Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2009 Nýggi stjórin hevur varnast eitt stórt ósamsvar millum prísirnar á mánaðarkortunum og 10-túra kortum, og tí eru prísirnir tilpassaðir FERÐAKOSTNAÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá Strandfaraskip Landsins 1. juli 2007 gjørdu av at lækka ferðaseðlaprísirnar á øllum sjóvegis farleiðum hendi tað undarliga, at kostn­aðurin í mánaðar­kort­ um lækkaði so nógv, at tað gjørdist bíligari at keypa eitt mánaðarkort enn eitt 10-túra kort. Hetta gjørdist skjótt nýggja stjóranum á Strand­ ferðsluni, Boga Mortensen, greitt, og tí stóð valið í ver­u­ leikanum ímillum at antin lækka hinar framman undan lágu prísirnar, ella at hækka kostnaðin á mánaðar­ kortum. Tað er ikki heilt greitt, hvussu hetta ósamsvar kom í, tá skiftið frá báðar vegir billetering til einvegis billet­ er­ing fór fram. Tá lækkaðu prísirnir á styttru leiðunum úr 35 krónum fyri túrin (70 krónur aftur og fram) niður í 40 krónur báðar vegir. Á Suðuroyarleiðini lækkaði prís­urin úr 70 krónum hvønn vegin til 80 krónur báða vegir. Men tað sum tá gav mis­ ljóð var, at prísurin á mán­ að­ar­kortum lækkaði úr ávika­vist 450 og 900 krón­ um niður í 230 og 460 krón­ ur. Hesi tølini er munandi lægri enn prísurin fyri 10- túra kortini, sum er ávikavist 340 og 680 krónur. - So tað er í veruleikanum bert ein justering av tí ósam­ svari, ið hevur verið millum prísirnar á 10-túra kortum og mánaðarkortum, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strand­faraskipum Lands­ins. SL hækkar mánaðarkort Talan var um, antin at seta einvegis- og 10-túra kortprísin enn longur niður, ella at hækka prísin á mánaðarkortum, sigur Bogi Mortensen, stjóri í SSL Vit hava ikki peng­ arnar til umvæl­ing­ arnar av Ternuni og Rituni í hondini, men tan avgerðin fellur í august, tá eykajáttanarlógin kemur fyri, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri FARLEIÐIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru nú tveir mánaðir síð­ani, at Strandfaraskip Lands­ins læt Vinnumála­ ráðn­um eitt tilmæli í sam­ bandi við Nólsoyar far­leið­ ina og farleiðirnar í Norð­ oyggjum. Hetta tilmæli gekk út upp á, at nakrar umvælingar verða gjørdar á serliga Ternuna, men eisini nakrar á Rituna, so Ternan kundi setast inn á farleiðina mill­ um Tórshavn og Nólsoy, og Ritan samstundis varð sett at røkja farleiðirnar úr Hvanasundi út í Svínoynna og Fugloynna. Á einum borgarafundi í Nólsoy fyrst í juni legði Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, uppskotið fyri nólsoyingar, og teir tóktust taka væl ímóti. Seinni hava umboð fyri Norðoyggjar við Gunvá við Keldu á odda havt fund við Jóhan Dahl, vinnumála­ráð­ harra, har gjørt varð greitt, at norðoyingar eru sera glaðir fyri at fáa Rituna í staðin fyri gamla Másan. Tað stendur somuleiðis greitt, at eykaloyvið, sum Másin siglir við, gongur út í august, og tá stendur skip­ ið fyri umfatandi umvæl­in­g­ um, skal tað halda fram við at sigla. - Eg havi fingið at vita, at arbeitt verður í politisku skipanini við málinum, og eg vóni sjálvandi, at tað kem­ur ein skjót avgerð, sigur Bogi Mortensen. Hann vísir á, at Másin stendur fyri einari umfatandi umvæling í heyst, og at tað hevði sjálvandi verið mun­ andi meiri skilagott at nýtt tann peningin upp á loysn­ ina, sum nú verður arbeitt við, heldur enn at nýta hann upp á Másan í verandi støðu. - Másin skal gerast sigl­ ingarklárur so ella so, men tað tykist skilabetri at nýta peningin her og nú upp á loysnina við Ternuni og Rit­ uni, sigur Bogi Mortensen. Positiv signal Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur, um ein avgerð fellur so tíðliga sum gjørligt, so at disponerast kann út frá tí. Og tað er nógv, sum bend­ ir á, at politiska skipanin sær positivt upp á málið. - Eg kann vátta, at fíggj­ar­ málaráðið hevur fingið tilmælið hjá Strandferðsluni frá vinnumálaráðnum, og at málið hevur veirð fyri á lands­stýrisfundi, sigur Jóann­es Eidesgaard, fíggjar­ málaráðharri. Hann sigur, at serliga Tern­an krevur ábøtur, men at málið avgjørt er áhuga­ vert. - Tað er klárt, at vit standa ikki við peninginum í hond­ ini, og tí má málið bíða til eykajáttanarlógin kemur fyri seinni í summar. Men hinvegin er tað ikki ørandi tøl, vit tosa um, og við hes­ um fáa vit loyst ein akuttan tørv hjá norðoyingum og væl­saktans eisini hjá nóls­ oy­ingum, sigur Jóannes Eid­ esgaard. Í tilmælinum stendur ann­ a­rs, at Strandferðslan mælir til at tær tríggjar milli­ón­ir- nar, sum standa á fíggj­ar­ lógini til nýtt Svínoyar- og Fugloyarskip, verða fluttar til umvælingina av teimum báðum skipunum. Hartil skal Strandferðslan sjálv finna eina millión í spar­ing­ um á rakstrinum. Hetta er fýra milliónir av teimum 9,4 sum krevjast til umvælingarnar. Í resta so 5,4 milliónir, sum mugu fáast til vega við eykajáttan á fíggjarlógini. Og tað er hesin peningur, sum verður játtaður – ella ikki – tá eyka­ játtanarlógin kemur fyri fyrst í august. Tað verður við eykajáttanarlógini til fíggjarlógina í august, at peningurin skal játtast til umvæling av Ternuni og Rituni Avgerðin fellur í august Byrgja havnina í Nuuk Fiski- og veiðimenn í Nuuk halda fast um, at teir fara at avbyrgja havnina í býnum í morgin, og at teir fara at halda fram við tiltakinum, til landsstýrið slakar og ásetir minstaprís á fiski, soleiðis sum fiski- og veiðimenninir hava kravt. Teir seta sostatt hart ímóti høðrum, tí Ane Hansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki áseta minsta­ prísir. Johannes Heilmann, formaður hjá fiski- og veiðimonnunum í Nuuk, sigur við kringvarpið KNR, at eingir fiskimenn kunnu liva við einum fiskaprísi upp á 3 krónur og 15 oyru fyri kilo. Hann sigur tað vera serliga harmiligt, at hetta hendir, samstundis sum Royal Greenland júst hevur fingið eina hálva milliard úr landskassanum. Stórur tørvur á sjófólki Hóast altjóða fíggjarkreppu ætlar norska reiðaríið Fjord1 at seta umleið 80 yvirmenn í starv í ár, og gongst eftir ætlanini hjá reiðarínum, fær tað brúk fyri umleið 300 yvirmonnum tey næstu trý árini. Fjord1 hevur verið í stórari menning tey seinnu árini og er í dag eitt av teimum størstu í Noregi við umleið 2.300 starvsfólkum. Kurt Werner Holsæter hjá Fjord1 sigur við Sunnmørsposten, at hetta til 2012 fær reiðaríið brúk fyri 100 skiparum og stýrimonnum, 100 dekkarum og 90 maskinmonnum.