Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2009 Tónleikur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nýggj solofløga er undir uppsigling frá føroyskum tón­leikara. Talan er um Fróða Hansen, betri kendur sum sangari og trummuslá­ ari í bólkinum »Moby The Pink Pilot«. Fyrsta staklagið, tað kallast »Nobody Goes To Hell For Having Loved«, er longu klárt, og kann hoyrast á Myspace-síðuni hjá Fróða, www.myspace.com/ frodo­hansen. Tónleikararnir á fløguni eru Fróði Hansen við sangi, akus­tiskum gittara og munn­harmoniku, Bartal Au­gust­inussen á elek­trisk­ um gittara, Johann­es Buhl Andrese við keys og synt’s og Anders Hellborn á bassi. Gestatónleikarar á fløguni eru Hans Carl Hansen við solo gittara, Uni R. Debes við slide gittara, Rúni W. Høj­gaard við percussion og Jonas Knopp við elek­trisk­ um gittara. Nýggj tryggingar­av­ tala millum feløgini í Samtak tryggjar at limir kunnu ferð­ast frítt millum arbeiðs­ øki uttan at missa rætt til at fáa loka­ upp­hæddina útgoldna Tryggingar Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Feløgini í Samtak - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðs­mannafelag og Fø­r­ oya Fiskimannafelag - hava gjørt sínámillum av­talu um tryggingar, sum kem­ur í gildi 1. juli 2009. Tað vóru Jan Højgaard, Hans Joensen og Ingeborg Vinther, ið undirskrivaðu av­taluna herfyri á einum felags evnisdegi um trygg­ ing­ar og pensjónir, ið Sam­ tak helt í Runavík. Tryggingaravtalan merk­ ir, at limir hjá feløgunum frítt kunna ferðast millum arbeiðsøki hjá hvør øðrum uttan at skula hugsa um, at tey møguliga missa rættin til lokaupphæddina. Fyri at fáa lokaupphædd útgoldna við 67 ára aldur er treytin hjá øllum trimum feløg­ unum, at tú skalt hava verið limur í nøkur ár út í eitt áð­renn tú gerst 67 ár. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava havt felags trygging í nøkur ár, sum fevnir um deyða, álvarsama sjúku, ál­varsama sjúku hjá barni um­framt lokaupphædd. Fiski­mannafelagið hevur egna trygging sum fevnir um deyða, álvarsama sjúku, ál­varsama sjúku hjá barni, loka­upphædd umframt at hjúnafelagin er tryggjaður. Ferðast millum marknaðir uttan miss Áðrenn tryggingaravtalan kom í gildi hevur tað verið trupult hjá limum at ferðast ímillum arbeiðsøkið hjá fiskimannafelagnum og arbeiðarafeløgunum, tí ein persónur, ið hevði nátt ein ávísan aldur kundi missa rættin til lokaútgjaldið. Treyt­in fyri at fáa loka­út­ gjaldið í 2009 hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag er, at tú skalt hava havt limaskap í feløgunum í minst 10 ár út í eitt og rinda seinastu 9 árini, tá ið tú gerst 67 ár. Í fiskimannafelagnum eru treytirnar nakað linari, men áramálið veksur hvørt ár. Tryggingaravtalan merk­ ir, at um ein limur ið er eldri enn 56 ár skiftir arbeiðs­stað, kanska um við­ komandi fer frá at vera sjó­ maður til at arbeiða á landi innanfyri arbeiðsøki hjá Føroya Arbeiðarafelag ella Havnar Arbeiðsmannafelag, so skal viðkomandi gerast limur í arbeiðarafelagnum, men kortini  halda fram  í tryggingini hjá fiskimanna­ fe­lagnum. Tey trý feløgini fegnast um tryggingaravtaluna, og ætla komandi mánaðirnar at lýsa við fleiri fe­lags­til­ boðum til limirnar, ið er við í feløgunum í Sam­tak. Tryggingaravtala tryggjar sjómonnum lokaútgjald Nú sleppa sjómenn undan at stúra fyri at missa lokaupphæddina, leggjast teir upp á land. Nú kunnu teir nevniliga flyta seg millum arbeiðsmarknaðir, uttan at missa henda rættin. Tað sama er galdandi hin vegin. Her er avtalan undirskrivað av Jan Højgaard, Ingeborg Vinther og Hans Joensen Fróði Hansen úr Moby The Pink Pilot kemur við síni fyrstu solo fløgu í seinnu helvt av juli mánaði (mynd: www. myspace.com/frodohansen) - Tað er sera óheppið, at leiðarin á Rásini ikki hevur fingið skrivligt svar. Tað staðfestir landsstýriskvinnan í Mentamálum, sum tó hevur fingið glið á málið nú Samskifti Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í gjár skrivaði Sosialurin um mafiametodur í Menta­ mála­ráðnum, har leið­arin á Rásini í Runavík ákærdi Menta­málaráðið fyri at nýta mafia­metodur og burtur­ tiging. Málið snýr seg um at leiðarin á Rásini í Runavík í februarmánaði av tilvild fann út av, at stovnurin hjá honum varð skerdur 10 prosent á fíggjarlógini fyri 2009. Tá hann síðan vendi sær til Mentamálaráðið at fáa ein dialog um sparingar, fekk hann ongantíð nakað svar. Hann vendi sær síðani til Føroya Pedagogfelag, sum síðan eisini royndi at fáa svar úr Mentamálaráðnum og at fáa í lag ein dialog um møguligar sparingar, uttan at hetta eydnaðist teimum, og at sama svarið varð endurtikið upp í saman, nevniliga at tað fór at laga seg skjótt. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Menta­ málum, segði í gjár, at hon visti ikki um, at leiðarin ikki skuldi hava fingið svar, men at hon tó ikki kundi siga tað við vissu, uttan fyrst at hava kannað tað. Skal ikki endurtaka seg Í gjár seinnapartin, eftir evstamark á blaðnum, komu so boð aftur úr Mentamálaráðnum. Helena Dam á Neystabø hevði rykt eftir málinum, og tað vísti seg at leiðarin á Rásini í Runavík ikki hevði fingið nøktandi svar, annað enn munnligt svar, tá hann eftir fyrisitingarlógini hevði krav upp á skrivligt svar. - Tað er sjálvandi sera óheppið, at hetta málið er dottið niðurímillum. Eg havi givið boð um, at slíkt ikki skal endurtaka seg, og leiðarin á Rásini hevur nú fingið svar og boð um ein fund, har dialogurin, sum hann eftirlýsir, kann koma í gongd, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna í Mentamálum. Ógvuliga óheppið Fróði Hansen, betri kendur sum sangari og trummusláari í Moby The Pink Pilot, er nú á veg við síni fyrstu solo fløgu. Fløgan kallast »Creeping Storm« og kemur út í seinnu helvt av juli mánaði Solofløga hjá Fróða Hansen á veg - Tað vísir seg sum at leiðarin á Rásini ikki hevur fingið svar, og tað er sera harmiligt, og slíkt eigur ikki at endurtaka seg. Hann hevur tó fingið svar nú, og ein fundur er fingin í lag, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum (savnsmynd) Amnesty ákærir Ísrael og Hamas Amnesty International ákærir nú Ísrael fyri at hava framt krígsbrotsverk undir innrásini í Gaza-geiran í vetur. Felagsskapurin vil vera við, at ísraelska hervaldið brúkti eirindaleysa framferð ímóti sivilfólkinum. Amensty International ákærir eisini Hamas fyri krígsbrotsverk, men sigur seg kortini ikki hava funnið prógv fyri, at Hamas fjaldi seg millum sivilfólk og brúkti tey sum livandi skjøldur undir bardøgunum, soleiðis sum Ísrael vil vera við. Amnesty International heitir á Ísrael um ikki at brúka kanónir, hvítt fosfor ella onnur líknandi vápn, sum kunnu gera óneyðuga stóran skaða í bygdum økjum. Samstundis vil felagsskapurin hava Hamas atr steðga rakettálopunum á sivilfólk í Ísrael, tí tað er eisini krígsbrotsverk. Bahia komin til Fraklands Tann 14 ára gamla Bahia Bakari, sum slapp við lívinum frá flogvanlukkuni við Komorurnar fyrr í vikuni, kom í morgun við flogfari til Le Bourget-flogvøllin uttan fyri París. Gentan bleiv alt fyri eitt koyrd í ein sjúkrabil, sum flutti hana á eitt sjúkrahús í býnum, skrivar AP. Franski flutningsmálaráðharrin og fleiri umboð fyri fronsku stjórnina, sum hava verið á Komorunum síðani vanlukkuna, komu við sama flogfari. 151 fólk lótu lív í flogvanlukkuni við Komorurnar, teirra millum mamma Bahia Bakari. Hon og mamman skuldu halda summarfrí á Komorunum. Pápin, Karim Bakari, var eftir í Fraklandi.