Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvikan 34 Nr. 123 • 01. juli 2009 Um hendingina tá brøðurnir Simon og Poul Poulsen doyðu, skrivar J. Símun Hansen í “Havið og Vit 2”: “Aar 1803 den 3. Febr. døde Ægtemanden Simon Poulsen af Blankeskaale, 45 Aar, og Poul Poulsen af Blankeskaale, 30 Aar. Begge disse to døde paa Havet. Begravede paa Viderø.” Soleiðis stendur at lesa í Norðoya Kirkjubók. Men hvat mundi liggjað fjalt aftanfyri hesa stuttu frásøgn? Hon eggjaði bara mítt forvitni. Mundi ikki ein døpur hending frá tí æviga bardaganum við havið verað krógvað aftanfyri? At so var, fekk eg eisini at frætta og sigi her søguna, sum teir søgdu mær hana: Tað var í torranum, at blankskálamenn vóru farnir út á Skallarnar við seksmannafari. Sum dagurin leið, ruskaði hann lágt, bátarnir tóku til rýmingar og vunnu upp land, men andróðurin gjørdist av tí harðasta. Eisini kunoyingar vóru á Skøllunum henda dagin. Teir rýmdu, slitu upp Nakkin og lógu undir Øldubarmi alla náttina. Tá blankskálamenn sóu kunoyingar fara til árar, skuldi Klæmint á Blankaskála hava á munni, at best var at leggja ein rakstur aftrat, teir mundu fara at vinna upp Nakkin kortini. Tiltiknir vóru teir við árini. Í grundaróðri og í andróðri skuldu teir altíð liggja fremstir, og onkur blankskálamaður skuldi einaferð hava kastað út av munn­ inum, at hvat teir enn kundu stúra fyri, so stúrdu teir ikki fyri at vinna upp land, um teir so sótu norði á havi, og hann ruskaði lágt. Tað kann væl vera at onkur eftirklókur hevur pentað hesa søguna upp á bakið á teimum, og at hon er gjørd í øvundsjúku av teimum, sum dragnaðu afturfrá í hørðum róðri. Men søgan veit eisini at siga, hvagan teir høvdu sína óføru styrki og sín treystleika. Tað høvdu teir Galvaseiðinum fyri at takka! Men hann vaks vindin í hvørjum, og tá ið raksturin var av, var ikki hugsingur um at sleppa upp undir Nakkin. Her gjørdist einki uttan at hava stavnhaldið móti Viðareiðishellu. Teir vunnu heim fyri Torvuna, men fingu tá eina glaðu so harða, at teir ikki fingu bátin upp í móti aftur og róku norð um Viðoynna. Har lógu teir so alla náttina og andøvdu. Kvøldið eftir gekk hann vesturá, og um náttina settu teir upp í Eiðsvík, lendingini eystantil á Viðareiði. Doyðu av overving Tá høvdu teir róð harðasta andróður í 27 tímar. So stríggin hevði hesin róður verið, og so útlúgvaðir vóru hesir sterku menn, at tveir av teimum doyðu av møði í bátinum og - verður lagt afturat - teir vóru teir raskastu. Hinir komu í Heygar, sum tá var eystasti býlingur á Viðareiði og komu allir aftur fyri seg. Teir báðir, Símun og Pól, sum doyðu og vóru grivnir á Viðareiði, vóru brøður og ættaðir úr Miðstovuni. Símun var giftur og átti fimm børn, Pól mundi vera ógiftur. Teir, sum bóru boð í bý, vóru Klæmint Simonsen, kongsbóndi, ættaður úr Yvirstovu í Svínoy og sonur hansara Jógvan Clementsen, Jógvan Hansen, uttari í Húsi og Jákup Jacobsen úr Lykkershúsi. Tað vóru døtur Símun, sum endaðu í Gøtu. Blankskálabáturin Tað kann vera stuttligt at síggja, hvat fólk áttu tá á døgum, og hesum greiðir J. Símun Hansen sera væl frá. Keldan hjá honum vóru skiftini. Skiftið eftir Pól Joensen d. 1723, felags ættarfaðirin hjá Hjørdis og Petur, hevur hesa uppgerð yvir tað, sum hann átti: 1 bát við reiðskapi 1 bát við ongum reiðskapi 2 partar í einum báti við reiðskapi og neysti. 1 bát við reiðskapi og neysti 1 lítil stova við “Kakkelovn” lestrabók, bíbil, Kingo sálmabók. bók við forkláringum til Katekismus, lítil bók av sama slag 3 sálmabøkur drekkikrúss og silvurskeiðir songardýna, pútur o.s.fr. 80 seyðir yvir innistøðuna (tað sum garðurin var sagdur at bera) 1 mørk og 10 gyllin koma til skiftis. Húsaognirnar Jógvan, sonur Pól, festi í 1724, og tá er gjørt upp, hvussu nógv hús ið hoyra til kongsgarðin, og tey eru heili 9. Sum tað sæst á kortinum var glasstovan eini hús fyri seg. Men annars sigur uppgerðin: En Røgstue 6 ¼ x 5 Alen med 2 Sengesteder, Bord og Bænke En Glasstue 5 ¾ x 5 ½ - med 3 Vinduer Et Sengested med Bord og Bænke To Kjælde 5 x 3 Alen Et Grothuus 8 x 3 ½ Alen Et Grothuus 6 x 3 Alen Et Fæhuus 7 x 4 - Et halvt Fæhuus Et Nøst Kostnaðurin av at flyta Kongsstovu Símun Hansen hevur eisini eina uppgerð yvir kostnaðin hjá Jógvan Clementsen, oldurabba Hjørdis, av at flyta til Syðradals aftaná skalvalopið í 1809. Tað, sum varð bygt, var hetta: Ein glasstova 5,5 x 5,5 alin Tvær roykstovur við forstovu 9,7x5,8 alin Eitt fjós 7,2 x 6,3 alin Eitt gróthús Eitt hálvt fjós Ein hjallur Ein hjallur Eitt gróthús 11,2 x 4 alin Eitt neyst til eitt 8 mannafar Egin hús: Ein hjallur við gróthúsi í endanum 8,5 x 4,2 alin Ein glasstova við køki og kamari 8,5 x 7,2 alin Eitt hálvt neyst til 4 mannafar Samlaði kostnaðurin var kr. 680. Av hesum varð latið sum studningur kr. 502. Annars verður sagt, at samlaði kostnaðurin av øllum fýra húsunum, sum fluttu av Blankaskála var kr. 1905. Av hesum vórðu kr. 1.082 latnar í studningi av rentukamarinum. Hvat áttu fólk? Komandi partur: Í komandi Miðviku verður greitt frá amtmanninum Hjalmar Ringberg og børnum hansara Hans og Ása, sum framvegis føldu seg sum føroyingar 70 ár eftir, at tey fluttu úr Føroyum