Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 9 Pál leyp frá gullinum Pál Joensen leyp ov tíðliga avstað, og so varð Føroyska mansstafettin á 4 ferðir 50 metra frí burturdømd, longu áðrenn tað gjørdist spennandi Meðan føroysku svimjikvinnurnar hava nakrar serstakliga sterkar stafettir, har tað væl er hugsandi, at fýra gullmerki verða svomin heim, eru stafettirnar hjá føroysku monnunum ikki heilt so einaráðandi. Tað gjørdist tó til gull í 4 ferðir 50 blandað, og vónir­ nar til 4 ferðir 50 metra frísvimjing vóru ikki minni. Flestu vóru á einum máli um, at her var eitt trygt gull­ merki at heinta, men tað gjørdist av ongum, kortini. Føroyska liðið kom nevnliga als ikki í finaluna. Seinasta skiftið kiksaði, tá Pál Joensen leyp dekan ov tíðliga í hylin, og tá dómararnir høvdu viðgjørt málið, vendu teir tummulin niður. Føroyska liðið varð burturdømt longu í undankappingini, og soleiðis vóru vit als ikki partur av finaluni. Og heldur ikki í 100 metra firvald gekk eftir vild hjá Pál. Har kom hann als ikki í finaluna, so samanlagt var talan um ein vánaligan fyrrapart hjá Páli. Hinvegin gekst eftir vild í 200 frí, har Pál reistist við tryggum gullmerki seinnapartin. mørk eg sum rættar menn Tók ein eyka bana Mona Simonsen var ikki vís í, um hon hevði svomið teir 800 metrarnar lidnar, so hon legði bara út á banan eina ferð eyka - Eg hoyrdi ikki floytuna ringja, so eg legði bara avstað aftur, segði ein flennandi Mona Simonsen, tá hon var gestur í Rása­rúminum hjá Jógvani Arge eftir svimjingina. Tá samanumkom, var kortini eingin ivi. Mona Simonsen kom langt fremst á mál í eini tíð, sum eisini var nýtt oyggjaleikamet. Sjálv segði Mona tó, at hon ikki kendi seg heilt trygga. - Onkur av teimum, sum eg kappaðist við, eru frá 95-árgangin­um, og tá kanst tú framvegis betra teg heilt nógv upp á stutta tíð. So hóast eg hevði góða tilmeldingartíð, var hetta eingin trygd fyri gullinum yvirhøvur. mørk Kaká fekk nummar átta Kaká var í gjár kunngjørdur á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid framman fyri 40.000 áskoðarum. Og tá var somuleiðis kunngjørt, at brasiliumaðurin spælur í troyggju nummar átta í komandi kappingarári. – Tá Perez, forsetin í Real Madrid, setti seg í samband við meg. Hansara verkætlan er sera áhugaverd, og ynskti at gerast partur av henni, segði Kaká millum annað á tíðindafundinum í gjár. Føroyar nummar 165 Føroyar eru í løtuni nummar 165 á styrkislistanum hjá FIFA. Listin var dagførdur í dag, og føroyska landsliðið flutti seg eitt pláss upp. Eftir sigurin í Confederations Cup vann Brasilia seg upp á fyrsta plássið, har Spania, Holland og Italia eru í hølunum. Danmark er nummar 15, Svøríki er á 42. plássinum, Noreg er nummar 50 og Ísland er nummar 93.