mikudagur 1. juli 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Birita L. Jóansdóttir
Sexolog og Parráðgevi
SEX. Tað provokerar og
eggjar. Tað fær okkum at
rodna og krimpa saman.
Tað kann vera deiligt og
samstundis so ræðuligt.
Tað bindir saman og skilir
sundur. Tað skapar lív og
elvir til deyða. Tað selur
menniskju og menniskju
selja tað. Tað skapar børn
og børn verða oyðiløgd
av tí. Tað gevur frælsið og
førir til kúgan. Tað er vísindi
og elvir til vitloysi. Tað er
givið av Gudi og tað er tikið
av Gudi. Og tað er eitt tað
vakrasta vit eiga og kortini
so ljótt.
Hvat er tað við hesum
orðið, ið fær okkum at blíva
so undarliga reyð í høvdi-
num og vísa eina so undar-
liga forkroysta atferð? Hví
hava vit so ringt við at tosa
um sex og seksualitet á ein
sakligan og menniskjaligan
hátt, uttan at gera tað í spe-
isemi og við láturgerðan av
okkum sjálvum og hvørjum
øðrum? Og skulu vit tosa
um sex? Er tað veruliga
neyðugt at tosa um nakað
so einfalt sum at “mogga”?
Ja, vit skula tosa um sex og
tað er alneyðugt. Vit skulu
tosa um kyn og kynsliga
menning við okkara børn
frá barnagarði til tey fara
út um skúlagátt. Fyri at
tey kunnu blíva betur at
verja seg sjálvi móti tí
kropsliga ágangi, vit vaksnu
fremja ímóti teirra kyni í
heiminum, í familjuni, í
barnagørðum, í skúlum, í
samkomum og kirkjum og
aðra staðni vit sleppa fram
at. So okkara børn vita, at
tey, og bert tey, eiga rættin
til sín egna kropp. Vit skulu
tosa um sex og seksualitet
við tey ungu so tey fáa eina
sunna fatan av sínum egna
seksualiteti og seksualite-
tinum hjá hinum. Vit skulu
tosa um sex í parlagnum
tí pør, ið tosa um sex hava
tað betur saman, enn pør,
ið ikki gera tað. Vit skulu
tosa um sex við okkara
vinfólk tí vinfólk, ið tosa um
sex, eru glaðari í lívinum
enn vinfólk, ið ikki gera tað.
Vit skulu tosa um seksuelt
fjølbroytni og seksuellan
atburð saman við Gudi, tí
seksualiteturin er skaptur av
Gudi, Vraka og kúga vit sek-
sualitetin vraka og kúga vit
Gud. Vit skulu tosa um sex í
almenna rúminum soleiðis,
at vit fáa eitt natúrligt sek-
suelt mál og orðaval heldur
enn stirvnan og knortlutan
orðavavstur. Og mest av
øllum skulu vit tosa um sex,
tí vit eru seksuellar verur, ið
lættliga kunnu koma út at
skíta, nøra vit ein seksualitet
inni í okkum sjálvum, ið
kann blíva heldur óheppin
fyri okkum sjálvi og onnur.
Men hví tosa vit so ikki um
sex? Hví tosa vit ikki miðvíst
og skynsamt um nakað, ið
hevur alstóran týdning at
verða skynsamt og miðvíst
tosað um? Hví lata vit vera
við at nerta við henda vakra
úrmæling, ið er ein av
lyklunum til at skilja okkara
eksistensgrundarlag sum
menniskju? Hvat er tað vit
ræðast, sum fær okkum at
seta føtur í spennið so fast,
at tær nærum brotna?
Er tað kanska tí, at við at
skilja lykilin til okkara veran
sum menniskju, skilja vit
lykilin til frælsið? Og skilja
vit lykilin til frælsið, mugu
vit taka ábyrgd av egnari
atferð í egnum lívið? Og
taka vit ábyrgd av egnari
atferð í egnum lívið, upp-
daga vit, at tað er ikki ein
spurningur um, hvat er rætt
og hvat er skeivt, men at
tað snýr seg um, hvat ið er
best fyri ein sjálvan í tann
mun, tað ikki skaðar onnur?
Og tað ger, at nógv av
okkum mugu rannsaka seg
sjálvan fyri at finna fram til
og fáa loyst upp fyri sínum
rangvørgu seksuellu ten-
densum? Og komin so langt
gongur tað eisini upp fyri
okkum, at vit avgera sjálvi
okkara egnu eydnu, og at
sex ikki bara er nakað ein
ger, men eins neyðugt fyri
at vita um nakað ein er? Og
at alt hetta samanlagt gevur
pláss fyri einari andaligari
dimensjón í javnvág við
okkara seksuellu drívmegi
og girnd?
Er tað tá ikki nokk so
tápuligt av okkum ikki at
royna henda úrmælta lykil?
- tað kundi jú verið, at hann
opnaði upp fyri onkrum.
Skulu vit tosa um sex?
Sexologurin hjá planet.fo
svarar tínum spurningum
At søkja hjálp hjá einum sexologi ella parrágeva er ikki
ókeypis, og kann tað fyri summi verða alt ov kostnaðar-
mikið til at gerast veruleiki. Men nú kanst tú fáa hjálp
heilt ókeypis.
Hevur tú trupulleikar í tínum sexlívi? Ella hevur tú nakrar
spurningar viðvíkjandi tínum kærleikslívi, so kanst tú
senda tínar spurningar til sexologurin@sosialurin.fo.
Birita Lamhauge Jóansdóttir, sexologor og parráðgevi,
svarar spurningum frá lesarunum hjá planet.fo, og
verða spurningarnir svaraðir inni á heimasíðuni. Eisini
hugleiðir Birita um ymisk viðurskifti innan parlag og
kærleika, og verða bloggur hennara at síggja á planet.fo
hvørja viku.
Allir spurningar eru í trúnaði, og eingi nøvn ella upplý-
singar hjá spyrjaranum verða at síggja á heimasíðuni.
Seinni í vikuni verður eisini gjørligt at senda spurningar
umvegis planet.fo, soleiðis at eingir upplýsingar nýtast
at koma til sjóndar.
Skulu vit tosa um sex?