mikudagur 1. juli 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123
Annika Vang skeyt nýggj
oyggjaleikamet á bæði 50
og 30 metrum, o 3g so stóð
hon brádliga við gullinum
í hondini, eftir at hetta
annars tóktist vera burtur
eftir fyrsta dagin
Í føroysku leguni snúi stórur partur
av spenninginum seg um, hvørt tað
skuldi eydnast Jógvani Niclasen at
skjóta seg fram um hetlendska
Billie Finney. Jógvan var annars 13
stig aftanfyri, tá dagurin byrjaði,
men á 50-metrinum karvaði
føroyski skjúttin sjey stig av hesi
leiðslu. Og tá talan so gjørdist um
metrundu á 30-metrunum var
øgiligt trýst á hetlendinginum. Eitt
trýst, sum hann tó akkurát stóð
ímóti, tá hann fekk 349 stig móti
teimum 354 hjá Jógvani, soleieðis
at munurin í samlaðu støðuni
gjørdist eittans stig.
Saamstundis hevði Annika Vang
tó skotið seg frá einum fimta plássi
og upp til gullið. Eitt úrslit, ið annars
tóktist ógjørligt eftir fyrsta dagin,
har hon var nummar 5. 30 stig aftan
fyri fremsta skjúttan.
- Í gjárkvøldið setti eg mær fyri, at
eg skuldi skjóta upp til mítt
allarbesta í dag, og tað eydnaðist
tíbetur. Eg hevði ein sera góðan
50-metur, har eg togaði 32 stig
meira, og lá á einum deildum
øðrum plássi, tá 30-meturin byrjaði.
Og har gjørdi eg bart og skeyt upp
til mítt allarbesta. Og tað sær
tíbetur út til at hava givið úrslit.
Eftir dagin í gjár, sum tú als ikki
vart nøgd við. Hvussu er kenslan so
nú, tá tú stendur við gullinum.
- Eg eri ovurfegin um úrslitið.
Hetta var tað, sum eg setti nøsina
eftir. Tað er ein ótrúlig kensla, at
hetta nú er yvirstaðið. Eg haldi at
konsentratiónin hevur verið um tey
300 prosentini her í morgun, so eg
rokni næstan við, at eg smelli um,
tá eg komi á hotelli.
- Eftir dagin í gjár sá jú einki út
hjá okkum, og sjálv hevði eg hesi
30 stigini at taka inn. Dagurin í dag
hevur tó verið sera góður, og eg eri
barasta so nøgd, sum eg kann vera.
Absalon Hansen visti
ikki, um hann var keyptur
ella seldur, tá hann stútt
og støðugt fekk nýggja
plasering av vita frá
dómarunum
Morgunin sá annars heilt góður út
hjá Absalon Hansen, sum
fyrradagin hevði lagt seg á odda í
kappingini í recurve. Ein lakur
50metur syrgdi tó fyri, at eni skjútti
frá Menorca slapp framum, og eftir
heta stríddist Absalon fyri at halda
sær í heiðursmerkjarøðini. Eitt stríð,
sum gav úrslit at enda, men sum
tóktist vera til onga nýttu, tá
dómararnir brádliga søgdu, at einki
stig var at fáa. Ella eisini búru teir
fram, at føroyingurin hevði vunnið
kappingina.
Endin á tí heila varð tó, at
Absalon vann bronsu sum
einstaklingur og gull saman við
liðnum. Men áðrenn tað var komið
somikið langt, hevði hann tvær
ferðir verið nevndur um vinnari.
Fleiri ferðir varð sagt, at hann vann
silvur, og onkra løtu fekk hann eisini
at vita, at einki heiðursmerki var at
vinna yvirhøvur.
- Hetta hevur ikki verið stuttligt.
Tá vit skutu 30 meturin, fekk eg at
vita, at gullið stóð ímillum meg og
ein annan. Eg skeyt øgiliga væl á 30
metrum, og eg helt sjálvur, at nú
var gullið heima. So gjørdist eg
brádliga nummar fýra, tá onkrir
skjúttar kærdu um úrslitið. Ein
nýggj samanteljing gav mær aftur
gull, men endin á tí heila varð so, at
eg vann bronsuna, segði Absalon
Hansen við Rás2, tá endaligu
úrslitini vóru komin.
-Míni tøl samsvara nú við tað,
sum eg havi skrásett, og so vóni eg
bara, at tað heldur. Eg tími so ikki at
gera meira við hetta, staðfesti
Absalon Hansen, sum mest av
øllum bara vildi fáa sítt
heiðursmerki. Eitt heiðursmerki,
sum hann var nøgdur við, hóast alt.
Og so kunnu vit skoyta uppí, at
hetta er ikki fyrsta ferðin, at
Absalon hevur mist heiðursmerki,
sum hann annars helt seg hava
vunnið.
Tá leikirnir vóru á Jersey í 1997,
fekk Absalon at vita, at hann hevði
skotið seg til gull. Hálvan tíma
seinni varð hetta tó broytt til silvur.
Og sum eitt lítið kuriosum kann so
eisini nevnast, at skjúttin, sum ta
ferðina vann gullið, í dag sat sum
høvuðsdómari fyri kappingina.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Togaði
30 stig
aftur
Hitin var nógvur og konsentratiónin í topp. Sjálv kendi Annika, sum var hon við at kóka, tá skjótingin var av
Mynd: Álvur Haraldsen
Tímdi ikki meira
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Steypafinalan verður
leygardagin
Leygardagin 4. juli verður ovari vøllur í Gundadali
karmur um steypafinaluna hjá kvinnum. Finalan
verður millum oddaliðini í bestu deildini, KÍ og AB.
Liðini hava sama stigatal í landskappingini.
Dysturin byrjar klokkan 16.00.
Eto’o er ikki ynsktur
Framtíðin hjá Samuel Eto’o er óviss. Barcelona
hevur seinastu tíðina roynt at longt hansara
sáttmála í spanska felagnum, men Josep Maria
Mesalles, umboðsmaður hansara, sigur, at Eto’o
ikki er ynsktur. – Vit hava prátað við leiðsluna tvær
ferðir, og niðurstøðan er, at Eto’o ikki er partur av
framtíðarætlanunum. Eg meti, at teir einans vilja
hava eina stóra upphædd av pengum fyri hann,
sigur Mesalles í sponskum miðlum.