mikudagur 1. juli 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123
Føroysku svimjigenturnar
setta alt og øll upp á
pláss í svimjihøllini í
Godby. Av teimum seks
gullmerkjunum, sum
vórðu fingin til høldar, áttu
svimjigenturnar tær fimm
Á einum degi, sum byrjaði illa við
diskaðu mansstafettini, bjargaðu
føroysku genturnar føroyska
svimjihýrinum, tá tær løgdu fimm
gullmerkir afturat longu stóra
savninum.
Hartil vann Pál Joensen eisini
gullið, sum hann og øll onnur
roknaðu við á 200 metrum.
Men tað vóru fyrst og fremst
kvinnurnar, sum vístu seg sum
menn, tá mest stóð á.
Mona Simonsen vann gull og
setti bæði føroyskt og
oyggjaleikamet á 800 metrum frí.
Malan V. Bærendsen vann gull og
setti føroyskt met á 400 metra
blandað. Bjørg Seloy vann gull á
100 metur rygg. Shaila millum
Garðarnar vann gull og setti
føroyskt met á 50 metra frí, og so
vann kvinnustafettin eisini
ruddiliga í 4X50 metra frísvimjing,
har tær eisini settu oyggjaleikamet.
Altso fimm gullmerki til føroysku
svimjikvinnurnar, sum soleiðis
fullkomuliga domineraðu
svimjihøllina. Enntá somikið nógv,
at allar føroysku kvinnurnar longu
nú hava ognað sær í minsta lagi eitt
gullmerki í part, nú komið er í helvt
við svimjikappingina.
Føroyska stafettin í 4X50 metra
frí vann ein tryggan sigur. Her
síggjast Birita Debes, Shaila
millum Garðarnar, Guðrun
Holm Jacobsen og Katarina S.
Lamhauge við gyltu dropunum,
sum verða lætnir fyri sigrar á
Álandi
Mynd: Álvur Haraldsen
800 frí kvinnur: Mona Simonsen 8:58.61, gull, føroyskt met og
oyggjaleikamet
400 blandað menn: Pál Joensen 4:23.19, silvur og føroyskt met
200 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen 2:38.93, gull og føroyskt met
200 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge 2:40.26, bronsa
100 rygg kvinnur: Bjørg Seloy 1:04.97, gull
100 rygg kvinnur: Birita Debes 1:05.34, bronsa og juniormet
50 bringa menn: Pál Joensen 29.72, silvur og føroyskt met
50 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar 29.11, gull og føroyskt
met
50 firvald kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 29.57, bronsa
200 frí menn: Pál Joensen, 1.47,76, gull og oyggjaleikamet
4x50 blandað kvinnur: 1:58.86, gull, landsliðsmet og oyggjaleikamet
(liðið: Birita Debes, Shaila millum Garðarnar, Guðrun Holm Jacobsen og
Katarina S. Lamhauge)
FINALURNAR TÝSDAGIN
Kvinnurnar vístu se
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Kiev vil hava Sheva
Nú er møguleiki fyri, at Andrej Shevchenko aftur fer at
spæla við barndómsfelagnum. Tað var ein dreymur, tá
framherjin skifti til Chelsea fyri trimum árum síðan, men
hann fekk ongantíð sítt gjøgnumbrot í enskum fótbólti. –
Vit eru sera áhugaðir í Shevchenko. Vit hava givið eitt
tilboð og bíða nú eftir svari, sigur Valery Gazzaev, venjari
hjá Dinamo Kiev, við Daily Mail. Roma og Monaco hava
eisini sýnt framherjanum áhuga.
Frem fer ikki á húsagang
Støðan hevur verið hættislig í danska fótbóltsfelagnum Frem
seinasta mánaðan. Tað var um reppið, at felagið fór at húsagang,
og seinastu vikurnar hevur leiðslan gjørt alt fyri at savna pening
inn, soleiðis, at Frem verður bjargað frá at fara á húsagang. – Vit
hava nú upphæddina, ið krevst fyri at bjarga felagnum. Vit hava
stríðst og stríðst seinasta mánaðan, og tað er fantastiskt at
síggja úrslitið nú, sigur Peter Hornbæk, ið er ein av íleggarunum,
við danska Ekstra Blaðið.