leygardagur 20. oktober 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HUGLEIÐINGAR
Jákup Mørk
Enn eitt kappingarár í fót-
bólti er nú mest sum lagt
aftur um bak. Gleðisløtur-
nar hava sjálvandi verið
nógvar í hesum, men eins
nógvar, og kanska fleiri
hava vónbrotini helst ver-
ið.
Fyri summi hevur hetta
spælið við leðurkúluni lítl-
an ella kanska ongan týd-
ning, men hjá øðrum er
tað ein stórur partur av
lívsvirðinum, ella samleik-
anum, um tú vilt. Fyri
uttanfyristandandi kann
tað tykjast nærum ófatu-
ligt, at vaksin fólk kunnu
gerast so býtt í nøkrum,
sum í veruleikanum er
rættiliga óviðkomandi.
Heimurin stendur jú
framvegis, fyri tað um lið
títt tapti sunnudagin.
Knøtturin steðgar ikki síni
rundferð av hesum ávum,
og kríggj og bumbuhótt-
anir áttu eftir øllum at
døma havt størri árin á
menniskjuna enn fótbólt-
urin.
Flýggjanin
Hóast hetta, so er tað ein
óreingjandi veruleiki, at
fyri ein stóran part av
heimsfjøldini hevur fót-
bólturin nógv størri ans
enn teir lutir, sum annars
skuldu havt størri týdning.
Vit kenna øll Kalla
Mohr frá teimum væl um-
tóktu Pipar & Salt send-
inginum. Í gerandisdeg-
num er hann kanska ikki
nakað serligt. Hann og
vinmaðurin, Børge, stríða
teirra dagliga strev, og hó-
ast teir hvør í sínum lagi
hava sínar meiningar um
lívsins viðurskifti, so eru
tað tó fá, sum geva hesum
ans.
Tá Kalle er í Gundadali,
er tó annað skil á. Her var
hann hetjan, tá hann var í
vælmaktini sum leikari, og
tað gevur honum eisini
rætt til at hava eina mein-
ing, sum fólk taka í álvara.
Hann kann kritisera venj-
aran fyri at taka hendan
leikaran fram um handan,
og fólk geva honum rætt –
ella í øllum førum lurta
tey.
Eitt slag av flýggjan frá
veruleikanum? Allarhelst.
Men hinvegin nýtist hetta
jú ikki at vera nakað ringt.
Veruleikin er í nógvar mát-
ar so dapur, at tað kanska
bara vildi verið neyð og
elendigheit, um Kalle alla
tíðina bert skuldi hildið
seg til veruleikan.
Í so máta er Kalli allar
helst eisini ein spegils-
mynd av flestu okkara, tí
neyvan er tað nakar, sum
ongantíð hevur hug at
flýggja undan veruleikan-
um í eina løtu.
Flestu okkara hava jú
eitt hvørt, sum vit nýta
sum eitt slag av umbering
til at rýma frá veruleik-
anum. Ein av fólkakærastu
sangarum okkara tosar um
at flýggja til tónleikin, og
tá hevur hann so í øllum
førum meldað greitt út. Vit
onnur eru ofta heldur
minni kontant. Vit fara
heldur niðan á plenuna at
hyggja at fótbólti, út á
tjørnina at sigla við model-
skipum, í bindiklubba ella
til okkurt heilt annað. Sum
um vit ikki heilt vilja
viðganga, at talan er um
eina flýggjan, men heldur
siga okkum gera tað, tí
hetta hevur okkara áhuga.
Tað ljóðar líka sum meira
rímiligt.
Sameinanin
Fyri at koma aftur til teir
báðar vinmenninar, Kalla
og Børga, so eru tað ikki
øll tey, sum hyggja eftir
fótbólti, sum eru í teirri
hepnu støðu, at tey eina
ferð taldust millum tey
stóru í hesum høpi.
Tak til dømis Børge.
Hann er sum so rættiliga
ótryggur. Stiðjar seg mest
sum alla tíðna upp at
Kalla, og tykist annars ikki
at vera so nógv fyri at
koma í samband við onnur
fólk. Hvussu kann ein
slíkur finna upp á at fara
til ein fótbóltsdyst, har
fleiri hundrað ella kanska
túsundtals fólk rópa í holið
á hvørjum øðrum?
Svarið er helst tað, at
Sosialurin Nr. 203 - 20. oktober 2001
5
4
Sosialurin Nr. 203 - 20. oktober 2001
hóast Børge ikki kennir øll
hesi, so er eingin sum helst
ivi um, at hann her sleppur
at vera partur av einari
fjøld, har øll í hvussu so er
hava eitt felags áhugamál.
Tað er helst meira enn
sigast kann um gerandis-
dag hansara, har hann –
burtur sæð frá Kalla – ikki
tykist hava nakran góðan.
Her hevur hann eitt stað,
har hann kennir seg sam-
eindan við øðrum menn-
iskjum, og sameining er
nakað, sum vit øll hava
tørv á til tíðir.
Tað er júst hetta sosiala
við áskoðaratilveruni, sum
hevur eitt hitt størsta árinið
á fótbóltsáskoðararnar. Tað
er tað, sum ger, at teir
vikuskifti eftir vikuskifti
ragga sær á vøllin at stuðla
liðnum, og viðhvørt eisini
gera onkrar fótbóltsútferð-
ir.
Sjálvandi hevur spenn-
ingurin í dystinum eisini
nakað at siga, men tað er
tó langt ífrá altíð, at so-
leiðis er. Neyvan er tað
spenningurin um úrslitið,
sum ger, hópur av før-
oyskum áskoðarum fyri
einum ári síðani fór til
Sveis, har okkara landslið
fekk ein ordiligan umgang,
og tað sama kann eisini
sigast um júst lidnu
ferðina til Slovenia.
Her er tað heldur tann
sameinan, sum ein slík
ferð gevur, og so er tað
sjálvandi eisini ein upp-
living at ferðast til støð,
har tú kanska ikki hevur
verið áður.
Tað tykist tó eisini her,
at tað júst er tann sosiali
parturin, sum hevur størst-
an týdning. Tað at kunna
ganga sum undangongu-
fólk, tá land títt tekur tøk
ímóti nógv sterkari tjóð-
um, er jú eisini eitt slag av
sameinan. Líka mikið um
fólk hella til fullveldi ella
samband, so man tjóðskap-
arkensla teirra neyvan vera
størri enn tað sama, tá 50
føroyingar standa niðri í
Ljubljana og syngja før-
oyska tjóðsangin, sum eitt
svar upp á stuðulin, sum
túsundtals slovenar geva
sínum liði.
Grundleggjandi
tørvur
Hesin tørvur á sameinan er
helst eisini sterkari hjá ein-
ari lítlari tjóð - ella fyri tað
eisini hjá eini lítlari bygd,
sum hevur sítt fótbóltslið.
Fyri at verða verandi í
Slovenia, so er støðan har
á mangan hátt meinlík
teirri føroysku. Tað er eitt
lítið land, umgyrt av stór-
um grannum, og hjá einum
slíkum er tørvurin á einari
eyðkenning mótvegis um-
heiminum størri. Her er
fótbólturin ein háttur at
staðfesta seg sjálvan uppá,
og tí er áhugin fyri fótbólti
lutfalsliga nógv størri
millum fólkið, enn hann er
hjá øðrum tjóðum.
Í Føroyum vóru eini 15
prosent av íbúgvunum
samlaði á einum stað, tá
landsdystur varð leiktur
ímóti stórubeiggjunum úr
Danmark. Í Slovenia
fylgdu tríggir fjórðingar av
fólkinum við, tá Slovenia
vann á Føroyum og harvið
tryggjaði sær ein sess
framman fyri stórubeiggj-
arnar úr Jugoslavia.
Tað er í øllum førum
sameinan á hægsta stigi,
og er tað eisini ein stað-
festan av, at fótbólturin er
so øgiliga nógv meira enn
bert eitt spæl, har tvær
ferðir ellivu mans renna á
einum grasvølli eftir einari
rundari leðurkúlu.
Fótbóltur er so nógv annað
Hóast fótbólturin bert er eitt spæl, so er hetta samstundis ein ítrótt, har áskoðarin hevur møguleika at staðfesta sína tilveru mótvegis
umheiminum. Samstundis er hetta ein flýggjan frá ofta dapra veruleikanum, og helst er tað nøktanin av hesum tørvum, sum ger eitt í
veruleikanum ótýðandi spæl til nakað, sum kortini fyllir stóran part í nógvum tilverum
Hjá føroysku áskoðarunum er fótbóltslandsliðið so avgjørt ein háttur at staðfesta tilveru okkara mótvegis umheiminum
Mynd: Álvur Haraldsen
Í Slovenia var áhugin fyri landsdystinum móti Føroyum ovurhonds stórur. Her slapp lítla tjóðin at staðfesta, at á vøllinum eru
tey stinnari enn stóribeiggin úr Jugoslavia
Mynd: Álvur Haraldsen
Hjá Kalla er fótbólturin ein flýggjan frá veruleikanum, tí her hava orð hansara
brádliga størri vekt enn nógva aðrastaðni. Hjá Børga er hetta hinvegin ein háttur
at verða sameindur við umheimin, og eru teir báðir tískil ímyndin av, hví
fótbólturin hevur fastatøkur á fjøldini
Mynd: SvF/Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe