blankaskála at
hoyggja. Og heilt fram til 1960-
ini hava menn av Syðradali havt
veltur á Blankaskála, tí her vaks
munandi betri enn á Syðradali.
Søgan um
Miðstovuna
Eitt av húsunum í bygdini var sum
sagt Miðstovan. Pól Joensen
í Kongsstovuni, sum sat við
festinum frá 1686 til 1723, átti
ein son, sum æt Símun, f. 1695,
sum giftist inn í Miðstovuna. og
er hann fyrsti maður vit kenna í
Miðstovuni.
Tann fyrsti Símun giftist um
1720 við Barbaru Eriksdatter úr
Mikladali, men hann doyr í góðum
árum í 1735. Eftir situr einkja við
fimm ótilkomnum børnum.
Miðstovan var valahús. Tey áttu
hálvaaðru mørk, glasstovu, sum
stóð leys frá sjálvum húsinum, bát,
neyst og tey høvdu fimm neyt.
Við eini ognarmeting í 1751 er
Miðstovan tað hús í bygdini, sum
er best fyri. Og hetta sæst eisini
á toftunum heili 200 ár eftir, at
bygdin er niðurløgd. Miðstovan
var nógv størsta húsið.
Ein sonur kallaðist Hans, ella
Hanus, er føddur umleið 1732.
Hann fór ungur vestur í Vágar til
systkinabarn sítt, løgmannin H.J.
Debes, sum eisini var ættaður av
Blankaskála, at vera, og Hanus
giftist í Sandavági. Tey áttu fleiri
børn, og Hans/Hanus navnið livir
enn í ættini.
Ein dóttir Símun, Cathrine
Simonsdatter, f. 1723, giftist við
Ole Jacobsen, f. 1716, bónda
í Tjørnustovu í Norðragøtu,
og hervið byrjar “innrásin” av
Blankaskála til Gøtu.
Hesin Ole átti eina dóttir,
Cathrine f. 1760, sum fór vestur
í Vágar. Frá henni er William
Heinesen ættaður.
Ein oldurabbasonur Ole
Jacobsen var Ole Gregersen
í Syðrugøtu, og gjørdist hann
forfaðir til alla ta stóru Gregersen
ættina, sum kemur úr Gøtu.
Tann fyrsti Simon Poulsen átti
ein abbason, sum eisini kallaðist
Simon Poulsen, f. 1759. Hann
doyr á útróðri í 1803, sum greitt
er frá í frásøgnini hjá J. Símun
Hansen.
Símun og konan, Susanna, áttu
seks børn, og av teimum endaðu
tríggjar døtur í Gøtu, meðan ein
fjórða giftist gøtumanni, sum búði
í Lorvík.
Hesar døtur vóru:
1. Ellen Simonsdatter f.
1791, giftist við Jacob Joensen
í Syðrugøtu, tey búðu við Grógv.
Annar av teirra synum var Skúla-
Jógvan, ið hevur verið ein tann
fyrsti lærarin í landinum. Bartal
stovufólkini eru ættað frá henni.
2. Lisbeth Simonsdatter, d.
1794. Hon giftist fyrst til Leirvíkar
og síðan við Óla Jákup Heinesen,
úr Norðragøtu. Tey búsettust í
Leirvík, og fingu eitt barn, Ellen
Marie Ole Jacobsdatter, sum er
ættarmóður hjá millum øðrum
Finnboga Ísaksson.
3. Barbara Simonsdatter f.
1799. Hon giftist inn í Barbustovu
í Syðrugøtu, sum henda Barbara
tó ikki hevur lagt navn til. Tað
sigst at Barbara kom til Gøtu
sum smágenta, eftir at pápin
sum nevnt var deyður á útróðri í
1803. Maður hennara varð Petur
Poulsen.
Elsta dóttirin, Elsebeth, giftist
við Johannesi Michelsen, eisini
kallaður Havna Jóannes. Nógv av
teimum, sum eita Mikkelsen, eru
ættað frá teimum.
Sonurin, Poul, átti dóttrina
Berlinu, sum giftist við Per bónda
í Húsgarði, og sum tískil m.a.
er ættarmóður til tey, sum eita
Húsgarð/Husgaard.
So vórðu tvær døtur Barbaru,
Súsanna Fredrikka og Elsebth
Malena, giftar til Gjáar, har
pápabeiggi teirra eisini var giftur.
So nógv av fólkinum norðantil í
Eysturoynni er ættað frá teimum.
Millum hesi Jógvan Sofus Ferjá.
4. Súsanna, f. 1799, og tískil
tvíburðasystir Barbaru, giftist
við Peder Thomsen í Jørisstovu
í Norðragøtu. Millum teirra
eftirkomarar eru Essa Arge og
Oddfríður Gregersen.
Ein beiggi Poul var verandi
á Blankaskála, og tann yngsta
systirin Sigga f. 1803, giftist
til Fuglafjarðar við Thomas
Jacobsen.
Eitt 200 ára minni um eitt skalvalop:
Fýra løgmenn ættaðir
av Blankaskála
Ein tann kendasta avtoftaða bygdin í Føroyum man vera Blankaskáli. Úr hesi bygd er
eisini ein hópur av fólkið ættað. Orsøkin til avtoftingina var eitt skalvalop á vári 1809
fyri júst 200 árum síðani. Vit lýsa søguna og nøkur av fólkinum, sum eru ættað haðani
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
“Býarkort” av Blankaskála
➘
Hesir løgmenn hava røtur til Blankaskála