hósdagur 2. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 124 - 2. juli 2009
30 íslendingar
hava seinastu góðu
vikuna verið á einari
heldur óvanligari
vitjan í Føroyum.
20 teirra hava siglt
við gummibáti úr
Vestmannaoyggjunum
um Hafnafjørð til
Føroya. – Fyri at
takka fyri tykkara
vælvild, sum teir siga
ÍSLENDINGAVITJAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Avgerðin um at sigla úr
Vestmannaoyggjunum
til
Føroya fall so knappliga.
- Snorri Jónsson og eg
sigldu í fjør ein túr runt um
Ísland, ein ferð upp á 1400
fjóðringar. Vit sigldu í hvør
sínum gummibáti, og vit
tosaðu tá ofta um at gera
eina slíka ferð til Føroya í
ár, sigur Hilmar Kristjans
son, sum er annar av
stigtakarunum.
Hesin tankin hekk við, og
so ein novemberdag í fjør,
yvir
einum
kaffimunni,
tóku teir báðir so avgerðina
um at sigla í gummibáti til
Føroya.
Ferðalagið vaks so líðandi
úr teimum báðum og upp í
20 fólk, nú ferðin varð
gjørd.
- Vit sigldu úr Vestmanna
oyggjunum yvir í Hafna
fjørðin. Tað tók okkum einar
tíggju tímar. Síðani svóu vit
fýra tímar, áðrenn leiðin
varð løgd móti Føroyum,
sigur Hilmar Kristjansson.
Men ferðin til Føroya
gjørdist tó munandi meiri
baldrut, enn tey høvdu rokn
að við. Tey, tí tvey av
teimum 20 vóru konufólk.
- Tað var ikki nógvur
vindur, men aldurnar vóru
stórar, einar 5-6 metrar
høgar. So hóast toppferðin
hjá
gummibátunum
er
heilar 50 míl, fingu vit ikki
siglt meiri enn 15 í meðal,
greiðir íslendingurin frá.
Tað var eisini hetta sum
gjørdi, at ferðin gjørdist
munandi drúgvari enn mett.
- Vit brúktu 19-20 tímar
at koma í nærmasta land,
sum var Eiði. Vit høvdu
roknað við at brúkt munandi
minni tíð, sigur Hilmar
Kristjansson.
Hugnaligt í Gøtu
Leygardagurin gjørdist ein
serligur dagur hjá íslending
unum. Og hjá fólki í Eystur
kommunu.
Tí hendan dagin varð
skipað fyri móttøku og
tiltaki á bryggjuni í Norðra
gøtu, har heilsað varð upp á
íslendsku gestirnar, røður
vórðu fluttar fram og Eystur
kórið førdi fram sangir.
Íslendingarnir vóru ógvu
liga fegnir um móttøkuna,
og kunnu í heila tikið ikki
siga ov nógv rósandi orð
um kenda føroyska blíð
skapin.
- Vit vórðu viðfarnir sum
kongar. Allastaðni, har vit
komu kring um í oyggj
unum. Og skrivar tú nakað,
mást tú endiliga minnast til
at nevna Martin Juul Jarn
skor, siga teir seks íslend
ingarnir, sum støkka inn á
gólvið í Miðlahúsinum við
tí eina endamáli at takka
føroyingum, ikki bara fyri
blíðskap á ferðini, men fyri
at vera teir fyrstu, sum rættu
íslendingum bróðurhond, tá
alt skramblaði saman hjá
grannunum fyri vestan.
Teir báðir dagarnir í Gøtu
gjørdust serliga minniligir
fyri ferðalagið, ikki minst tí
teir vórðu bjóðaðir at gista
privat. Gøta er vinarbýur við
Vestmannaoyggjarnar,
og
har eru fleiri, sum hava long
og góð vinarbond, hvør við
annan. Ikki minst Martin
Juul Jarnskor, sum hevði ein
stóran fingur við í spælinum,
at skipað varð fyri tiltøkun
um leygardagin.
Leygarkvøldið
bjóðaði
Eystur kommuna so til ein
døgurðabita í Gøtubráð,
sum er eldrasambýlið í
Norðragøtu.
Ferðast kring
oyggjarnar
Íslendingarnir hava annars
ferðast kring oyggjarnar
hesar dagarnar teir hava
verið í Føroyum. Eisini fyri
at vísa fram ein útróðrarbát
frá
bátabyggifyritøkuni
Trevjar.
- Báturin Ólafur, HF 51,
hevur fylgt við okkum á
allari ferðini. Og tað var
rættiliga tryggjandi, nú tað
viðraði so illa á túrinum
millum Hafnafjørðin og
Føroyar. Høvi hevur so
verið hjá fólki at sæð bátin,
har vit hava verið, og hetta
er so ein liður í at gera eitt
lítið sølufremjandi tikltak
samstundis, sum Ólafur
hevur virkað sum eitt slag
av fylgibáti, sigur Hilmar
Kristjansson.
Teir komu sum nevnt inn
á Eiði, og sigldu haðani á
Runavík. Síðani hava teir
siglt kring alt landið, og
hava verið í Mykinesi, undir
Vestmannabjørgunum, við
Gjógv, undir Ennibergi, í
Nólsoy, í Suðri, stutt sagt
allastaðni í Føroyum.
Teir hava siglt í fýra
gummibátum,
har
tann
størsti hevði seks fólk
umborð og tann minsti trý.
Á ferðini hava tey eisini
tikið
í
túsundatali
av
myndum, umframt fleiri
tímar av videoupptøkum.
Og tað er ikki óhugsandi, at
teir fara at gera ein doku
mentarfilm um ferðina.
Rinda sjálvir
- Tá vit sigldu kring Ísland,
fingu vit videotól við frá
einari fyritøku. Vit tóku
upp útvið 40 tímar av video,
og ætlaðu at gera ein
dokumentarfilm burtur úr
tí. Men upptøkutólið var av
einum slíkum formati, at
tað ber bert til at síggja upp
tøkurnar aftur á videoinum
og ikki í einum sjónvarpi,
sigur Hilmar Kristjansson.
Annars hava teir rinda
alla ferðina sjálvi.
- Vit søktu oljufeløgini
um stuðul til brennievni,
men tað var so eiðasørt. Vit
fingu ikki so frægt sum ein
dropa, sigur Snorri Jónsson.
Men eina hjálp fingu tey
tó. Eimskip vildi sponsorera
flutninginum av bátunum
aftur til Íslands, so í verða
teir fýra gummibátarnir við
umborð á Eimskipi upp til
Íslands.
Restin av ferðalagnum
flýgur
so
heim
aftur
fríggjadagin.
- Tað komu níggju konur
hjá nøkrum av monnunum
við flogfari til Føroya, so vit
eru útvið 30 í tali tilsamans,
sigur Hilmar Kristjansson,
sum undirstrikar, at hetta
hava
verið
nakrir
heilt
framúr dagar í Føroyum.
Um fólk hava hug at
síggja myndir og lesa um
ferðina, ber til at fara inn á
heimasíðuna
hjá
ferða
lagnum: http://faereyjaferd.
eyjavik.is
Viðfarnir sum kongar
Seks av íslendingunum, sum hava siglt við gummibáti úr Íslandi til Føroya – fyri at takka føroyingum. Frá vinstru: Smári
Harðarson, Einar Sigþórsson, Snorri Jónsson (annar av fyrireikarunum), Fríðrik Stefansson, Hjalmar Baldursson og Hilmar
Kristjansson (hin fyrireikarin)
Mynd: Jens Kristian Vang
Fólk úr Eystur kommunu hugnaðu sær óført saman við íslendingunum á keiøkinum í Norðragøtu
Mynd: Eystur kommuna
Borgarstjóri noyddist frá
Borgarstjórin í danska býnum Tønder legði frá sær í gjár.
Almenna frágreiðingin hjá Vagn Therkel Pedersen var, at
hann leggur frá sær av heilsuávum, men tað er neyvan tann
veruliga frágreiðingin. Í vetur kom fram, at borgarstjórin
møtti drukkin til arbeiðis í býráðnum. Tað noyddi hann úr
flokkinum Vinstra, men hann helt fram sum óheftur borgar
stjóri. Men fyri einari viku síðani bleiv borgarstjórin tikin
fyri at koyra við kenning, og so gekk tað ikki longur. Fyrsty
legði Vagn Therkel Pedersen seg sjúkan, og í gjár tók hann
so ta endaligu avgerðina og legði frá sær. Eftirmaðurin
verður valdur í næstu viku.
Vanlukka skal kannast
Í Danmark hevur Søfartsstyrelsen biðið løgregluna kanna, hvat
veruliga hendi, tá tveir menn druknaðu tætt við grønlendsku bygd
ina Saarloq fyri einum hálvum ári síðani. Teir báðir menninir sigldu
við oljutangaskipinum Orasila. Menninir, sum vóru 18 og 45 ára
gamlir, druknaðu, tá arbeiðsbáturin, sum teir vóru í, holvdist, júst
sum menninir vóru í ferð við at sleipa eina oljuslangu frá skipinum
inn á land. Løgfrøðingar í Søfartsstyrelsen hava kannað umstøður
nar í sambandi við tilburðin, Teir siga, at tað eru fleiri viðurskifti,
sum eru so mikið ógreið, at løgreglan eigur at kanna málið, og tað
fer løgreglan at gera, skrivar Fyns Tidende. Ùrslitið kann gerast ein
ákæra ímóti reiðarínum M.H. Simonsen í Svendborg.