Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvikan 16 Nr. 123 • 01. juli 2009 Lykkershús Nú er tað, at Lykkershús kemur inn í myndina. Hetta er húsið sum stendur einsamalt frá hinum og skal hava fingið navnið eftir einum manni sum kallaðist Lykker. Vit hitta hann fyrstu ferð í 1661 og kallast hann Lycher Christoffersen, sum væl kann vera av týskum uppruna. Hann var húskallur hjá bóndanum, Torberg Sivertsen, og er komin fyri barn við eini gentu har á plássinum. Hann fekk bót, men Torberg lovaði at gjalda bótina móti at Lycher arbeiddi hjá honum, til bótin var goldin. Vanlukkan við torvbátinum í 1727 Tað var á sumri í 1727, at teir høvdu verið yviri í Vík (við Leirvík) og røktað torv og tóku uppí bátin av torvi heim við sær. Men hann ruskaði veðrið, og mitt á fjørðinum gjálvaði so mikið, at báturin drakk sjógv og sakk. Til alla lukku høvdu tey sæð hetta av Blankaskála og skundaðu sær til hjálpar, men tá vóru bert tveir mans á lívi, Bartal og Lykkir, sum hildu sær uppi í hvør sínum stavni, meðan hinir báðir menninir, Pætur Niclasen og sonurin, Niclas, vóru horvnir saman við tveimum konufólkum, ið eisini vóru í bátinum. Freydis Poulsen greiðir frá, at í kirkjubókini fyri Eysturoynna 1727 verður sagt: 19. Nov. 1727 er et Slefrebarn (t.v.s. føtt uttanfyri hjúnarlag) døbt i Næs Kirke kaldet Sunava. Foreldur: Salige Niclas Petersen af Blanke Skaale og Elsebeth Hansdatter af Fuglefjord. Várið eftir vanlukkuna við torvbátinum er skift eftir Pætur á Blankaskála og har sæst, at hann og einkjan, Sunnuva Johannesdatter, áttu tvey børn umframt Niklas: 12 ára gomlu Onnu og 4 ára gamla Jóannes. Í 1711 áttu tey eina dóttir, ið var doypt í Eysturoynni og æt Sunnuva, men tað sæst onganstaðni, hvussu gamal Niklas var. Kann tað hugsast, at henda gentan var við bátinum og ikki verður nevnd? Hon var so ikki á lívi, tá tað var skift eftir pápan 18.mars 1728. Tveir mánaðar eftir hesa van­lukku, tann 28. Mai 1727, fekk Sunnuva boð frá Norðoya sýslumanni at møta á rættar­ staðnum inni í Vági. Orsøkin var, at Elsebeth Hansdatter í Fuglafirði kravdi hana eftir arvi til barnið, ið sonurin átti. Tað tykist eingin ivi vera um, at Niklas átti barnið, men mamman segði einki vera at arva, tí hann átti einki uttan eitt sindur av klæðum. Sunnuva valdi sær Jógvan Poulsen á Blankaskála til verja, og hann hevði gott innlit í lógir­ nar, sum tað framgongur av tí úrsliti, sum kom burturúr. Fyrst greiddi hann dómara og rætti frá støðuni, at Sunnuva hevði mist bæði mann og son summarið fyri, tá teir høvdu verið í Leirvík eftir torvi og druknaðu á heimleiðini. Tað, sum spurningurin annars mest snúði seg um, var, hvørt pápin ella sonurin doyðu fyrst. Var pápin tann seinni, sum doyði, arvaði hann sonin, og so var einki til lítlu Sunnevu. Men var tað øvugt, arvaði hon jú pápan. Men Elspa og barnið fingu so einki burtur úr. Ólukkuliga kærleiks­ søgan í Skúvoy, sum var upprunin til ein løgmann Freydis hevur gjørt eitt ótrúligt avrik at útgreina eftirkomararnar hjá hesi lítli Sunnevu, og hevur hetta staðið í Varðanum. Her er talan um túsundtals efirkomarar. Men í eini slíkari grein ber bert til at taka okkurt burturúr. Hetta verður sjálvsagt tað sum stendur einum nærmast, men sum eisini viðkemur mongum øðrum. Sunneva átti tvær ommudøtur í Leirvík, sum giftust við tveimum beiggjum í Tjørnustovu í Norðra­ gøtu. Høgni, f. 1793, giftist við Sunnevu Jacobsdatter, f. 1799, og tey búsettust í Leirvík, meðan Anna, f. 1794, giftist við Ole Jacobsen, f. 1790, sum var bóndi í Tjørnustovu. Og nú verður farið eitt ”síðu­ spring” til Skúvoyar. Í 1830-unum hevði Andrass á Vattóli lagt ástir saman við Marjun niðri í Stovu, sum var bóndadóttir. Foreldur hennara bríggjaðu seg ikki um “sjeikin” hjá dóttrini. So, fyri at forpurra sambandið sendu tey Marjun til Gøtu við eini arbeiðsgentu í Tjørnustovu. Ráðagerðin eydnaðist sera væl. Tað rann saman millum Marjun og elsta sonin, Óla Jákup, og tey fluttu til Skúvoyar, har tey tóku við festinum, sum Marjun var borin til. Tað endaði við, at tilsamans fimm systkin úr Tjørnustovu fluttu til Skúvoyar, og afturat teimum dupulta systkinabarnið Pól Høgnesen úr Leirvík. Hesin fekk eisini konu í Skúvoy og gjørdist abbi til Hákun Djurhuus, fyrrverandi løgmann. Millum tey, sum vóru eftir í Gøtu, var Anna Louisa, sum giftist inn í Mortanstovu. Frá henni er Annfinn Kallsberg ættaður. Tískil eru tveir løgmenn ættaðir av Blankaskála umvegis Tjørnustovu. Tann, sum tók við festinum í Tjørnustovu, gjørdist Jacob Olsen, f. 1817. Hann gjørdist pápi til millum onnur Gøtu Jákup, sum búsettist Millum Garðarnar í Klaksvík. Bert hjá honum eru fleiri hundrað eftirkomarar. Ein sonur hansara var Ziska Jacobsen, hvørs bjargingarbragd við “Ernestine” er tiltikið. Nógvar av hesum Blankaskála­ ættunum eru samangiftar. Ein sonur Jacob Olsen, Absalon Jacob­sen, sum var ættaður bæði úr Miðstovuni og Lykkershúsi, giftist við Petru, ommudóttir Barbaru, sum eisini var ættað úr báðum hesum húsum. Sonur Absalon, Bernhard, giftist við Gittu, sum var ættað frá Súsannu, ið var tann av systrunum úr Mið­ stovuni, sum giftist í Jøristovu. Syðradalur var í langar tíðir kallaður Blankaskáli Hetta er Miðstovan sum hon nú er á Syðradali Lykkershús, sum tað sær út í dag á Syðradali Bettemi av Eiði á steininum, sum liggur tvørtur um bygdaánna á Blankaskála. Her man mangt plaggið vera vaskað ➘ Toft og útsýni av Blankskála yvir á Lorvík Toftir á Blankskála