mikudagur 1. juli 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 • 01. juli 2009
MIÐvikan
33
Tann 92 ára gamla Hjørdis
Háberg hevur eina spennandi
ættarsøgu, sum eisini gongur
aftur til Blankaskála og
Syðradals á Kallsoynni
Hon er ættað úr Suður í Stovu
ella Kongsstovu, sum var festi
garðurin á Blankaskála.
Festarin í 1686 kallast Poul
Joensen.
Pápi Poul var Jógvan Joensen,
sýslumaður, úr Syðrugøtu,
sum helst er giftur við dóttir
Hanus í Gerðum, sum saman
við svágrinum Dánial presti við
jarðarkeypi í 1686 høvdu tryggjað
sær ræðið yvir bygdini.
Pápi Jógvan Joensen hevur
helst verið Joen Poulsen Øre,
løgmaður, og man han vera
føddur tíðliga í 17 øld. Hann var
løgmaður í árunum 1662-77.
Hann er forrestin forfaðir til
Edmund Joensen.
Sagt varð um nýggja festaran
Poul, at hann var belestur, sum
tað skilst á skiftinum, og tað sigur
okkum nakað um hvørjum fólki,
hann var av.
Poul doyði í 1723. Kona hansara
kallaðist Cathrina Simonsdatter.
Tey fingu fimm lívsarvingar.
Tann elsti av teimum æt Jógv
an Poulsen f. 1689, sum var giftur
við Onnu Haraldsdatter í Oyndar
firði.
Jógvan Poulsen gifti seg til eitt
festi í Oyndarfirði, sum hann hevði
árini 1718-1724, tá hann flutti
aftur til Blankaskála, har hann
tók við ættarfestinum. Tá flutti
beiggin Dánjal til Oyndarfjarðar,
har hann tók við festinum har.
Í Kallsoynni er framvegis ein
“Oyndraskorð”, sum fekk navnið,
frá tí hon varð røkt úr Oyndarfirði.
Triði sonur Poul var Jákup
f. 1696, sum var pápi til Hans
Jacobsen Debes, sum gjørdist
løgmaður á Steig.
Fjórði sonurin var Símun
Poulsen f. 1695, sum giftist inn í
Miðstovuna, og hvørs ætt hevur
verið umrødd.
Hanus Simonsen giftist vestur
í Vágar, hagar hann upprunaliga
fór at tæna hjá systkinabarni
sínum, løgmanni. Hann gjørdist
ættarfaðir til m.a. Simonsen
ættina, sum eisini gjørdist
stór m.a. í Fuglafirði, og er
borgmeistarin Sigurð Simonsen
ættaður frá Hanusi.
Ættin hjá Peturi
Áðrenn farið verður víðari
við Hjørdis, skal verða greitt
frá, hvussu Petur Háberg,
maður hennara, kemur inn
í myndina. Petur var sonur
Napoleon Joensen, f. 1878,
Pola skómakaran, sum var av
Selatrað. Hann var sonur Elias
Fr. Joensen, f. 1844, sum var
ættaður av Trøllanesi. Pápi
hansara var Joen Johannesen f.
1793, vanliga nevndur Fuglafjarða
Jógvan. Mamma Jógvan var
Anna Olesdatter f. 1751, ættað
úr Tjørnustovu í Norðragøtu. Hon
var dóttir Ole Jacobsen, f. 1715
og Cathrine Simonsdatter f. 1723,
sum var ættað av Blankskála.
Hon var dóttir umrødda Simon
Poulsen, og tískil var abbi henn
ara fyrstnevndi Pól Joensen,
sum sostatt er felags forfaðir hjá
teimum báðum, Petur og Hjørdis.
Ikki blídligur men
hegnigur
Sagt verður, at Jógvan, sonur
Poul, og Anna vóru múgvandi
fólk. Har skortaði hvørki pengar
ella jørð ella skart, og sjálvi áttu
tey prýðilig hús. Smiður hevur
Jógvan eisini verið, og skiftið
nevnir m.a. langsag, langhøvil og
høggujørn.
Jógvan Poulsen er umrøddur
í søgnini um Uppsala Pætur og
sagdur “ikki at vera blídligur
maður”. Tað sama kann tó ikki
sigast um eftirkomararnar.
Ein sonur Jógvan Poulsen
kallaðist Jógvan Joensen. Hann
giftist í 1750 við Elsebeth Oluf
datter á Toftanesi í Lorvík. Men
hann doyði ungur og festi ongan
tíð. Tey áttu eina dóttir, Anna
Margretha Joensdatter f. 1753.
Hon giftist í 1773 við Klæmint
Simonsen úr Yviristovu í Svínoy,
og fekk hann festið um somu tíð.
Hann var annars bátsformaður
á bátinum av Blankaskála feigd
artúrin í 1803, sum varð umrøddur
í frásøgnini um Blankskálabátin,
tá beiggjarnir Símun og Poul
Poulsen, abbasynir fyrsta Simon
Poulsen, doyðu av overving.
Elsti sonur Klæmint og Onnu
Margrethu var nevndi Joen
Clementsen, sum var 24 ár í
1801. Hann giftist í 1804 við
Malenu Jensdatter og fekk festið
í 1807. Malena var einkja. Hon
var fyrst gift við Garðs-Dániali
á Viðareiði, sum gekk burtur við
Fodlindsbátinum í 1802, tá 5 av 8
monnum umkomust.
Brúðurin sum
var stjolin
Tá ið fólkið á Blankaskáli flutti
til Syðradals eftir skarvalopið,
fingu tey almennan studning, sum
hjá Jógvan var kr. 502. Húsini
hjá teimum vóru liðug í 1812, og
Løbner amtmaður kom persónliga
til Syðradals at sýna. Men her
var eingin trupulleiki. Ummælið,
hann fekk frá amtmanninum, var
“Joen Clementsen, velhavende
Mand---.”
Tey bæði áttu m.o. børn sonin
Dánjal f. 1814. Hann giftist í
1834 við Jóhonnu Olesdatter
úr Norðristovu í Gerðum. Tey
búsettust á Syðradali, og eru
hetta sjeyndu húsini í bygdini, og
tey róptu tað “har Úti”.
Dánial og Johanna áttu sjey
børn. Triðelst var Catrine Sofie
Joensen f. 1840, sum í 1862
giftist við Jørgen Davidsen av
Nesi í Eysturoynni. Tey fingu 11
børn, og er hetta stórur partur av
orsøkini til, at Hjørdis hevur átt
ikki færri enn 99 systkinabørn.
Hetta giftarmálið gjørdist kent í
eftirtíðini fyri brúðrina, sum varð
“stjolin” út á Nes.
Hjørdis eigur eitt ítøkiligt
minni um hesa hending, nevniliga
kistuna sum omma Hjørdis hevði
við sær, tá hon varð “burturflutt”.
Eitt av teimum 11 børnunum
hjá Jørgen og Katrinu Sofíu var
Jógvan, pápi Hjørdis, sum fekk
sær navnið Næsaa.
Jógvans navnið er framvegis
í ættini. Ein sonur Hjørdis eitur
Jógvan (Páll), og hann eigur aftur
ein abbason, sum eitur Jógvan.
Vit kunnu rokna okkum fram til, at
Jógvans navnið gongur í hvussu
er aftur til fyrst í 17. øld, ella
400 ár aftur. Verður lív og heilsa,
verður Jógvans navnið tryggjað í
ættina væl inn í 5.øld!
Søgan um “brúðar
ránið” og kistuna av
Blankaskála
Hjørdis greiðir frá:
Omma æt Katrina Sofía og var
norðan av Syðradali. Foreldur
hennara vóru av Blankaskála.
Tey fluttu til Syðradals, tá tað
var omanlop á Blankaskála, og
har hevur eingin búð síðan. Hon
var bóndadóttir, og abbi var bara
vanligur fiskimaður, so foreldur
hennara vildu ikki, at hon skuldi
giftast við honum. Abbi hevði
tríggjar systrar, sum vóru giftar
har norðuri á Kallsoynni, og var
hann ofta har norðuri og vitjaði
systrarnar. So onkuntíð tá hann
hevði verið har norðuri, høvdu tey
nokk avtalað, nær hann skuldi
koma eftir henni.
Hann fór so við róðrarbáti eina
nátt norður. Hon tænti tá hjá
prestinum á Viðareiði, so hann
mátti heilt norður til Viðareiðis
eftir henni. Onkur vildi vera við,
at prestur hjálpti henni, so har
stóð hon klár á lendingini við eini
kistu, har hon hevði øll síni ting í.
Kistan
Eg minnist, at kistan stóð uppi á
loftinum hjá okkum har heima í
Magnus Heinasonargøtu. Tá var
hon brún. Pápi mín hevði hana
við klæðum, tá hann fór til skips.
Inni í lokinum stóð eitt árstal
skrivað. Eg haldi, at tað var 1784,
men tað er tíverri málað útyvir
tað. Nú stendur henda góða
kistan í kamarinum hjá mær á
Ellisheiminum og er málað blá.
Jørgen og Katrina Sofía giftust
so í Nes kirkju 22. juli 1862. Hann
var 21 ára gamal, og hon var 22
ár. Tey hildu stórt brúdleyp, men á
Syðradali vóru tey so ill, at eingin
vildi koma í brúdleypið. Men tað
rættaðist eftirhondini. Eg haldi,
at okkurt av børnunum blivu
uppvaksin har norðuri. Tey fingu
eisini heili 11 børn.
Jørgen var ein knassi
Abbi misti pápa sín, tá hann var
14 ára gamal. Hann var einasti
sonur og mátti tí sum hálvaksin
drongur taka við sum húsfaðir.
Sum 17 ára gamal var hann
við á eini vandaferð eftir lækna
suðuri í Havn. Dóttir Pryde prest
var vorðin sjúk, og menn vóru
bidnir um at fara eftir lækna.
Veðurlíkindini høvdu ikki verið
góð henda morgun 26. september
1857, men stórur bátur við 8
monnum fór av Nesi til Havnar.
Læknan fingu teir í øllum góðum
umborð, men á heimferðini umkom
ust seks mans. Ein genta á landi
sá tilburðin. Ov lítið av fólki var
eftir á Nesi, so tað mátti sendast
boð út á Toftir. Men tá toftamenn
komu á staðið, sótu bert tríggir
mans eftir á kjøli og vórðu teir
læknin, abbi og ein, sum æt
Justines. Teir vórðu so bjargaðir.
Abbi, sum dugdi væl at svimja,
hevði hjálpt hinum báðum uppá
kjøl. Lærarin á Argjum, Olaf
Petersen, hevur skrivað um Jørgen
á Nesi, at hann var í seinnu
helvt av 19. øld ein vælkendur
maður. Hann var sera dugnaligur
útróðrarmaður, men hann var
tiltikin at leggja nógv fyri.
Á vári 1911 fór hann til Havnar.
Tey vóru fleiri, og eisini tvey
abbabørn vóru við. Men tá tey
komu aftur, kollsigldi báturin
út fyri Hvítanes. Abbi og bæði
abbabørnini druknaðu. Tá var
hann 69 ára gamal.
Omma doyði fyrst í 20-unum.
Eg minnist, at eg var einaferð
á Nesi við mammu. Tá lá hon í
seingini. Hon hevur nokk verið um
tey 80.
Hjørdis og hennara burturflutta omma
Jørgen og Johanna Sofía. Tað var ikki bara sum at siga tað
hjá teimum báðum at koma saman
Hjørdis situr á kistuni, som omman
hevði við sær, tá hon var burturflutt
Kistan innan. Í henni eru troyggjur,
sum Hjørdis hevur bundið til børn í
Rumenia
➘