mikudagur 1. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 5
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Renningin hjá Bjørk Herup Olsen á
10.000 metrum týskvøldið kiksaði
rættiliga.
Bjørk royndi at leggja seg á odda
rímiliga tíðliga í kappingini, og hon
var fremst í eina góða løtu. Men
hon hevði tikið ein ov stóran kjans,
tí hon hevði ikki orku at renna heim
í somu ferð, sum hon hevði runnið.
Og eftir at hon hevði sett ferðina
niður, og aðrir rennarar vóru farnir
fram við henni, valdi hon einfalt at
gevast við at renna, hóast tað
manglaðu slakir 2000 metrar.
- Tað gekk væl teir fyrstu seks
kilometrarnar, men so setti eg
ferðina upp og tók kjansin, men tað
gekk ikki ordiliga, sum tað skuldi.
Eg hevði ætlað mær at gjørt tað,
men ikki so tíðliga í kappingina,
sigur Bjørk Herup Olsen.
Sum at fáa hamara í høvdið
Og tað kom aftur um brekku, at
Bjørk Herup Olsen hevði lagt so
nógv fyri.
- Tað var sum at fáa ein hamara í
høvdið, ella sum at verða doyvd í
øllum kroppinum. Eg hevði
misroknað meg, og kreftirnar vóru
uppi.
- Eg hevði tríggjar rundur eftir at
renna, og eg hevði nokk klárað at
gjøgnumført kappingina, men tað
var eingin góð orsøk til at halda
fram, tí eg skuldi renna aftur
mikudagin, og tað hevði verið spill
av orku at runnið seinasta partin,
sigur Bjørk Herup Olsen.
Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú
hevði runnið kappingina umaftur?
- So hevði eg bíðað, til tað vóru
fýra rundur eftir, áðrenn eg setti
ferðina upp.
Tárini trillaðu
Bjørk Herup Olsen var sera kedd
eftir kappingina. Tárini trillaðu, og
hon tóktist ótroystilig. Fyri tveimum
árum síðani gekk eisini illa í einari
rennikapping, og nú var aftur galið
hjá evnaríka rennaranum.
- Eg var øgiliga skuffað av mær
sjálvari, og eg vær sera kedd.
Kenslurnar skuldu út, men um
kvøldið, so fekk eg tað betur, og eg
svav væl um náttina. Nú ræður um
at koma upp á hestin aftur, og eg
gleði meg til næstu kapping, sigur
Bjørk Herup Olsen.
- Tað er ræðuliga keðiligt at venja
so nógv og so leingi, og so muga
gevast at renna í einari kapping.
Men eg havi gott mót at halda
fram.
- Eg var øgiliga kedd
- Kenslurnar skuldu út, men um
kvøldið, so fekk eg tað betur, og eg
svav væl um náttina. Nú ræður um at
koma upp á hestin aftur, og eg gleði
meg til næstu kapping, sigur Bjørk
Herup Olsen
Mynd: Sofus D. Johannesen
Rúni fall
í finaluni
Rúni Seloy gjørdi ein ordans
vørr í innleiðandi kapping á
800 metrum, men hann
megnaði ikki at fylgja við
teimum sterkastu í finaluni.
Átta rennarar vóru við í
finaluni, og kappingin hjá
Rúna var sera hørð. Rúni legði
væl fyri og fylgdi væl við fyrstu
600 metrarnar. Men tá teir
sterku rennararnir fóru undir
endaspurtin, dragnaði Rúni.
Finalan endaði við, at Rúni
Seloy gjørdist nummar 7.
- Eg ætlaði mær at fáa eina
betri tíð, men eg hevði brúkt
nógvar kreftir í gjár, so eg
kláraði ikki at renna skjótari,
segði Rúni Seloy eftir
kappingina.
Heri
rakk ikki
bronsu
Heri Ziska var í nánd av
bronsumerkinum í
klingruvarpi, men endaði sum
nummar 4.
Besta kastið hjá Hera Ziska
var 42,85 metrar, og tað var
miðskeiðis í einari røð av
køstum, sum vóru um teir 42
metrarnar.
Heri Ziska var ein góðan
hálvan metur frá
bronsuplássinum, sum Erik
Larsson av Gotlandi fór við.
Zane Duquemin av Jersey
var nógv sterkastur, og hann
vann kappingina við einum
kasti, sum var stívliga 50
metrar.
- Tað var sum at fáa ein hamara í høvdið, sigur Bjørk
Herup Olsen, sum noyddist at gevast í rennikapping. Eftir
kappingina trillaðu tárini, men Bjørk er til reiðar at gera
sítt besta í rennikapping í kvøld
Ronaldo var fantastiskur
Cristiano Ronaldo spælur í komandi kappingarári við Real
Madrid. Hóast tað, er Alex Ferguson ikki harmur um, at hann
ikki hevur portugisan í hópinum. Men hann staðfestir á
heimasíðuni hjá Manchester United, at Ronaldo hevur verið
fantastiskur. – Hann hevur havt stóran týdning fyri okkara
úrslit. Hesu seks árini, hann hevur verið á Old Trafford, er at
hann vorðin ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum, sigur
Alex Ferguson við heimasíðuna.
Torres takkar venjaranum
Fernando Torres hevur síðan sítt skiftið til Liverpool merkt seg sum
ein av heimsins bestu framherjum. Og í viðtalu við Liverpool Echo í
dag, staðfestir hann, at tað er serliga takka verið venjaranum Rafael
Benitez. – Eg minnist, at fólk settur spurnartekin við meg, tá eg flutti
til Liverpool. Eg skeyt ov fá mál, varð sagt. Men Benitez visti, hvat hann
vildi, og hann eigur serliga stóra orsøk í, at tað hevur gingið so væl,
sigur Fernando Torres.