hósdagur 2. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 124 - 2. juli 2009
- Eftir sáttmálanum
skal lønin hækka í
oktober og tað sigur
seg sjálvt, at eini
slíkari avtalu sleppa
vit ikki uttan nakað,
sigur forkvinnan
í Starvsmanna
felagnum
Lønarsteðgur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit hava ein sáttmála, sum
sigur, at tann 1. oktober
skal lønin hækka 3%. Og
tað sigur seg sjálvt, at eini
slíkari avtalu sleppa vit ikki
uttan nakað.
Selma Ellingsgaard, for
kvinna
í
Starvsmanna
felagnum
ásannar,
at
fakfeløgini
á
almenna
a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m
standa í eini sjáldsama
tórførari støðu.
Týsdagin vóru øll fak
feløgini á fundi við lands
stýrismannin í fíggjarmál
um um ætlanina at strika
lønarhækkingina næsta ár
og tað liggur í kortunum, at
øll fakfeløgini skulu nú
viðgera spurningin vør í
sínum lagið. So skulu tey
øll hittast st koma til eina
felags
niðurstøðu,
sum
síðani verður handað lands
stýrismonnunum.
Í gjár hevði Starvsmanna
felagið álitismannafund um
málið, men av tí, at øll
fakfeløgini skulu viðgera
spurningin,
er
Selma
Ellingsgaard ikki sinnað at
siga nakað um, hvørja
niðurstøðu fundurin kom
til. Hon heldur, at tað kann
órógva viðgerðina í hinum
fakfeløgunum.
Leingja sáttmálan
eitt ár
Í eina tíð hevur tað nú verið
kunnugt, at ein partur av
kreppupakkanum hjá sam
gonguni er at bíða við
lønarhækkingini,
sum
skuldi vera 1. oktober í ár,
til 1. oktober næsta ár.
Tað merkir í veruleikan
um, at lønarsáttmálin skal
leingjast eitt ár, uttan nakra
lønarhækking.
- Sáttmálin gongur út 1.
oktober næsta ár, men eftir
upplegginum
frá
lands
stýrismanninum í fíggjar
málum skal hann leingjast
eitt ár, so at ongar sam
ráðingar verða aftur fyrrenn
til 1. oktober í 2011.
- At halda teir undirskriv
aðu sáttmálarnar er eitt
ógvuliga prinspielt mál,
staðfestir Selma Ellings
gaard.
Hinvegin staðfestir hon,
at tað er ikki neyðugt at
verða tann stóri roknimeist
arin fyri at rokna út hvat fer
at henda, halda fakfeløgini
fast um lønarhækkingina, tí
hon fer at kosta landskassa
num 60 milliónir eyka.
- Vit eru fullgreið yvir
vandan, sigur hon
Vandin, hon sipar til, er,
at tað er lítil ivi um, at tað
fer at føra til nógvar
uppsagnir.
Samgongan hevur nevni
liga boðað frá, at næsta ár,
skal føroyska samfelagið
rekast fyri sama krónutal
sum í ár, samstundis sum at
sparingar skulu setast í
verk.
Hetta
eru
teir
báðir
ótespuligu møguleikarnir,
fakfeløgini hava at taka
støðu, altso grundleggjandi
prinsippið um at halda fast
um sáttmálan ella at vísa
samhaldsfesti og frásiga
sær eina lønarhækking fyri
at forða fyri so nógvum
uppsagnum, sum gjørligt.
Ikki uttan víðari
Hinvegin skilst á forkvinnuni
í Starvsmannafelagnum, at í
øllum førum er tað lítið
sannlíkt, at fakfeløgini fara
at sleppa lønarhækkingini
treytaleyst.
- Sjálvandi fara vit ikki at
sleppa eini slíkari avtalu
uttan víðari, sigur hon.
Men hvørjar treytir, fak
feløgini kunnu hugsast at
seta, vil hon ikki siga um.
Hinvegin staðfestir hon,
at tað er onki dulsmál, at
nógvir limir í fakfeløgunum
eru ørkymlaðir av teimum
raðfestingum, sum sam
gongan hevur gjørt, eitt nú
tunnilsætlanin Norður um
Fjall og aðrar verkætlanir.
- Fólk undrast á, at landið
heldur seg hava ráð til
summar av teimum íløgum,
sum liggja í kortunum, sam
stundis sum tað er neyðugt
at taka eina lønarhækking
frá almennum starvsfólki.
- Spurningurin, vit seta,
er, um tað er neyðugt at
skerja lønina hjá almennum
starvsfólki, tá ið vit sam
stundis síggja, hvørjar íløgu
ætlanir, samgongan hevur,
leggur Selma Ellingsgaard
afturat.
Friðurin skuldi
tryggjast
Tá ið sáttmálin varð gjørdur
í 2006, legði landsstýrið
áherðslu á at fáa ein fýra
ára sáttmála til 2010, fyri at
tryggja frið á arbeiðsmarkn
aðinum.
hvat halda tit um tað, at
nú hevur landsstýrið so
sjálvt brotið hendan friðin?
- Tað er púra givið, at vit
læra av søguni og alt tað,
sum hendir, setir síni spor,
sigur Selma Ellingsgaard.
Men sjálvt um hon ikki
ivast í, at hetta fer at seta
síni spor til næstu sam
ráðingar, um tær so vera í
2010, sum sáttmálin sigur,
ella í 2011, sum landsstýrið
ætlar, vil hon kortini ikki
siga, at hetta fer at føra við
sær, at Starvsmannafelagið
aldrin fer at gera ein langan
sáttmála aftur.
- Tað fer støðan at vísa, tá
ið vit hittast aftur, sigur
hon.
Lønarhækkingin skal
ikki strikast treytaleyst
Týsdagin vóru fakfeløgini á fundi við lands
stýrismannin í fíggjarmálum um nógv umrødda
kreppupakkan hjá samgonguni. Nógvir limir
í fakeløgunum eru ørkymlaðir av summum av
teimum íløgum, sum samgongan hevur stungið
út í kortið sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í
Starvsmannafelagnum
Vilja ikki hava forsetan heimaftur
Stjórnin í Honduras sýtir fyri at seta tann frákoyrda forsetan, Manuel Zelaya,
aftur í embætið Samgongan av Amerikonskum Statum hevur givið stjórnini
72 tímar til at seta forsetan aftur í embærtið, ella verður landið koyrt úr
samgonguni. Men stjórnin sigur nei. Herurin koyrdi Manuel Zelaya frá
seinasta sunnudag og koyrdi hann til Costa Rica. Forsetin hevur boðað frá, at
hann ætlar sær aftur til Honduras í dag, men nú stjórnin sýtir fyri at seta hann
aftur í embætið, má heimferðin bíða. Teir, sum nú hava valið í Homnduras,
hava sagt, at Zelaya verður tikin, kemur hann aftur til landið.Flestu lond í
Mið- og Suðuramerika hava fordømt kvettið ímóti forsetanum. Eisini USA
hevur funnist at kvettinum ímóti Manuel Zelaya.
Vón fyri kjarnorkusáttmála
Alt bendir á, at USA og Russland fara at gera stór framstig í
samráðingunum um ein nýggjan kjarnorkuvápnasáttmála, tá
forsetarnir, Barack Obama og Dmitrij Medvedev, hittast í
Moskva í næstu viku. Alment hava stjórnirnar í Washington og
Moskva ikki sagt nakað um útlitini, men diplomatar vænta, at
Obama og Medvedev fara at semjast um at skerja kjarnorku
løðingarnar, so tey bæði londini skulu hava minni enn 1.700
løðingar í part. Á fundinum í Moskva skulu teir báðir forsetar
nir eisini tosa um Afghanistan. Eitt nú vil USA sleppa at flyta
vápn og aðra hernaðarútgerð ígjøgnum Russland til NATO-
herdeildirnar í Afghanistan.