Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 203 - 20. oktober 2001 Bárður Olsen Eftir bumbuálopini 11. sept. í USA hava røddir verið frammi um, at trú- arfrælsi ikki skal vera her hjá okkum. Føroyskir trú- boðarar hava verið sendir til ytstu mørk jarðarinnar, men hjá okkum eru trú- boðarar, ið umboða eina aðra trúgv ikki altíð væl- komnir. Hetta er sera dupultmoralskt og grovt brot á »Heimsyvirlýsing um mannarættindi« hjá ST. Har stendur fyljandi: 2. grein Øll hava krav um rættindi og frælsi, sum eru nevnd í hesi yvirlýsing, uttan mun til ættarslag (rasu), húðar- lit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannfør- ing, tjóðskaparligan ella samfelagsligan uppruna, ognarviðurskifti, føðing ella aðra støðu. 18. grein Øll hava rætt til hugsanar-, samvitsku- og trúarfrælsi. Hesin rættur fatar eisini um frælsi at skifta átrúnað ella trúgv, og frælsi til annaðhvørt einsamallur ella í felag við onnur og alment ella einskilt at inna trúgv sína í frálæru, til- biðing, gudstænastu og halgihaldi. 19. grein Øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheft av landamarki. ST-sáttmálin skal fylgast til punkt og prikkar. Verður hann brotin, eigur tað at verða meldað til ST- dómstólin. Hesi, ið vilja avmarka trúarfrælsi, hugsa um islam. Tey gera allar muslimar til beist og sjálv- morðsidiotar. Men søgu- liga sæð, hava kristin gjørt nógv størri skaða enn muslimar. Muslimar hava, sum heild eisini verið meira siviliseraðir. Tað er eingin ivi um hetta. Og fleiri dømi eru. Maurarnir úr Norðurafrika tóku Spania. Teir útruddaðu ikki kristindómin ella nakað tílíkt, nei, har var trúar- frælsi. Eisini trúarfrælsi fyri jødar. Í Spania hava jødar verið nógv forfylgdir fyrr í tíðini, bara fyri sína trúgv. Krossriddarin »frí- aðu« Jerusalem, men tað var longu frítt. Jødar og muslimar búðu saman, í sátt og semju. Í hovinum hjá hetjuni Saladdin vóru jødar sera væl dámdir og hátt virdir. Tey, sum vilja avmarka trúarfrælsi, siga seg vera trúgvandi. Tey síggja islam sum eina hóttan móti teirra trúgv. Tey siga, at málið hjá islam er at leggja allan heimin undir seg. Tey hugsa ikki um, at tað eisini er endamálið hjá kristin- dóminum. Um tað ikki er málið, hví so senda trú- boðarar út í heim? Hetta argumentið móti islam heldur als ikki. Tey meina møguliga, at hjá okkum skal trúarfrælsi verða av- markað, men samstundis halda tey, at tað ikki skal vera avmarkað t.d í Kina og Afganistan. Hesi argu- ment mótsiga grundleggj- andi kristindóminum. Tí tað størsta boðið í kristin- dóminum er jú: »Ger móti øðrum, ið tú vilt at tey skulu gera móti tær« og »Elska næsta tín sum sjálvan teg«. Tað stendur ikki í klombrum : »Hata næstan ella avmarka hans- ara frælsi, um hann er muslimur«. Hesi boð eru galdandi fyri øll menn- iskju. So er spurningurin, hvat er hetta fyri kristin- dómur, ið ikki heldur hesi stóru boð, sum m.a liggja til grund fyri »Heimsyvir- lýsing um mannarættindi« ST ? Tað sær út til, at hjá hesum fólkum, er tað »heilaga landið«, ikki longur Ísrael, men USA. Tey praktisera ofta »bók- stavatrúgv«. Hetta fyri- brigdið hevur einki við upprunakristindóm at gera. Bókstavatrúgvin upprann í USA fyri ikki nógvum árum síðani. Hjá Paulusi er eingin ivi, tá hann sigur: »Bókstavurin drepur, men andin ger livandi«. Tá henda nýtulking av kristin- dóminum verður praktiserað, er spurningur- in, um hetta veruliga er kristindómur? Ella rein og skar fundamentalisma? Muslimar meina eisini, at hvør bókstavur í Koranini hevur týdning. So møgu- liga er tað eitt løgið para- doks, at tann kristna bók- stavstrúgvin, beinleiðis ella óbeinleiðis, er sprottin úr islam? Eitt annað motiv fyri at avmarka trúarfrælsi, kann væl hugsast at vera hugs- anir, at muslimar ikki skulu hava lov at búsetast í landinum? Hetta er ein konservativ hugsan um at alt var betri fyrr. Henda hugsan er ógrundað, tí á sama hátt, sum vit eru børn av okkara tíð, vóru tey farnu børn av síni sam- tíð. Um tey liva nú, so høvdu tey verið sum vit og vice versa. Umstøðurnar skapa fólk og ikki umvent. Nógv hataðu muslimar áðrenn 11. sept. Yvir- gangsatsóknirnar eru møguliga ein »kærkomin« orsøk til at vísa haturin í ljósum loga? Í einum samfelag, ið kallar seg demokratiskt, skal trúarfrælsi, talifrælsi og skrivifrælsi vera gald- andi. Hetta kann sigast at vera definisjón fyri eitt siðmentað samfelag. Brot Trúarfrælsi ein mannarættur Eftir bumbuálopini 11. sept. í USA hava røddir verið frammi um, at trúarfrælsi ikki skal vera her hjá okkum. Tey, ið vilja avmarka trúarfrælsi, hugsa um islam, og gera allar muslimar til beist og sjálvmorðsidiotar. Men søguliga sæð, hava kristin gjørt nógv størri skaða enn muslimar Sosialurin Nr. 203 - 20. oktober 2001 7 Árni Joensen Tann 50 ára gamli egyptiski yvirgangsmað- urin, sum meira enn eina ferð hevur prógvað, at hann er sera gløggur og dugir væl at skipa fyri, nýtir hesi evni síni og sína átrúnaðarligu grundfestu sannføring til at skipa fyri tiltøkunum ella atsókn- unum hjá al-Qaeda. Tað eru eisini tey, sum halda, at tað í veruleikanum er hann, sum stýrir bæði al- Qaeda og Osama bin Laden. Stendur Osama bin Laden á ovasta plássi á yvirlitinum eftir eftirlýstar yvirgangsmenn, stendur Ayman al-Zawahiri á næstovasta plássinum. Men kanst átti tað er verið øvugt. Myndugleikarnir í fleiri londum hava leingi sóknast eftir egyptiska læknanum, sum verður roknaður sum eiturkoppurin, ið tvinnar saman træðrirnar í altjóða yvirgangsnótini. Interpol hevur leitað eftir honum í fleiri ár, og í Egyptalandi er hann longu dømdur til deyða fyri at hava skipað fyri bumbuatsóknini at egyptisku sendistovuni í pakistanska høvuðsstað- num Islamabad fyri seks árum síðani. Men hetta var fráverudómur, tí al- Zawahiri var ikki at finna, tá egyptiski hernaðardóm- stólurin viðgjørdi málið. Byrjaði ungur Sambært myndugleikunum í Egyptalandi hevur Ayman al-Zawahiri drúgvar royndir á sínum øki. Fyri 20 árum síðani, tann 6. oktober í 1981, skutu islamskir yvirgangsmenn ílatnir sum egyptiskir hermenn egyptiska forsetan, Anwar Sadat, sum sat og eygleiddi eina hermannaskrúðgongu til minnis um oktoberkríggið ímóti Ísrael átta ár frammanundan. Meiri enn hundrað fólk vórðu ákærd í sambandi við morðið. Al- Zawahiri var ein teirra, men hann bleiv ongantíð dømdur fyri at hava verið uppi í atsóknini. Hann fekk tó trý ára fongsul fyri at hava havt vápn uppi á sær. Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at navn hansara kom í bókina hjá egyptisku myndugleikunum. Longu í 1966 tá hann einans var 15 ára gamal, blev al- Zawahiri tikin fyrstu ferð, tí hann tá var farin upp í ein víðgongdan felagsskap, sum var ólógligur í Egyptalandi. Endamálið hjá hesum felagsskapinum var at rudda tað egyptiska samfelagið fyri alla vesturlendska ávirkan, og sambært egyptum var hesin felagsskapurin upprunin til nógvar av teimum felagsskapum, sum hava verið virknir í Miðeystri árini síðani. Fleiri teirra aftra seg ikki við at nýta harðskap og yvirgang ímóti sínum egnu landsmonnum fyri at røkka sínum máli. Av kendari ætt Ayman al-Zawahiri hevur lítið felags við teir, sum vanliga gerast yvirgangs- menn. Tað er ein sann- roynd, at teir muslimsku yvirgangsmenninir næstan altíð koma úr einum um- hvørvi, sum hevur verið merkt av fátækradømi og skerdum samfelagsrættind- um. Men tað kann ikki sigast um Ayman al- Zawahiri. Faðir hansara var professari í læknavísindi á lærda háskúlanum í Kairo, og tað var eisini her, at sonurin tók prógv sum lækni í 1974. Seinni fekk hann sær serúrbúgving sum skurðlækni. Abbi hansara og ein abbabeiggi hansara vóru kendir og virdir menn í tí arabiska heiminum. Abbin var leiðari á sunni- muslimska lærustovninum Al-Azhar, og abbabeiggin var fyrsti aðalskrivarin í Arabisku Samgonguni. Ayman al-Zawahiri ar- beiddi eina tíð sum barna- lækni, samstundis sum hann helt fram við sínum politiska virksemi. M. a. skrivaði hann nakrar bøkur um tann muslimska bróð- urandan. Men síðst í sjeyti- árunum gavst hann við læknagerninginum, og stutt eftir stóð hann á odda fyri Jihad - heilaga islamska krígnum í Egyptalandi. Tá hann hevði sitið fongsulsdómin, sum hann fekk í 1981 fyri at hava havt vápn uppi á sær, rýmdi Ayman al-Zawahiri úr Egyptalandi. Tey næstu árini ferðaðist hann víða og var m. a. í Sveits, Dan- mark, Saudiarabia og Afghanistan. Alla tíðina skifti hann navn, so tað var at kalla vónleyst hjá egyptisku myndugleikun- um at finna hann. Tað ljóðar, at tað eisini eydn- aðist honum at fáa inn- ferðarloyvi til USA undir navninum Abdel Moez. Heili bin Ladens Eftir at vera komin til Afghanistan kom Ayman al-Zawahiri skjótt í hóslag við Osama bin Laden, og hann viðgjørdi eisini nógvar av hermonnum bin Ladens, sum vórðu særdir í bardaganum við sovjetska herin. Í 1997 fóru teir báðir undir at samstarva. Tey, sum kenna teir ella sam- starv teirra, siga, at tað er bin Laden, sum útvegar menn til felagsskapin al- Qaeda og eggjar teimum til heilagt kríggj. Men tað er Ayman al-Zawahiri, sum er heilin aftan fyri virksemið hjá felagsskapinum, og tað er hann, sum leggur alt til rættis. Egyptiski sakførarin, Muntasir Zayyaf, sum fleiri ferðir hevur verið verji hjá víðgongdum muslimum, kennir Ayman al-Zawahiri, og hann er ikki í iva um, hvønn týd- ning tann 50 ára gamli skurðlæknin hevur fyri al- Qaeda og bin Laden: - Zawahiri hevur sama týdning fyri bin Laden, sum heilin hevur fyri likamið, sigur Muntasir Zayyaf. Deyðans lækni er heili bin Ladens Ayman al-Zawahiri er lækni, og hann er av teirri áskoðan, at harðskapur reinsar sálina. Eisini hevur hann ta áskoðan, at tað er í lagi at nýta harðskap ímóti fíggindum Islams, og at hann hevur rætt til at gera av, hvør ella hvørjir eru hesir fíggindar eru Zawahiri hevur sama týdning fyri bin Laden, sum heilin hevur fyri likamið ávíst mark. Tað skal ikki vera loyvt at ofra smábørn til Baal ella skræða hjørtu úr fólkum, á sama hátt, ið inkarnir og mayarnir gjørdu fyrr í tíðini. Alt við máta. Trúarfrælsi skal vera óavmarkað, so leingi tað ikki skaðar næstan. Yvir- gangsmenninir 11. sept. umboða ikki allar muslim- ar, men ein lítlan part. Tað er altíð lætt at generalisera, men verður tað generaliserað ov nógv, verður sannleikin útvatnaður. T.d góvu fólk frá øllum átrúnaðarligur bólkum blóð til tey løstaðu 11. sept., eisini muslimar. Sjálvt Yasser Arafat gav blóð. Ein bólkur av palestinesarum fagnaðust. Hetta merkir ikki, at tey eru óndari ella kald- blóðigari enn vit onnur. Spurningurin er heldur, hví fagnaðust tey? Sjálvt um ein kann halda, at fagnað- urin er ósømiligur, er tað rætt at spyrja hví? Palestinensararnir hava tað ikki lætt. Dagliga eru tey í kríggi við Ísrael. Báðir partar hava dripið hópin av sivilum. Dagliga síggja palestinesararnir deyða og oyðilegging rundan um seg. Til eitt ávíst mark ber tað til at skilja tey. Heim- urin leggur einki í Shabra og Shatila. Mær vitandi vórðu eingi føroysk fløgg vundin á hálva stong og eingin almennur syrgidag- ur. Hetta luktar av dupult- morali. Altjóða yvirgangur skal forkomast, men USA er als ikki tað rætta landið at standa á odda. Tey útrudd- aðu næstan hvønn einasta ein indiánara. Uttanlands hevur USA eisini gjørt stóran skaða. Nevnast kann Vietnamkríggið og tá tann fólkavaldi Salvador Alliende í Kili var frá- koyrdur og myrdur. ST eigur sjálvandi at standa á odda. Konfliktir eiga ikki at verða loystar við vápnum, men við samráð- ingum. At bumba alt Afganistan sundur og saman, ella skapa eitt »Lake Afganistan«, loysir ongar trupulleikar, men skapar nýggjar og kann hava, ræðuligar avleiðingar fyri allan heim. Størsti partur av heimsins fólkum vilja hava frið og ikki kríggj og kaos. Fleiri av Taliban- limunum eru vandir av CIA, har teir eisini fingu vápn. Møgu- liga eisini Osama bin Laden. USA vildu hava Sovjet burtur úr Afganist- an, næstan fyri ein og hvønn prís. So sanniliga sigast kann, at USA hevur skapt eitt »Frankinstein- monstur«, ið hevur sín egna vilja. USA vil spæla altjóða politi og berjast fyri »Pax Americana« t.v.s, fyri einum heimi, har USA hevur alla maktina. Ikki fyri at verja demokratiið ella mannarættindini, ið morðið á Alliende prógvar, men av reinari maktgirnd. USA er als ikki eitt so gott og frælslynt land, ið so nógv vilja gera tað til. Trúarfrælsi kann bara avmarkast politiskt, men tað fer altjóða samfelagið als ikki at góðtaka, tí síðsta grein í ST-sáttmála- num er henda: 30. grein Einki í hesi yvirlýsing eigur at verða tulkað tann veg, at nøkrum ríki, bólki ella einsaklingi verður loyvt at gera nakað, ið miðar ímóti at beina fyri nøkrum av teimun manna- rættindum, sum her eru tald. Hvat fer at henda fyri Føroyar, um trúarfrælsi verður sett úr gildi, er iva- samt. Men væntast kann, at vit verða útihýst frá altjóða samfelagnum og avbyrgd. Hetta fer at hava sera stóran týdning fyri hvønn einasta ein før- oying, tí tað er brot á okk- ara persónligu rættindi. Tey mugu verjast við øllum loyvdur »vápnum«, t.d við at tosa ella skriva fyri hesum hevdvunnu rættindum. Hesi rættindi mugu ikki takast sum ein sjálvfylgja, tí so kunnu vit ógvuliga lætt missa tey. Eingin átrúnaður ella politisk ideologi er full- komin, ein tílík er ikki til. Felags fyri allar hesar er, at tær bæði hava gjørt skaða og gagn. Hetta kem- ur av, at einki menniskja er bara gott ella bara ónt, oftast liggja vit mitt ímill- um. Onkur kann billa sær inn, at kristindómur ella islam eru lýtaleyst og full- komin, men tá verður tað størsta av øllum ofrað, nevniliga sannleikin. Eina stutta tíð kann hetta ganga, men til endans vil sann- leikin altíð sigra. Vónandi verður ógrund- aði haturin og óttin fyri muslimum lagdur til síðis, tí hvørgin av hesum er realistiskur. Ein fíggindi uttanfyri er altíð lættari at síggja enn ein innari. Fígg- indin eru heldur tey, ið politiskt vilja avmarka okkara frælsi. Samfelagið er langt frá fullkomið, tí tað ber altíð til at gera tað betri og rættvísari. Eitt stig á hesi óendarligu longu leið er og verður, ongantíð at avmarka trúarfrælsi. Verður trúarfrælsi avmark- að, fáa vit sanniliga ræðu- ligan yvirgang at síggja. Eingin ivi um tað. C M Y K 23 22