Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123 Veðrið á Álandi er av tí allar­fagrasta. Her síggjast føroyskir áskoðarar á økinum til frælsan ítrótt Mynd: Álvur Haraldsen Ein mynd, sum er sera vanlig at síggja her á leikunum. Merkið er vundi á mittastu steingina, sum markerar gullvinnaran í kappingum Mynd: Álvur Haraldsen Skilið var so sum so, tá stigini hjá bogaskjúttunum skuldu teljast saman. Her tykist Annika Vang halda sær um høvdið í vónloysi Mynd: Álvur Haraldsen Føroysku kvinn­ urnar eru mest sum einaráðandi í svimjihøllini. Týsdagin vunnu tær næstu stafett­ina, og vónirnar eru avgjørt til at vinna tær báðar seinastu stafettini eisini Mynd: Álvur Haraldsen Á grønlendska landsliðnum er John Eldevig, sum er uppvaksin í Fuglafirði ein av spælarunum. Og hann vitjaði hjá Rás2 mikumorgunin Mynd: Hilmar Jan Hansen Vilja ikki til Onglands Sergio Aguero og Diego Forlan spæla eftir øllum at døma aftur í sponsku landskappingini í komandi kappingarári. Hóast fleiri ensk feløg hava sýnt framherjunum úr Atletico Madrid áhuga, eru teir ikki sinnaðir at skifta. – Eg spældi í Manchester United frá 2002 til 2004. Eg hevði millum lítla og onga viðgongd hesa tíðina. Eg stórtrívist her, so tað er eingin orsøk at skifta, sigur Diego Forlán við spanska fjølmiðlar. Vidic verður verandi Nemanja Vidic er høgt í metum hjá Alex Ferguson, venjara hjá Manchester United. Serbiski verjuleikarin hevur fingið tilboð frá Milan, Barcelona og Real Madrid, men hann vildi ikki skifta frá ensku meistarunum. – Eg var trúgvur móti Ferguson og greiddi honum frá hesum alt fyri eitt. Og hann syrgdi beinanvegin fyri, at eg fekk meira í løn. Eg verði í United til 2012, tá mín sáttmáli ikki er galdandi longur, sigur Vidic við The Sun.