Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 203 - 20. oktober 2001 Nr. 203 - 20. oktober 2001 13 Søkt verður eftir tveimum løgfrøðingum og tveimum rokn- skaparfrøðingum til nýggju kolvetnisskattadeildina í Klaks- vík at byrja so skjótt til ber. Fyrisitingin er nýggj í føroysk- um skattahøpi, tí fáa umsøkjararnir at byrja við eina rættu- liga sjálvstøðuga uppgávu saman við deildarleiðaranum at byggja upp eina kolvetnisskattafyrisiting. Høvuðsuppgávurnar verða eitt nú: – at taka avgerðir í principiellum spurningum, har siðvenja enn ikki er løgd, herundir gera tilmælir í slíkum spurn- ingum til Toll- og skattaráðið, – fyrireika neyðug skjøl og leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðingar sambært kolvetnisskattalógini og kolvetnisskattafyrisitingarlógini, – at leggja innanhýsis mannagongdir til rættis, – at skipa fyri bæði innan- og uttanhýsis kunning, – at álíkna/grannskoða roknskapir frá loyvishavarum, – at taka sær av álíkning, roknskapareftirliti/grannskoðan, skráseting og viðgerð av upplýsingum um útlendsk vinnu- rekandi og útlendskar løntakarar, sum eru umfataðir av kolvetnisskattalógini, – at gera krøv galdandi um ábyrgd fyri skatti, avgjøldum v.m., – at viðgera kærur, – at vera við at skipa fyri útbúgving av starvsfólkum, – at hava samband við útlendskar kolvetnisskattamyndug- leikar o.a.m. – og at virka sum ráðgevi hjá politiska myndugleikanum í løgfrøðiligum og roknskaparligum spurningum innan kolvetnisskattingina. Uppgávurnar verða at byrja við loystar í felag av bæði løg- frøðingum og roknskaparfrøðingum. Um kolvetnisfram- leiðsla fer í gongd, verða uppgávurnar meira náttúrliga býtt- ar upp í ein løgfrøðiligan og ein roknskaparligan part, sam- stundis sum ein partur av álíkningaruppgávunum verður lagdur á Tvøroyri. Førleiki Umsøkjarar til løgfrøðiligu størvini skulu hava útbúgving sum cand. jur. ella líknandi útbúgving. Roknskaparfrøðing- arnir skulu hava roknskaparliga útbúgving á slíkum stigi, sum ger teir førar fyri at viðgera torgreiddar roknskaparlig- ar spurningar. Fólk, sum eru í ferð við at gera seg liðnan við lesnað eru eis- ini vælkomin at søkja. Vit bjóða • eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga, • at vera við til at leggja títt egna arbeiðspláss til rættis frá byrjanini av • flextíð • sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag. Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Stýrinum, Marjun Reinert Simonsen ella Óla Heinesen tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Fulltrúar til kolvetnisskattadeild Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevj- ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík, røkja raksturin. Núverandi setanarøki er Klaksvík, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir hennara, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, í hendi í seinasta lagi 30. oktober 2001. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postsmoga 2151 FO-165 Argir Starv sum leiðari av nýggju kolvetnisskattadeildini í Klaksvík er leyst at søkja, og skal setast skjótast gjørligt. Deildin verður skipað sum ein deild av Stýrinum hjá Toll- og Skattstovu Føroya á Argjum. Toll- og Skattaráð Føroya er sambært lóg um kolvetnisskattafyrisiting og lóg um toll- og skattafyrisiting ovasti álíkningarmyndugleikin. Deildin skal taka sær av øllum viðurskiftum í samband við 1) Loyvishavarar, t.e. skattaborgarar, ið hava inntøku av sølu av framleiddum kolvetni v.m. 2) Feløg v.m., ið reka vinnu, ið er knýtt at virkseminum í 1) 3) Løntakarar, ið arbeiða hjá teimum, ið eru nevnd í 1) og 2) Partar av kolvetnisskattafyrisitingini, sum farið er í gongd við at leggja á Tvøroyri, skulu so við og við økjast, tá/um gongd kemur á kolvetnisvinnuna. Tað kemur at áliggja leið- aranum saman við deildini annars at skipa fyri, hvørjir aðrir partar av fyrisitingini skulu liggja á Tvøroyri, sum fyrisit- ingarliga kemur at vísa til deildina í Klaksvík. Høvuðsuppgávurnar hjá deildarleiðaranum verða eitt nú • at hava yvirskipaðu leiðsluna av deildini • at fáa til vega og innrætta neyðugu hølini til deildina • at fyrireika álíkningina av komandi inntøkum frá kolvetnisvinnuni • at leggja til rættis saman við serkønum fólki kunngerðir og rundskriv o.a.m. kolvetnisskattingini viðvíkjandi • at skipa fyri kunning um kolvetnisskattingina fyri loyvishavarum v.m. • at skipa fyri útbúgving av starvsfólki Førleikakrøv til starvið Roknað verður við, at leiðarin hevur leiðsluroyndir og hevur royndir av at arbeiða í leiðslubólkum, sum taka avgerðir, tí deildin kemur at taka avgerðir í tøttum samstarvi við deild- irnar og leiðsluna í Stýrinum. Neyðug útbúgving krevst helst frá hægri lærustovni, sum gevur innlit í flestu fakligu spurningar, sum fylgja við starvinum, eisini krevst kunnleiki til enskt mál. Umsøkjari við neyðugari útbúgving annars, sum hevur leiðsluroyndir frá almennari umsiting, hevur fyrimun. Í skattligum høpi snýr tað seg um, at menna eitt heilt nýtt øki, byggja eina nýggja deild upp og at velja neyðug starvsfólk til deildina, sum hava góðan fakligan førleika. Umsøkjarin skal tí bæði hava virkisfýsni og slagkraft, vera smidligur, liðiligur og hava góð samstarvsevni. Vit bjóða • eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga • innanfyri ávísar karmar at skipa arbeiðsumstøðurnar sjálvur • flextíð • eftirútbúgvingarmøguleikar bæði í Føroyum og uttanlands Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag. Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Stýrinum, Marjun Reinert Simonsen ella Óla Heinesen tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Leiðari til Kolvetnisskattadeild Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevj- ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík, røkja raksturin. Núverandi setanarøki er Klaksvík, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir hennara, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, í hendi í seinasta lagi 30. oktober 2001. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postsmoga 2151 FO-165 Argir Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Upplatingartíðir fyri Leirvíkar Svimjihyl – tlf. 443240 Leirvíkar Kommuna 520 Leirvík Kl. Týsdag Mikudag Fríggjadag Leygardag 14:00 Børn 15:00 Børn 16:00 Foreldur við børnum 17:00 Børn Børn Foreldur við børnum 18:00 Børn Útleigan Børn Vaksin 19:00 Vaksin Útleigan Vaksin 20:00 Eldri enn 30 ár Útleigan Vaksin Prísir: Avsláttarkort: Vaksin 15,-kr. Vaksin 12 ferðir 150,- kr. Børn 10,-kr. Børn 12 ferðir 80,- kr. Leiga/tíma 250,-kr. Børn 20 ferðir 120,- kr. Fíggjarleiðari Søkt verður eftir fíggjarleiðara til eina fyritøku við høvuðssæti í Tórshavn. Fyritøkan hevur bæði deildir og dóttirfeløg ymsastaðni í Føroyum. Starvið er nýtt í fyritøkuni, og skal tann, ið verður settur, vera við at leggja arbeiðið til rættis og menna starvið. Í høvuðsheitum væntar leiðslan,at fíggjarleiðarin tekur sær av: • at samskipa bókhalds- og roknskaparskipanir í samtakinum, • at menna og samskipa innanhýsis manna- gongdir í samtakinum, • at menna og samskipa teldukervið í samtakin- um, • samlaðu fíggjarstýringini í samtakinum, • at gera fíggjarætlanir fyri deildirnar í samtakin- um, • at fylgja við ætlanunum og samanhalda tær við roknskapin, • at gera tíðarskeiðsroknskapir og ársroknskapir bæði fyri deildirnar og fyri samtakið. Førleikakrøv Tann, ið verður settur skal hava • prógv frá lærdum handilsháskúla innan roknskap, íløgu og fígging, eitt nú cand. merc. aud., cand. merc. í roknskapi, íløgu ella fígging ella líknandi útbúgving, • leiðsluroyndir frá almennum ella privatum virksemi, • lætt við at samvinna við fólk, • evni at samskifta bæði í talu og skrift á føroysk- um og á enskum. Tann, ið verður settur í starv, kann vænta sær eitt spennandi, mennandi og áhugavert starv, har bæði leiðsla, starvsfólk og onnur fara at vísa áhuga og seta krøv. Lønarviðurskiftini verða avtalaði við leiðsluna. Tey,ið ætla at søkja,skulu senda skrivliga umsókn við prógvum og møguligum ummælum í sein- asta lagi 2. november 2001 til: P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar Postrúm 191 · FO-110 Tórshavn Stílað: Jógvan Amonsson ella T-post: inpact@post.olivant.fo Member og international network of professional accountants Fólk søkist Søkt verður eftir fólki til kvøld- og vikuskiftis arbeiði at byrja beinanvegin. Kiosk Activ Tlf. 313740 Fax. 314720 VHF telefonin til skip og bátar kr. 3.375,- Nú einans post ordrar verða avgreiddir Fráboðan um umhvørvisgóðkenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsufrøðiliga starvsstovan tann 18. oktober 2001, við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og kunngerð nr. 54 gein 1, stk. 4, hevur góðkent: Frystivirkið hjá P/F Faroe Seafood Pelagic í Kollafirði Góðkenningin liggur alment frammi á Heilsu- frøðiligu starvsstovuni. Avgerðin kann kærast til Føroya landsstýri. Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni,Falkavegur 6,2 hædd, FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heima- síðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo Heilsufrøðiliga starvsstovan Føroya Psykiatrifelag Aðalfundur Ársaðalfundur verður tann 23. november 2001. Fundarskrá sambært lógum felagsins. Nevndin C M Y K 13 12