mikudagur 1. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123
EB/Streymur vil hava Vatnhamar
Tróndur Vatnhamar verður møguliga við í hópinum hjá EB/Streymi, sum fyrireikar
seg til altjóða uppgávurnar móti Apoel FC í Chmapions League. Rólant Højsted,
formaður, váttar, at felagið hevur havt samband við B36 og málverjan. – Framvegis
er einki avgjørt. René Torgarð hevur verið uttanfyri við skaða í fleiri vikur, og tí
sóknast vit eftir nýggjum málverja, sigur Rólant Højsted.
Holst skal royna seg
Christian Holst er millum teir 18 leikararnar, sum
skulu spæla fyrsta venjingardystin fyri Silkeborg í
summar. Dysturin verður í kvøld móti Esbjerg. Holst
og liðfelagarnir fluttu í farna mánaða upp í bestu
donsku deildina, og nú skal føroyski
landsliðsleikarin prógva fyri venjaranum, at hann
eigur pláss í byrjunaruppstillingini.
Eftir ein skinklandi innsats
ímóti Grønlandi, fingu før
oysku kvinnurnar víst í
dystinum ímóti Gotlandi, at
knotur eru í teimum og at
grønlandsdysturin var ein
einsamallur »kiksari«
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Føroyska kvinnuliðið var ikki til at
kenna aftur, tá tað í gjár fór á vøllin
ímóti Gotlandi. Her vóru ongar av
ónollunum frá dystinum ímóti
Grønlandi at síggja, og talan var
bara um hendinga feilir allan dystin.
Eftir eitt fyrsta sett, sum Føroyar
vunnu 25-9, kom av álvara í øðrum
setti til sjóndar, hvussu væl tað
kann liggja fyri, tá allar gera sær
ómak. Helst er hetta eisini størsti
settsigur hjá Føroyum nakrantíð í
oyggjaleikaflogbólti, tí eftir at hava
verið á odda 18-0, vunnu
kvinnurnar settið 25-2!
Og hóast Gotland royndi at muta
eitt sindur ímóti í triðja setti, var
heldur einki at gera har. Hóast
onkrar útskiftingar á føroyska
liðnum, var eisini hetta settið koyrt
trygt í posan við úrslitinum 25-11.
Yvirhøvur var talan um ein sera
sannførandi 3-0 sigur, ið var
grundaður á álopsspælið, ið koyrdi
framúr væl allan dystin. Skinklandi
innsatsurin ímóti Grønlandi var
lagdur aftur um bak, og nú sást, at
knotur vóru í føroysku kvinnunum,
ið kunnu vera øgiligar, tá tær fáa alt
at ganga eftir vild.
Tað gjørdist eitt brak av
einum dysti, tá Føroyar og
Caymanoyggjar møttust í
Baltichøllini í gjárkvøldið.
Fimm sett máttu til,
og Føroyar yvirlivdu
tríggjar settbóltar til
Caymanoyggjar, áðrenn
sigurin var veruleiki
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Higartil hevði føroyska spælið verið
eitt sindur »annaðhvørt ella«, men í
gjárkvøldið gjørdist talan um eitt
brak av einum dysti, har tú ikki
kundi kenna teg vísan í nøkrum
sum helst, fyrr enn alt var liðugt.
Føroyar vunnu fyrsta sett tepurt,
25-22, taptu annað sett líka tepurt,
23-25, og fingu so ein avsmurning
frá Caymanoyggjum í triðja setti,
sum endaði 17-25. Men tá mest
stóð á, megnaði liðið at reisa seg,
svara aftur og vinna fjórða sett
25-20.
Nú byrjaði dramatikkurin, tí
Caymanoyggjar tóktust sterkari tað
mesta av fimta setti, og hevði fyrsta
sett- og matsjbóltin, tá støðan var
12-14, og tann næsta, tá tað stóð
14-15. Føroyar yvirlivdu, men
megnaðu ikki at gagnnýta sín fyrra
sett- og matsjbólt, tá støðan var
16-15, so framvegis var tað øgiliga
spennandi.
Enn eina ferð fingu Cayman
oyggjar møguleikan at vinna, tá
støðan var 16-17, men føroyingarnir
tóktust nú veruliga at hava funnið
stevið, samstundis sum
Caymanoyggjar gjørdu
uppstillingsfeil og annað, ið at enda
hjálpti til, so Føroyar megnaðu at
vinna 19-17 eftir annan sett- og
matsjbóltin.
Líka so syndarligt og strævið tað
var at síggja trý tey fyrstu settini –
serliga annað og triðja sett – líka so
stuttligt var tað at síggja fjórða og
fimta sett. Spurningurin er bara, um
menninir ikki eru ov seinir í gongd,
men tað fáa vit so at síggja…
So riggaði alt
Stuttligt, spenn
andi og strævið
Spældu sum eitt lið
Bæði venjari og spælarar vóru sjálvsagt ovurfegnir eftir manssigurin á
Caymanoyggjunum í gjárkvøldið, sum kom til høldar eftir okkara
fyrsta fimmsettara í kappingini.
– Hetta var ein sera góður dystur, og fyri okkum var tað stuttligt at
vinna ein ordiligan dyst. Nervar gjørdu, at vit spældu so illa í øðrum
og triðja setti, men tey bæði síðstu setti fingu menn tveitt nervarnar
av sær. Tað var gott, at vit fyri fyrstu ferð í kappingini veruliga spældu
sum eitt lið, segði Fridolin Bic, venjari.
– Hetta var heilt ótrúliga strævið, men stuttligt til endans. Og hetta
var ein góður dystur, sum var stuttligur at spæla. Tíverri hava vit
øgiliga lágt botnstig, men tá tað riggar, sær einki út til at vera óført.
Kanska eru vit allíkavæl ikki betri enn tað sama, og her hevur eisini
verið stór útskifting á liðnum hjá okkum, staðfesti liðformaðurin,
Ragnar í Haraldsstovu Petersen.
Tann spælarin, ið kanska skaraði mest burturúr, var samstundis elsti
spælarin, Brian Poulsen, ið beint eftir dystin mátti fáa ísposar á
lendarnar og eina snarviðgerð frá fysioterapeutinum, Guðrið
Mortensen, sum vit kenna frá millum annað hondbóltslandsliðnum.
– Tað var ótrúliga deiligt, at vit kundu spæla ein slíkan dyst, eftir at
vit taptu í gjár. Hesa ferð vóru vit aftanfyri í fimta setti, men fingu
hálað okkum uppaftur, og tað ger sigurin uppaftur stuttligari, segði
Brian Poulsen.
hil
Fakta
Kvinnur: Føroyar-Gotland 3-0
(25-9, 25-2, 25-11)
Menn: Føroyar-
Caymanoyggjar 3-2 (25-22,
23-25, 17-25, 25-20, 19-17)
Færri feilir
Venjarin hjá flogbóltskvinnunum, Kristian Mikkelsen, var í munandi betri hýri eftir dystin ímóti Gotlandi í gjár,
enn hann var eftir dystin ímóti Grønlandi í fyrradagin.
– Vit førdu hagtøl yvir dystin ímóti Grønlandi, og har vísti tað seg, at vit góvu teimum heili 39 stig. Men í
dag var talan um heilt annað spæl frá okkara síðu, og serliga frøddust vit um, at vit gjørdu nógv færri feilir,
sigur Kristian.
– Dysturin vísti, at vit kunnu rættiliga nógv, tá vit spæla væl. Eg hevði væntað, at vit vunnu 3-0 á Gotlandi,
men eg má viðganga, at eg ikki hevði væntað ein so sannførandi sigur, sum fyrst og fremst komst av okkara
góða spæli, heldur enn at gotlendsku kvinnurnar ikki nyttaðu nakað.
hil
Føroysku flogbóltskvinnurnar lurta eftir góðum ráðum frá venjarunum báðum
Mynd: Álvur Haraldsen