Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 7 Í úti við fýra tímar bíðaðu bogaskjúttarnar á Álandi eftir úrslitum sínum. Fýra tímar, har gull, silvur og bronsa fleiri ferðir skiftu hendir Tá endin er góður er alt gott, verður ofta sagt. Og um so er, so varð talan um ein bogaskjótidag av teimum heilt góðu, við trimum gullmerkjum, tveimum úr silvuri og einum úr bronsu sum úrtøku. Men áðrenn metallið kom til høldar, máttu føroysku skjúttarnir ígjøgnum so øgiliga nógv. Óskil í roknskapinum Tað vísti seg, at tað var telduskip­ anin hjá fyrireikarunum, sum var trupulleikin. - Vit fingu boð frá IAG um at nýta eina nýggja skipan, men hon hevur altso ikki víst seg at rigga nóg væl. Sjálvt um hon helst skuldi gjørt alt lættari. Áður hava vit bara brúkt vanlig rokniørk, og tað tekur altso ikki so langa tíð at tasta alt inn. Skjóta vit heima í Føroyum, eru vit kanska einir 30 skjúttar, og tá tekur tað altso ikki meira enn hálvan tíma ella so, áðrenn hesi hava fingið skorikort sendandi við telduposti. So hetta er altso ikki nóg gott, staðfesti Schandorff Vang, sum í ár er ein av dómarunum.Og – kunnu vit leggja afturat – ikki hevur nakað við sjálva samanteljingina at gera. Og hvør sum ein kunu skjúttarnir helst skriva undir uppá, at hetta var ikki nóg gott. Eingin tordi at trúgva nøkrum sum helst á stigatalvuni. Onkur skjútti hevði mist upp til 150 stig í mun til rætta stigatalið, meðan onnur kanska høvdu fingið nøkur stig afturat í sínum roknskapi. Ætlandi skuldu heiðursmerkini handast klokkan 16 lokala tíð, men klokkan var farin beint um 18, áðrenn pallurin endaliga kundi gerast klárur. Og tá alt kom til alt, so var úrtøkan ikki so galin. Gull til Anniku Vang, sum skeyt nýtt Oyggja­leika­ met á bæði 50 og 30 metrum. Gull til liðini í bæði compound og recurve. Silvur til Jógvan Niclasen og Sigrid Vang og bronsu til Absalon Hansen. Recurve, menn 90 m 70 m 50 m 30 m Íalt pláss Absalon Hansen 255 297 277 331 1160 4 Hans Petur Højgaard 246 296 270 307 1119 7 Eirikur í Jákupsstovu 240 254 273 328 1095 9 Jógvan Magnus Andreasen 201 263 288 307 1059 14 Recurve, kvinnur 70 m 60 m 50 m 30 m Íalt pláss Annika Vang 253 280 288 332 1153 1 Jastrid Mathea R. Jensen 165 209 210 290 874 12 (Annika Vant setti nýtt Oyggjaleikamet á 50 og 30 metrum) Compound, menn 90 m 70 m 50 m 30 m Íalt pláss Jógvan Niclasen 316 328 337 354 1335 2 Albert Elias Dam 300 326 333 349 1308 5 Magnus Andreasen 299 319 325 349 1292 7 Hans Asbjørn Eysturdal 293 320 321 338 1272 14 (Jógvan Niclasen setti nýtt oyggjaleikamet á 30 metrum) Compound kvinnur 90 m 70 m 50 m 30 m Íalt pláss Sigrid K. Vang 308 317 300 339 1264 2 Rakul Dam 296 301 301 333 1231 5 Liðskjótingin Íalt pláss Recurve 3432 1 Compound 3907 1 BOGASKJÓTING, FITA-UMFAR Skutu seg sjálvar í fótin Føroysku skjúttarnir gjørdu sítt, men tað gekk meira enn striltið at fáa løn fyri stríðið, tá dómararnir høvdu meira enn ilt við at halda skil á stigunum Mynd: Álvur Haraldsen Jógvan Niclasen setti 30 av 36 pílum í sentrum, tá skotið varð á 30 metrum. Men tað rakk akkurát ikki, tá Billie Finney av Hetlandi samanlagt hevði eitt stig meira enn Jógvan Mynd: Álvur Haraldsen jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Benzema ávegis til Madrid Fyrst Kaká, síðan Cristiano Ronaldo og nú Karim Benzema. Um vit skulu hava álit á spanska blaðnum Marca, verður Benzema nýtt navn í leikarahópinum hjá Real Madrid í vikuni. Blaðið skrivar, at drúgvar samráðingar hava verið, og nú restar lítið í. Prísurin fyri franska framherjan verður um 260 milliónir krónur. Straka fekk ein venjingardyst Frantisek Straka er ikki longur landsliðsvenjari í Kekkia. Hann var í gjár sagdur úr starvi. Straka setti seg í venjarasessin fyri bara tveimum mánaðum síðan, men nú greiddi nývaldi forsetin í kekkia fótbóltssambandinum, Ivan Hasek, frá, at hann ikki hevði álit á venjaranum. Straka stóð á odda fyri kekkiska landsliðnum í einum venjingardysti móti Malta.