Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 3 Gotlendingar minnast gott aftur á oyggjaleikirnar í 1999, og teir vilja stríðast hart fyri at fáa oyggjaleikirnar aftur til Gotlands í 2015 heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Anna Mari Turell arbeiðir á ferðamannaskrivstovuni í høvuðsbýnum á Gotlandi, Visby. Hon er stødd í Mariehamn í hesum døgum fyri at hjálpa til í strembanini fyri, at Gotland kann vinna rættin til at vera vertir fyri oyggjaleikirnar í 2015. Gotland verður í harðari kapping við ermasundsoynna, Jersey, og á aðalfundinum hjá International Island Games Association í 2010 fellir avgerðin, um hvørt Gotland ella Jersey vera vertir fyri oyggjaleikunum í 2015. – Vit koma at arbeiða hart fyri málinum. Her á Álandi tosa vit við fólk frá hinum oyggjasamfeløgunum um, at vit vilja ógvuliga gjarna hava oyggjaleikirnar til Gotlands aftur. Vit ynskja at leggja fram eina so professionela umsókn, sum møguligt, greiðir Anna Mari Turell frá. Spurd um gotlendingarnir ætla at fara at vitja tey ymisku oyggjasamfeløgini fyri at ávirka tey, svarar Anna Mari Turell, at tað ætla tey ikki at gera. – Vit vóna bara, at hini oyggjasamfeløgini skilja boðskapin, at Gotland er tað besta valið. Spurd um tey fara at søkja um leikirnar í 2017, um tey tapa ímóti Jersey í kappingini um leikirnar í 2015, svarar Anna Mari Turell, at tað avgerðina hava tey ikki tikið enn. Minnast gott aftur á 1999 Oyggjaleikirnir sum vóru á Gotlandi í 1999 vóru sera væleydnaðir, bæði hvat ítróttini og samskipanini viðvíkur. – Tað var ein fantastisk uppliving, bæði fyri ítróttarfólkini og fyri almenningin á Gotlandi. Ítrótturin er ógvuliga nógv við til at profilera Gotland, og tað eru nógv ítróttartiltøk á Gotlandi, sum lokka nógv fólk til Gotlands. Vit síggja eisini uppá oyggjaleikirnar sum ein møguleika at skapa eitt brøðralag ímillum tey ymisku oyggjasamfeløgini, so vit vilja ógvuliga gjarna hava oyggjaleikirnar í 2015. Enn í dag minnast gotlendingar hvussu gott alt var í 1999. Gotland er tann landsluturin í Svøriki, sum hevur flest ítróttarfelagsskapir í mun til fólkatalið. Ítróttarrørslan á Gotlandi brennir fyri at fáa leikirnar í 2015, og øll standa saman um hetta átakið, staðfestir Anna Mari Turell. Eingin trupulleiki við innivist Gotlendingar hava ein væl virkandi ferðavinnu, og fyri stuttum vóru nýggj, stór og snotulig ráðstevnuhøli bygd í Visby. Seingjakapasiteturin á Gotlandi er nógv øktur síðani 1999, og tí er Gotland betri fyri enn nakrantíð at taka ímóti oyggjaleikunum. Anna Mari Turell sigur eisini, at eingin trupulleiki verður við flutningi á Gotlandi. – Vit hava nógv ferðafólk, eisini nógv ferðafólk frá cruiseskipum, sum eru so mong í tali, at túrarnir sum vera fyriskipaðir krevja upp til 20 bussar. So eg trúgvi, at vit kunnu gera okkum dælt av øllum royndunum vit hava við flutningi av ferðafólkum. Vit royna sjálvsagt eisini at læra av tí, sum fer fram á oyggjaleikunum her á Álandi, greiðir Anna Mari Turell frá. Gotland hevur eitt árligt ferðafólkatal, sum liggur um 750.000 ferðafólk, og tað svarar til 14 ferðafólk fyri hvønn gotlandsbúgva. Ferðavinnan er høvuðsvinnan á Gotlandi, og mangir kendir svenskarar, bæði politikkarar, listafólk, tónleikarar og vinnulívsfólk hava summarhús á Gotlandi. Nú manglar bara, at gotlendingar fullføra sína visjón 2015, um at fáa oyggjaleikirnar til søguríku svensku oynna í Eystrasalti. FAKTA Í 2010 tekur altjóða oyggjaleikanevndin, IGA, støðu til, hvør oyggj skal hýsa leikunum í 2015. Upprunaliga vóru Føroyar partur av kapprenningini, men nú stendur hendan millum Gotland, sum hýsti leikunum í 1999 og Jersey, sum hýsti leikunum í 1997 Gotland hevur eina visjón 2015 Anna Mari Turell heldur Gotland hava góðar møguleikar at vinna sær rætt at hýsa Oyggjaleikunum í 2015 Mynd: Álvur Haraldsen Valencia skiftir til United Antonio Valencia spælur í komandi kappingarári við Manchester United. Tað varð greitt í gjár, tá hann skrivaði undir sáttmála, sum bindir hann at felagnum komandi fýra árini. – Hetta er ein dreymur. At spæla fyri 76.000 áskoðarum undir liðini á Wayne Rooney, Rio Ferdinand og Ryan Giggs verður ótrúligt, sigur Antonio Valencia í viðtalu við heimasíðuna hjá Manchester United. Maldini vísur Chelsea aftur Carlo Ancelotti, fyrrverandi venjari hjá AC Milan, setti seg fyri stuttum í venjarastarvið hjá Chelsea. Hann hevur seinastu vikurnar leitað sær eftir nýggjum hjálparavenjara, og Paolo Maldini, ið gavst sum fótbóltsspælari í farna mánaða, hevur fingið tilboðið. - Eg havi bjóðað honum starvið, men hann tók ikki av. Maldini vil fegin hava hvíld eftir eina drúgva yrkisleið sum leikari. Eg skilji hann væl, sigur Carlo Ancelotti við Radio Deejay. Judo-liðið úti Føroyska judo-landsliðið tapti móti Álandi í fyrsta dystinum týsmorgunin, og nú skal liðið stríðast fyri at koma í bronsufinaluna jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Mótstøðan í fyrsta umfarinum var Áland, sum verður roknað millum allar sterkastu oyggjarnar í kappingini. Og tað gekk akkurát ikki hjá før­ oyska liðnum. Jógvan Páll Kristian­ sen, Búgvi Poulsen og Bjørn Andrea­sen vunnu sínar dystir, með­an Sam Vang, Skarpheðin Njáls­son, Petur Sigurð Johannesen og Búgvi Hansen taptu sínar dystir. Serliga vóru føroyingarnir ónøgdir um dømingina í dystinum hjá Skarpheðin Njálsson. Skarpheðin bardist móti Anders Berntson, og var talan um ein sera javnan dyst. Eftir góðari løtu eydn­ aðist tað hálvavegna Anders at fáa eitt armlás á Skarpheðin, men hóast hon ikki sat og Skarpheðin ikkin klappaði, so dømdu dómar­ arnir Anders at vinna dystin. - Vit vóru sera ónøgdir við dømingina í dystinum hjá Skarp­ heðin og mótmæltu harðliga, tí vit kendu okkum at vera dømdar út. Tað kann væl vera, at álendingar høvdu vunnið tann dystin at enda, men júst har átti Skarpheðin so ikki at vera dømdur at tapa, sigur Sofus Debes Johannesen, for­mað­ ur í judosambandinum, á heima­ síðuni, www.judo.fo. - Okkara mótmæli ávirkaði sjálv­ andi ikki dømingina, men so høvdu vit sagt okkara meining, og nú mega vit seta okkum upp til dystin móti Gibraltar, sigur Sofus.