Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 203 - 20. oktober 2001 FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Ein tann best umtókti tón- leikabólkurin í 1976 var danski bólkurin, Gasolin, við m. a. tí framvegis so vælumtókta Kim Larsen. Tá útvarpið fór undir »Fimtan tær bestu« í vetr- arskránni 1976, náddi bólkurin ovast á tindin við lagnum: »Hvad gør vi nu, lille du?« Hvørt mansbarn mundi tá duga orðini: Jeg kom til verden på femte sal min far var tosset min mor var normal… Ungdómssíðan í Sosiali- num vitjaði »Fimtan tær bestu«, og stóð hendan greinin í blaðnum 23. ok- tober í 1976: »Tá útvarpið fór at leingja senditíð sína fyri veturin varð tann vælum- tókta tónleikasendingin, Fimtan tær bestu, tikin uppaftur. Henda hitlista- sendingin, sum verður gjørd eftir útlenskari fyri- mynd, er serliga fagnað millum tey ungu. – Tað var uppskot um at taka sendingina uppaftur, og vit hildu okkum til, siga Hans Chr. Joensen, teknik- ari og Árni Joensen, út- varpsmaður, sum eru menninir aftan fyri Fimtan tær bestu, í samrøðu við Ungdómssíðuna. Fyrsta royndin við Fim- tan teim bestu varð gjørd í 1967-68. Tá stóðu Jóhan Isholm og Finnbogi Jo- hannesen fyri sendingini. Nógvar fyrireikingar Hans Chr. og Árni siga, at fyrireikingarnar til Fimtan tær bestu krevja nógv arb- eiði. – Vit mugu gera alt arb- eiði sjálvir. Tað vil siga, senda atkvøðuseðlarnar út á skúlarnar. Tá vit hava móttikið seðlarnar, skulu teir teljast upp, og verður hetta gjørt, tá einki annað er at gera. Hans Chr. og Árni greiða frá, at teir ráðførdu seg við nøkur av umboðu- num fyri at vita, hvørji løg eru væl umtókt millum tey ungu. – Harumframt høvdu vit sjálvir eisini varhuga av, hvønn tónleik tey ungu vilja hoyra, og út frá hes- um valdu vit løgini til ta fyrstu sendingin, siga menninir aftan fyri Fimtan tær bestu. Teir leggja afturat, at tað er ætlanin, at hvørt lag bert skal vera við fimm ferðir á fyrsta plássi. Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Tað var ein leygardag seinnapart. Eg setti meg væl til rættis í sofuni við einum kaffikoppi, tí at nú skuldi eg hyggja eftir landsdysti millum Føroya og Slovakiu. Jú, eg fekk landsdyst, men væl meira enn tað. Eg fekk tann framíhjárætt at koma til vekingarfund saman við landsliðnum. Tað var ein av teimum betri vekingar- fundunum. Einki uttan- umtos. Ongar ógreiðar ella ótýðiligar útmelding- ar. Eingin innpakking, sum skuldi gera tað alt eitt sindur meira munn- bært. Ikki nakað við, at ein jú ikki »má stoyta nakran burtur«, og tí at ein ikki má »stoyta nakr- an«, so sigur ein ikki tað, ið sigast skal. Nei, uttan umvending ert tú ikki longur við á liðnum. Tú setir nevniliga ikki sjálvur treytirnar fyri at vera við á liðnum. Tað ger ein annar. Gongur tú ikki undir treytirnar, so er avleiðingin í síðsta enda, at tú verður settur av lið- num. Landsliðið hoyrdi ikki teir góðu vekingar- prædikumenninar, men tað gjørdu vit onnur. Men man landsliðið ikki seinni hava fingið ella fær dystin at síggja á sjónbandi og koma til vekingarfund við sær sjálvum og viðmerkj- arunum. Boðskapurin var greið- ur frá teimum, ið gjørdu viðmerkingar. Tað er ósambæriligt at vera á landsliðnum og ganga við kenning. Tað skyldast ikki bara spurningin um fys- iska formin hjá landslið- num, nei, viðmerkjararnir góvu tvær stjørnuklárar grundgevingar. 1) Teir eru umboð fyri Føroyar, og kunnu vit ikki verða umboðað av rúsdrekkaávirkaðum leikarum. 2) Teir eru fyrimyndir fyri onnur, og tað kann ikki vera góðtikið við rús- drekkaávirkaðum leik- arum sum fyrimyndir. Ein skuldi trúð, at við- merkjararnir høvdu lisið Jesus (Matt. 18), Paulus (1. Kor. 5), Luther og tey luthersku játtanarritini sum fyrireiking til dystin. Tann leikari, ið gongur við kenning, setir seg sjálvan av liðnum, og verður hann tí settur av liðnum. Man tað ikki vera møguleiki fyri at iðra seg og bøta um og framyvir gera øðrvísi. Tað er tað nevniliga, tá ið vit lesa Jesus, Paulus, Luther og tey luthersku játtanarrit- ini. Men greið tala: Tann, sum ikki vil angra og bøta um, men heldur fram við at koma við kenning, hann verður settur av lið- num. Sum ein ikki er á lands- liðnum, bara tí at ein sig- ur seg vera á landsliðnum, soleiðis er ein heldur ikki kristin, bara tí at ein sigur seg vera kristin. At vera kristin er at fylgja Krist- usi eftir. Tað hevur tvey viðurskifti við sær: 1 Fyrigeving av øllum teimum líkunum, vit øll sleipa við í lastini. Fyri- geving fyri Kristi skuld. 2 At liva í lýdni móti boð- um Krists. Ikka bara fyri ”formsins” skuld, men eisini tí at ein kristin er umboð Krists og ein fyrimynd fyri onnur. Tí kunnu vit ikki vera ”á liðnum”, um vit vilja liva ímóti boðum Krists. So seta vit okk- um sjálv av, og verða sett av. Livir ein t.d. saman uttan at vera giftur ella gift, so setir ein seg sjálvan av lið- num, og verður settur av (6. boð). Stuðlar ein politikari fost- urdrápi, herundir at geva leysa søluna av angriboll- um, kanska bara við einki at gera, so setir ein seg sjálvan av liðnum og verður settur av (5. boð). Ein er ikki kristin, bara tí at ein sigur seg vera krist- nan. Og tað er munur á at vilja vera ein kristin og at vera tað. Tað er ikki okk- ara egni mátistokkur, sum ger tann spurningin av. Avgerðina kunnu vit lesa í Halgubók. Men eisini her er tað møguleiki fyri iðr- an og bót, og í dag at fara undir eitt nýtt lív, hvar ið tað verður gjørt øðrvísi. Tøkk til teirra, ið gjørdu viðmerkingar til landsdystin, tí at teir lærdu okkum um tað heilt grundleggjandi í kristnu trúnni.!!! Tað høvdu vit fyri neyðini og hava fyri neyðini. Munnu teir fáa loyvi til at gera viðmerk- ingar aftur? Vit síggja fram til tað! Hvad gør vi nu, lille du?: Gasolin ovast á 15 teim bestu Tá útvarpið fór undir aftur vetrarskránna á heysti í 1976, var tátturin »15 tær bestu« tikin uppaftur Á vekingarfundi við landsliðnum Peter O. K. Olofson skrivar Sosialurin nr. 65, 23. okt. 1976 IKKI ALT IÐ GLITRAR.... Áki Bertholdsen Tað er ikki altíð tær stóru, dýru og stórfingnu gáv- urnar, sum skulu til fyri at gleða eitt annað menniskja. Tvørturímóti, tí ofta skal lítið til og ofta tað, sum er mest lítismett og onkisig- andi fyri onnur. Men at nakað so lítis- mett, sum ein ullarlagdur úr Føroyum skuldi gera, at ein amerikanari fekk lívsviljan aftur í einum av hansara svárastu stundum í lívinum, vardi ikki presta- frúnna í Vági, tá ið hon ein dagin í summar fór á posthúsið við einum lítlum pakka. Nicolina Beder hevur størsta áhuga fyri ull og hetta hevur eisini sett hana í samband við nógv fólk, ið hava sama áhuga sum hon sjálv, bæði í Føroyum og uttanlands. Uttanáskriftin á pakkanum, sum hon fór á posthúsið við hendan dagin, vísti, at hann skuldi alla ta longu leiðina yvir um hav til USA. Hóast pakkin var stórur í vavi, var hann lættur, tí í pakkanum var ikki annað enn eitt lítið sindur av føroyskari ull. Og uttan á pakkanum stóð, at hann skuldi til Marilyn van Keppel, Kansas City, USA. Upprunaliga var hon lærari í matematikk á lærd- um háskúla, men hevur eisini stóran áhuga fyri heimavirki, helst ull, hagreiðing av ull og bind- ing og øllum, ið hevur við ull at gera. Og føroyska ullin er tann besta í verð- ini, sigur hon. Síðani hon fór frá við eftirløn, hevur hon av álvara dyrkað áhugan fyri heimavirki. Hesin ansurin fyri ullini, hevur eisini ført hana til Føroya og hon hevur verið her fleiri ferð- ir. Hon er so áhugað í Før- oyum og øllum føroyskum, at hon sigur, at tað er sum at koma heim, at koma til Føroyar. Hon hevur eisini fingið bókina um føroysk bundnaturriklæði, hana hevur hon síðani týtt til enskt og givið út í USA, tó at hon eisini hevur aðrar uppskriftir við í bókini. Sjálv kom Nicolina Beder í samband við Mari- lyn fyri trimum, fýra árum síðani og í juni í ár var hon aftur í Føroyum, hagar hon hevði skipað fyri ferð fyri 28 øðrum amerikanarum. Tá heitti hon á Nicolinu um at halda fyrilestur fyri teimum um ull, um hagreiðing, spinning og binding. – Seinni í summar var eg so í Havn, og har hitti eg fólk, sum kendu Marilyn van Keppel rættiliga væl og tey fortaldu mær, at hon hevði skrivað heim til Føroya og spurt, um tey kundu útvegað henni eitt sindur av ull. – Men tey høvdu onga ull. Eg segði teimum so, at eg hevði verið á rætt í Porkeri í ullarroyting, og har hevði eg fingið upp í ein posa av hvítari og ljósamorreyðari ull. Nicolina Beder sigur, at hon fekk so eitt sindur av svartari og gráari ull afturat frá Sirri í Vági. – Eg fór so til húsar, vaskaði og turkaði ullina og valdi tað besta burturúr. Hon sendi henni so ein lítlan pakka við einum fýra kilo av føroyskari ull í ymsum litum. 11. september Tað bar ikki mætari til, at Marilyn van Keppel fekk pakkan úr Føroyum sjálvan 11. september, tann dagin, tá ið heimurin broyttist so at hann aldrin aftur verður tann sami. Yvirgangskroppar høvdu júst framt tað herviligastu atsóknina nakrantíð við trimum flogførum sum livandi bumbum, slættaðu tær fremstu ímyndirnar av valdi, fíggjarligum og hernaðarligum, World Trade Center og Pentagon, við jørðina og beindu fyri einum 5.000 fólki í sama viðfangi. Onkustaðni hevur staðið, at ongantíð áður eru so nógv deyð upp á so stutta tíð, sum hesar minuttirnar í New York og í Washington. Hendan lagnutunga dagin gjørdi Marilyn van Keppel tað sama, sum flest allir amerikanarar, og milliónir av fólki kring allan heimin. Hon sat for- fard frammanfyri sjón- varpsskíggjan og trúi valla sínum egnu eygum um tað, sum opinbáraðist fyri henni. Í einum brævi, hon hevur skrivað Nicolinu Beder 12. september, tað er dagin eftir yvirgangsatsóknina, greiðir hon sjálv frá, hvussu hesin dagurin gekk. – Í gjár var ein sorgardagur og eg sat og hugdi eftir sjónvarpi tað mesta av degnum, forfard og berg- tikin av teimum ræðuligu og ótrúligu myndunum, ið sendar vóru. Eg misti sambandið við veruleikan, og tað, sum fór fram á sjónvarpsskíggjanum var sum ein vánaligur filmur. Hon skrivar, at so kom postboðið við eini stórari eskju frá Nicolinu. – Spent læt eg hana upp og sá ta yndisligu, hvítu ullina, men so setti eg eskjuna frá mær og fór aftur at hyggja eftir sjónvarpi. – Seinni seinnapartin tann dagin fór eg aftur eftir eskjuni og var gleðiliga ovfarin, tá ið eg tók ta hvítu ullina upp. Niðriund- ir var meiri ull í føgrum litum. –Tað var hendan gávan, sum fekk meg aftur til veruleikan í mínum egna lívi og at ásanna, hvussu stór vælsignilsi, eg eri so heppin at eiga...... Nicolina Beder sigur, at hon varð so inniliga glað, tá ið hon fekk brævið frá Marilyn. -– Eg ordiliga hitnaði inn- an. At hugsa sær, at ein lítil ullarlagdur úr Porkeri skuldi gleða hana so nógv. Og hava slíka ávirkan á hana í einari av hennara svárastu stundum í lív- inum. Sosialurin Nr. 203 - 20. oktober 2001 3 Ullarlagdur úr Porkeri gav amerikanara lívsviljan aftur Nicolina Beder sigur, at hon gjørdust so inniliga glað, tá ið hon fekk brævið frá amerikansku konuni. Hon hevði ikki ímyndað sær, at tað skuldi føra slíka gleði og ugga við sær, sum tað gjørdi, at hon hevði sent eitt lítið sindur av ull yvir til USA. Á borðinum liggur avlopið av ullini, hon fekk í Porkeri til amerikansku konuna Tað er ikki altíð tað stóra og dýra og stórfingna, sum skal til fyri at skapa gleði og takksemi C M Y K 19 18