Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123 Sum dómari er uppgávan hjá Schandorff Vang at tryggja rættvísi í kapp­ ing­ini í bogaskjóting. Og so verður tað harvið, um dóttirin samstundis stríðist fyri gullinum jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Verður tosað um føroyska boga­ skjóting, slepst illa uttan um at nevna Schandorff Vang. Veteran­ urin úr Sundalagnum hevur gjøgn­ um árini skotið hópin av gull­merkj­ um heim til Føroya, men hesa ferð er Schandorff ikki millum føroysku skjúttarnar. Tá gullið regnaði yvir føroysku skjúttarnar á Rhodos, segði Shcan­ dorff, at nú setti hann punktum sum skjútti, og hetta lyftið hevur hann eisini hildið. Kann ikki hjálpa liðnum Heilt burtur frá ítróttini er Schan­ dorff tó á ongan hátt. Seinastu árini hevur hann virkað sum dómari, og eitt nú var hann eisini við á OL í Bei­ jing í fjør. Tað er eisini sum dómari, at hann er við á Álandi. Og hóast tað helst kundi verið freistandi at hjálpt før­ oyska liðnum, tá harðast leikaði á í gjár, so var hetta nakað, sum als ikki kom upp á tal hjá honum. - Tað kann eg jú ikki. Mín upp­ gáva er at tryggja, at alt gongur rættvíst fyri seg. Og so dugir tað ikki, um eg samstundis gangi og mali millum okkara skjúttar. Sjálv­ andi fylgi eg við, hvussu gongur hjá okkara fólki. Eg búgvi jú saman við teimum, og eg havi skotið nógv sam­an við øllum teirra. So sjálvandi telur tað nógv fyri meg. - Men her og nú er tað ikki mín upp­gáva. Tað ber ikki til, um eg dømi ein píl hjá onkrum til 9 ístaðin fyri 10, tí hvørt einstakt stig kann vera avgerandi, segði Schandorff, tá skjúttarnir vóru lidnir við síni skot týsdagin. Mátti rýma Men tá dóttir tín eisini er við – og enntá er í knallhørðum dysti um gullmerkið. Er tað tá ikki trupult at halda seg heilt burtur? - Nei, tað haldi eg ikki. Vit tosaðu sjálvandi saman í gjár og í morgun. Men tá hon skjýtur, so er tað hon, sum hevur tann leiklutin, meðan eg eri dómari. Eg byrjaði tó dagin í dag við at standa nær henni, tá skotið var. Tí eg helt kanska, at tað kundi hjálpa. - Har var tó onkur av hinum skjútt­u­num, sum gramdi seg um, at eg sum føroyingur skuldi standa hjá føroysku skjúttunum, so eg flutti meg bara. Tann sum grenjaði, var frá Guernsey, og ístaðin fekk hon ein dómara av Guernsey yvir til sín, so eg veit ikki reiðiliga, hvussu tað skuldi gera alt so nógv meira rættvíst. Og hvussu hevði tú tað so við at standa einar 50 metrar frá dóttrini, tá tú visti, at hon við einum góðum 30-meturi hevði møguleikan fyri gullinum? - Tað var sjálvandi spennandi. Eg fylgdi alla tíðina væl við skoruni hjá henni og teimum, sum hon kapp­ aðist við. Men fyrst og fremst røkti eg mína uppgávu á teimum banu­ num, har eg dømdi. Eg royndi tó at syrgja fyri, at eg fekk úrslitini hjá Anniku og kappingarneytunum at vita sum skjótast, men eg mátti altso bíða, til mínar breytir vóru púr­asta lidnar, áðrenn eg kundi fara yvir til hennara. Slapp ikki at hjálpa dóttrini Føroyar økja um munin Eftir tríggjar kappingardagar er føroyska oyggjaleikaliðið ovast í samlaðu støðuni. Longu nú eru 16 gullmerki komin til høldar, og við hópin av kappingum eftir á skránni, eru frálík útlit fyri, at Føroyar hesa ferð gera besta hálið nakrantíð. Og kanska eisini enda ovast í samlaðu støðuni – nakað sum ongan tíð áður er hent okkum. Samlaða heiðursmerkja­ býtið sá soleiðis út týs­ kvøldið gull silvur bronsa Føroyar 16 11 13 Jersey 11 14 6 Gotland 10 3 5 Guernsey 9 5 12 Isle of Man 6 10 7 Áland 6 9 8 Rhodos 3 3 2 Cayman 3 3 1 Isle of Wight 3 2 3 Menorca 3 0 4 Guliganz fer til Noregs Nevndin í NSÍ hevur tikið avgerð um at leiga eitt flogfar til útidystin móti Rosenborg í komandi viku. Ferðalagið fer úr Føroyum týsdagin í komandi viku og verður aftur í Føroyum hóskvøldið. Tilmelding fer fram á telefonnummar 22 41 00. Holmberg til B36 - Eg verði í Føroyum í tríggjar mánaðir fyri fyrst, og síðan fáa vit at síggja. Soleiðis sigur danin Dennis Holmberg við bold.dk, nú tað er greitt, at miðvallarin spælur við B36 komandi mánaðirnar. Hann var í farna kappingarári knýttur at hópinum hjá Fremad Amager, men síðan felagið fór á húsagang hevur hann leitað eftir nýggjum arbeiðsgevara. Og hann er nú funnin. - Vinmenn mínir hava prátað við føroyingar, sum teir kenna væl. Soleiðis havi eg fingið hendan møguleikan, sigur Holmberg við heimasíðuna. 21 ára gamli Dennis Holmberg, sum áður hevur roynt seg í Brøndby og Lyngby, leikti í alt 33 dystir fyri Fremad Amager. Schandorff Vang mátti halda seg púra róligan, hóast spenningurin um føroysku úrslitini var øgiligur. Spenn­ ingur, sum ikki gjørdist minni, tá dóttir Schandorff skeyt seg til gull, meðan konan skeyt seg til silvur Mynd: Álvur Haraldsen