Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 1. juli 2009 31 Bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tann nýggja Kawasaki VN1700 Voyager er nú royndarkoyrd av danska MC-blaðnum Bike. Súkklan kostar 214.000 krónur í Føroyum MC Kawasaki VN1700 Voyager er tann flottasta súkklan hjá Kawasaki og flaggskipið hjá teimum. Súkklan er nú royndar­koyrd av danska MC-blaðnum Bike, og fær hon sera gott ummæli. Vatnkøldi V2 motorurin er ein uppliving í sær sjálvum, serliga tí hann er so stillur og ljóðleysur í tóm­gongd. Motorurin er ein sera kvikur V2 (1.700 cc) við 74 hk við 5.000 snún/min. VN1700 Voyager er væl egnað til langar túrar. Hon er sera væl útgjørd við t.d. síðutaskum og toppboks aftanfyri baksetrið umframt fleiri minni handskarúm. Eisini hevur hon cruise-kon­troll og eina nýggja fram­komna ABS bremsuskipan. Tað er MC-Sølan í Slætt­anesgøtu, sum um­­boð­ar Kawasaki motor­súkklurnar. Kawasaki VN1700 Voyager kostar 214.000 krónur í Føroyum. www.mc-solan.fo" www.mc-solan.fo mg Føroyskir truckarar fara í august til størsta truckerfestivalin í Skandinavia Í sambandi við størsta truckerfestivalin í Skandi­ navia, Nordic Trophy, sum verður í Linkjøping í Svøríki í døgunum frá 28.- 29. august skipar Trucker. fo fyri eini ferð úr Føroyum frá 27. til 30. august. Flogið verður úr Vágum hósdagin 27. august kl. 08.15 til Kastrup. Síðan verður koyrt við bussi til Linkjøping, har festivalurin er. Gist verður á Quality Hotel Ekoxen í 3 nætur. Heimferðin verður aftur úr Kastrup sunnudagin 30. august kl. 19. Ferðin verður løgd til rættis av ferða­ skrivstovuni Fonn Flog í Klaksvík. Tekning fer fram hjá fyriskiparunum av føroyska Trucker Festivalinum Leif Eliasen ella Hugo Skora­ stein. Meira upplýsingar á: www.trucker.fo mg Truckarar til Nordic Trophy Nordic Trophy er størsti truckerfestivalur í Skandinavia Flaggskipið hjá Kawasaki VN1700 Voyager er flaggskipið hjá Kawasaki Av tí at Rás2 sendir frá Oyggjaleikunum á Álandi alla hesa vikuna, er sendingin Bilradio tikin av skránni. Bilradio verður aftur hósdagin 9. juli kl. 17.10