Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nú Barnafestivalurin av álvara nærkast, og bert fáir dagar eru eftir áðrenn Mohammed og aðrar barnastjørnur trína á pall Grasagarði er greitt, at un- dirtøkan fyri festivalinum ongantíð áður hevur verið so stórur. Alskyns festivalar hava stungið seg upp í Føroyum seinni árini, og ein teirra er Barnafestivalurin, sum fer av bakkastokki komandi leygardag. Við X-Factor stjørnuni Moham- med á odda, fer festivalurin at bjóða til tónleik og undirhald fyri tey smærru, og verður hetta komandi leygardag í Grasagarði. Atgongumerkjasølan hevur eftir øllum at døma gingið væl, nú 400 føroyingar hava ognað sær atgongumerki til festivalin. Síðsta ár seldu vit bert helmingin av atgongumerkjunum, ið vit hava selt í ár, sigur Bogi Andressen, ein av fyriskiparunum handan Barnafestivalin. Avmarkað atgongd Hóast Barnafestivalurin hev­ur sligið sítt egna met í atgongu­ merkjasølu, so eru framvegis atgongumerki at finna. Tað er avmarkað nøgd av at- gongumerkjum, og vit selja bert 2000 atgongumerki, sigur Bogi Andreassen, fyriskipari. Kunning um Barnafestivalin er at finna á heimasíðuni hjá Margar- infabrikkini www.margarinfabrik- kin.fo Barnafesti­valurin slær met Hálvt annað ár eftir, at fyrsta fløgan sá dagsins ljós, er nýggja fløgan hjá Una Arge komin í handlarnar, og nevnist hon “Meldurtíð”. Við 12 nýggjum løgum um kærleika og tíð, Føroya søgu og samfelagsliga stillstøðu, hevur Uni sostatt latið sína seinni fløgu út á gøtuna. Nú er nýggja fløgan hjá Una Arge komin í handlarnir. Uni hevur fyri stuttum givið ein forsmakk uppá nýggju fløguna, og hava vit millum annað hoyrt løg sum “Einaferð” og “Enn ein dagur fór”, og hesin seinni við Maluni Eyðunsdóttir sum gestasangara. - Tað var eitt stórt tak at gera „Mitt í sjónum,“ tí hon var mín fyrsta fløga, men fólk hava tikið væl ímóti henni, og nú haldi eg so fram. Einar fimm mánaðir eftir, at „Mitt í sjónum“ var komin út, fór eg at skriva allar teir nýggju sangirnar, og nú er so næsta fløgan komin í handlarnar, sigur Uni Arge. Niclas Johannesen pro- duseraði „Mitt í sjónum,“ og hann hevur eisini pro- duserað „Meldurtíð.“ Uni greiðir frá, at nýggja fløgan er meira akkustisk enn tann fyrra, og í miðdeplinum eru sangirnir og frásagnirnar. - Tá Niclas hevði játtað at produsera næstu fløguna, fóru vit í studio at arrangera allar sangirnar rundan um vokalin og guitaran hjá mær. Høvuðsreglan var, at frásøgnin skuldi vera í mið- deplinum. Í onkrum førum hava vit pumpað sangir upp við rockguitarum, men yvir- høvur er „Meldurtíð“ meira organisk og skaldslig enn „Mitt í sjónum,“ sigur Uni. Tónleikarar á „Meldurtíð“ eru Uni sjálvur, Niclas Johannesen, James Ol­sen, Mikael Blak, Krist­ off­ur Mørkøre, Jákup Zach­ariassen, Tóri Restorff, Finn­ur Hansen og Gunnar Gutte­sen. Á fløguni syngur Malan Eyðunsdóttir við á eini duett. Kristoffur Mørk­ øre hevur ljóðblandað, og húsan hevur Høgni Egholm Magnussen gjørt. “Meldurtíð” komin í handlarnar Víðagitni tónleikararnir Trónd­ur Enni og Steintór Rasmussen, hava nú umsett og útgivið eitt lag, sum teir hava umsett til føroyskt. Uppruna lagið eigur skaldið Bubbi Morthens, og hetta er eftir øllum at døma bert fyrsta stigið í einum forkunnugum samstarvi millum hesar báðar tón- leikarar. Fyrsta liðið í einum heldur forkunnugum samstarvi hevur nú sæð dagsins ljós. Talan er um samstarvið millum Trónd Enni og Stein­­tór Rasmussen, og er fyrsta lag teirra nú at hoyra í Rás2 og Útvarpinum hjá Kringvarpinum. Lagið ber heitið “Sum Aldrin Fyrr”, og er tað ein føroysk útgáva av einum lagi hjá víðagitna skaldi- num Bubbi Morthens. Eg havi altíð elskað Bubbi Morthens, og serstakliga hetta lagið. Eg haldi, at lagið er ógvuliga romantiskt og pent, sigur Tróndur Enni, ið eisini leggur dent á, at Steintór Rasmussen eigur æruna fyri nýggja lagið. “Sum Aldrin Fyrr” er eftir ætlan bert fyrsta stigið á leiðini, tí Tróndur Enni og Steintór Rasmussen hava ætlanir um at útgeva eina fløgu saman. Hetta er fyrsta lagið, sum vit hava gjørt saman, og vónandi verður tað eisini fyrsta lagið av einari fløgu, sigur Tróndur Enni. Eftir ætlan skal fløgan inni­halda fleiri kend norður- lendsk løg, ið Steintór og Tróndur í felag fara at um­seta til før­oyskt og leg- gja síni fingra­merki á. Enn er ikki greitt júst nær nýggja fløgan kemur á gøtuna. Tróndur Enni og Steintór Rasmussen við nýggju lagi