Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 203 - 20. oktober 2001 Nr. 203 - 20. oktober 2001 11 Hann er kendir innan fleiri listagreinir. Hesaferð er tað málningalistin, sum stendur á skránni, og heldur ikki her smæð- ist hann burtur. Hvør málningur hevur sína søgu at siga frá LIST Orð og myndir:Heri á Rógvi Tað er kanska mest í sambandi við kórsang, at vit kenna Frits Johannesen. Fuglafjarða kentukór og onnur kór eru millum tey kendastu kórini, ið vit hava hug at seta í samband við mannin. Frits er uppvaksin í Fuglafirði, men hevur eis- ini tilknýti til Oyndarfjørð, har mamma hansara eisini er frá. Fuglafjørður og Oyndafjørður eru eisini nýtt sum motiv í einstøkum førum, men sum heild verður farið eitt sindur burturfrá tí sokallaðu »før- oysku« listini. Í húsunum hjá Fugla- fjarða heimavirkisfelag er tað í hesum døgum ein framsýning. Ein fram- sýning hjá Frits Johanne- sen, har hann hevur savnar teir flestu av hansara nýggj- aru málningum. 37 Framsýningin hjá Frits Johannesen rúmar 37 myndir. Helvtin eru smærri vatnlitsmyndir og tekning- ar, og hin helvtin er akryl málningar, sum í vavi fylla størsta av framsýningini. Eftir ein heldur drúgvan túr til Fuglafjørð og tveir fyrispurningar seinni, so eydnaðist tað loksins at vinna fram til Riberhús, har framsýningin húsast. Frits hevði bíðað eina góða løtu, men líkamikið við tí – hann gav eina gjølla gjøg- numgongd kortini. Vatnlitsmyndirnar og tekningar eru rættiliga nógvar í tali. Frits greiðir frá, at hetta tó bert er ein brotpartur av teimum tekn- ingum og myndum, ið hann hevur liggjandi. Tekningar eru allar rættiliga smáar og allar settar tætt saman. Motivini á teimum mongu arkunum, sum lista- maðurin sjálvur hevur valt at prísa verkini eftir, eru rímiliga ymisk og tó, at serliga vatnlitsmyndirnar fylgja einar ávísari linju. Í vatnlitsmyndunum hev- ur Frits Johannesen valt meira at leggja seg eftir hálvan skapum, har so eyga, ið sær, sjálvt skal hugsa sær hina helvtina. Teir størru málningarnir siga so at siga allir frá sínari søgu. Serliga manna- kroppurin, sum av so mongum listafólki verður nýtt sum motiv, verður nýtt sum motiv í so at siga hvørjum einasta málningi. Men tað er líkasum meira menniskja sálin ella menniskja lyndi, sum kann sigast at vera temaið á framsýningini. Tónleikurin og serliga instrumentir verða javnan nýtt. Tað er eyðsæð, at Frits hevur ein kærleika tik tónleikin, og hann trýr upp- á, at tónleikurin hevur mátt, sum á ein hátt bindur okkum menniskju saman. Eitt nú málningurin av afganarunum, sum ikki sleppa at spæla Mozart, vísir, hvussu tætt lista- maðurin liggur uppat tón- leikinum. Málningarnir siga allir frá søgum við tónleiki sum ísletti. Søgurnar kunnu flest allar setast í samband við veraldarsøguna. Flestu søg- urnar viðgerða óreinheitina hjá okkum menniskjum, og hvussu vit sjálvi beina fyri samljóði manna millum. Menniskja Sjálvur hevur Frits Johann- esen fyri kortum verið á ársskeiði í Danmark, har hann hevur havt at gjørt við list og fingist nógv við at mála sjálvur. Tað var eisini, tá hann var í Danmark, at lærari hans- ara bað hann og hinar næm- ingarnar um at fara at vitja Arken at hyggja eftir einari framsýning, sum var har. Framsýningin vísti myndir, sum tóku støðu í menniskjalikaminum. Mál- ningarnir vístu, hvussu vit menniskju fara við okkara kroppi, og hvussu vit mis- nýta okkara egna kropp, sigur Frits Johannesen. Serliga var tað belgiska listakvinnan Orlan, sum hevði tikið eina røð av myndum av sær sjálvari, ið hugtók Frits. Á fram- sýningini sýndi ein amerikonsk kvinna, sum kallast fyri nancy Barson eisini hugvekjandi myndir. Myndirnar á framsýning- ini vístu, hvussu vit menniskju mistnýta hvønn annan og okkara egna lik- am, og hvussu kríggj og bardagi kunnu fáa álvar- samar fylgjur. Hann fekk til uppgávu at gera eitt sindur burturúr framsýningini, og hetta hevur eisini ávirkað hann almikið. Serstakliga málningurin »Menniskjað sæð gjøgnum menniskjakroppin« er hug- vekjandi og rættiliga sterk- ur. Sum so siga allir málningarnir á framsýning- ini frá einari søgu, har flest allar eru daprar. Hesum málningurin brýtur tó frá. Serliga eru tað teir heitu lit- irnir og klovnalíknandi fólki, sum veruliga gera hendan málningin heilt ser- ligan. Somur litirnir og litriku persónarnir gera seg eisini galdandi á øðrum myndum. Framsýningin er opin gerðandis frá kl. 15-17.30, leygardag 11-13 og sunnu- dag 15-18. Framsýngin er eina vitjan verd. Frásøgumaðurin úr Fuglafirði Málningurin »Menniskja sæð gjøgnum menniskjakroppin« er tað mest skakandi og hugvekjandi upplivilsið á framsýningini. Frits Johannesen, her myndaður frammanfyri málningin »Skipsmanning«. Málningaframsýningin nýtir fyri tað nógva motiv úr tónleikaheiminum. C M Y K 11 10