mikudagur 1. juli 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. juli 2009 – Nr. 123
Erik Hamrén, venjari hjá
Rosenborg, væntar sær ein
torføran dyst í Gundadali í
annað kvøld
- Tað er sjáldan, at vit vita so lítið
um mótstøðuna, sum hesaferð.
Men vit eru til reiðar.
Tað er ongantíð lætt at sita í
venjarasessinum. Tað má sviin Erik
Hamrén sanna. Í annað kvøld
stendur hann standa á odda fyri
Rosenborg, sum vitjar í føroyska
høvuðsstaðnum. Hóast hann
staðfestir, at dysturin í Gundadali
móti NSÍ verður torførur, so krevja
fjeppararnir undirhald, málmøgu
leikar og nógv mál. Teir krevja ein
norskan stórsigur.
Torførur dystur
Erik Hamrén tók í gjár út leikara
hópin, sum skal stríðast við runa
víkingar. Roar Strand, Micke Dorsin
og Marek Sapara vóru ikki at finna
millum nøvnini. Venjarin sigur við
rbk.no, at hesir hava tørv á hvíld og
verða tískil verandi í Tróndheimi.
Hinvegin eru Steffen Iversen, sum
áður hevur spælt við enska Totten
ham, og Rade Prica, sum hevur
skotið eina rúgvu av málum í
donskum fótbólti, við í ferða
lagnum.
- Dysturin verður torførur. Tað eru
dømi um fleiri lið, sum hava havt
trupulleikar í Føroyum. Men eg
vænti, at vit fáa eitt frálíkt úrslit,
sigur Erik Hamrén við rbk.no
Sjálvsálitinum bilar í øllum førum
einki í Rosenborg í løtuni. Liðið er
ósigrað í heili 16 dystir, og tað skal í
øllum førum ikki verða í Føroyum
og í Gundadali, at frálíka gongdin
fær sín enda.
- Eg veit millum lítið og einki um
føroyskan fótbólt. Men vit eiga at
vinna dystin, sigur Kris Stadsgaard,
verjuleikari hjá Rosenborg, við RBK.
no.
Hópurin hjá Rosenborg:
Málverjar:
Rune Almenning Jarstein
Alexander Lund Hansen
Verjuleikarar:
Mikael Lustig
Alejando Lago
Kris Stadsgaard
Andresa Nordvik
Roy Miller
Vadim Demidov
Miðvallarar:
Per Ciljan Skjelbred
Alexander Tettey
Trond Olsen
Kjell Rune Sellin
Anthony Annan
Framherjar:
Rade Prica
Didiér Konan Ya
Dario Zahora
Steffen Iversen
Hamrén veit einki
um mótstøðuna
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
Fjepparar flenna at NSÍ
Á eini fjepparakjaksíðu hjá Rosenborg verður
dúgliga kjakast um uppgávuna hjá liðnum í morgin.
Og tað eyðsæð, at teir vænta sær ein trivaligan sigur
móti NSÍ í Gundadali í annað kvøld. Omanfyri eru
nøkur av , sum ymsir fjepparar hava skrivað.
- Hetta má helst líkjast einum sokallaðum WalkOver, ikki so?
- Møguliga eru teir ikki so vánaligir, hahaha?
- Mær vitandi kann føroyskur fótbóltur samanberast við norku aðru
og triðju deild. Vit hava havt trupulleikar av tílíkum liðum áður...
- Eg tippi 7-0 til Rosenborg.
- Tað er imponerandi, at eitt lið úr einari føroyskari bygd hevur eitt
fyrstalið, næstbesta lið, triðja lið OG eitt fjórða lið! Spæla øll fótbólt í
Føroyum?
- Man to watch: Karoly Potemkin
- Teir eru ikki serliga raskir at dagføra heimasíðuna. Eg vildi mett, at
uppgávan móti Rosenborg eru stórtíðindi har yviri.
- Helmingurin av liðnum hjá NSÍ eru landsliðsleikarar, uttan at tað
sigur serliga nógv.
Uni
- Tað er sjáldan, at vit vita
so lítið um mótstøðuna, sum
hesaferð, sigur Erik Hamrén,
venjari hjá Rosenborg, í
norskum miðlum
Aldridge í
Gundadali
Fótbóltsskúlin í Gundadali, sum venjarar frá Liverpool
Academy venja ungar og ágrýtnar føroyskar
fótbóltsleikarar, byrjaði í morgun. Jens Kristian Vang,
myndamaður, var í Gundadali í morgun, har John Aldridge,
fyrrverandi Liverpool-leikari, millum annað legði
ungdóminum lag á
Uni
Poulsen møguliga til Onglands
Christian Poulsen fer, sambært altjóða miðlum, møguliga at spæla við
Liverpool í komandi kappingarári. Gazzetta dello Sport skrivar eitt nú, at
Xabi Alonso er ávegis til Juventus, og Christian Poulsen, sum seinastu tvey
árini hevur spælt í Juventus, fer til Liverpool. Danski miðvallarin hevur fyrr í
summar sagt, at hann neyvan heldur fram í Italia eftir summarsteðgin.
GOG er bjargað
GOG Svendborg hevur seinastu tíðina verið í
stórum fíggjarligum trupulleikum. Felagið hevur
leitað eftir nýggjum íleggjarum, og tað hevur í
fyrsta umfari eydnast. – Vit hava fingi 3,5
milliónur krónur. Men tað hevur ikki við sær, at
vit gevast her, sigur Arne Buch við tv2sport.dk.
Tað er sannlíkt, at felagið sleppur undan
húsaganginum.