Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • leygardagur • 20. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo - Eg havi verið stoltur av at umboða land tykkara, segði Allan Simonsen millum annað, tá hann við gráturød, takkaði fyri seg eftir átta ár í føroyska venjara- sessinum FARVÆL Jákup Mørk Einki er at ivast í, hvør stóra løtan í tíðindafund- inum fríggjadagin mundi vera. Eftir at umboðini fyri fótbóltssambandi, leikarar- nar og annar av fyrrverandi hjálparmonnum hansara høvdu haft orðið, reistist Allan Simonsen við orð- unum »så er det vist min tur«. Bara gott at bera Fólk vóru sjálvandi forvitin eftir at vita, hvat lítli – men kortini stóri – maðurin fór at siga, nú hann stóð við endan av føroyska ævintýr- inum hjá sær. Onkur væntaði kanska eina skarp- lødda kanón, har nøkur ting skuldu setast upp á pláss, meðan onnur kanska vóru meira spent um, hvussu framtíðar yrkisleiðin hjá Allani Simonsen fór at síggja út, men tað var tó hvørki av hesum, sum vóru at hoyra. Heldur byrjaði hann úr einum enda at siga frá, hvussu væl hann hevði kent seg í Føroyum. At hóast átta ár vóru lang tíð, so hevði hann kortini verið sera fegin um ta tíð, sum hann hevur verið við før- oyska landsliðnum. Okkurt smávegis skotið mundi vera til onkran av leikarun- um, men tó ongan tíð soleiðis, at hetta var meint á ein óreinan hátt. Við gráturødd Fyrstu tekini um, hvussu væl Allan Simonsen hevur dámt at verið í Føroyum, komu so við og við inn í røðuna, og meðan hann hugleiddi um føroyska blíðskapin, sum altíð hevur verið sjónligur, hendi tað fleiri ferðir, at hann mátti steðga, tí røddin ikki vildi bera orðini fram. Hann kom heldur ikki meira enn hálva leið í hesum tøkkum, fyrr enn hann skifti evni frá tí persónliga, og yvir aftur á tað fakliga, sum helst var lættari at tosa um. Takkaði fyri gott samstarv við allar teir partar, sum hann hevur havt við at gera her uppi. Tað verið seg venjarar, feløg, leikarar, fjølmiðlar o.a. Í hesum vóru tað sjálv- andi serliga leikararnar, sum Allan serliga hugsaði um, og hann duldi ikki fyri, at hann kendi seg sera hepnan at hava ein leik- arahóp, sum í samfull átta ár hevði verið somikið loyalur mótvegis sær. Eisini kom hann inn á framtíðina hjá føroyskum fótbólti, og her ivaðist hann ikki í, at landsliðið eisini í framtíðini fer at røkka góðum úrslitum. - Vit hava seinnu árini sæð alt fleiri ungar leikarar koma inn á liðið, og saman við teimum royndu, sum framvegis eru í hopinum, eri eg ikki í iva um, at úrslitini fara at verða góð framyvir. Eg kann eisini vissa tykkum um, at eg altíð fari at fylgja væl við, hvussu lið tykkara fer at standa seg framuyvir, og um hetta ikki ber til ígjøgnum vanligu miðlar- nar, vænti eg altíð, at eg kann ringja upp til onkran av teimum mongu vinum, sum eg havi fingið í Før- oyum. - Eg vil eisini gjarna siga tykkum, at eg altíð havi verið stoltur av umboða land tykkara, og at eg alla tíðina havi kent meg sum ein av tykkara. Tárini trillaðu Eftir at hann soleiðis hevði ressað seg sjálvan eina løtu, varð aftur ferðast yvir til persónligu tøkkirnar, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist manninum, sum frá flestu síðum varð skýrd- ur ein harður, men rættvísur samstarvsfelagið. Tað stendur í øllum førum púrasta greitt, at tey sum hildu, at Allan bert var føroyskur landsliðsvenjari, tí hetta var ein lættur háttur at vinna fitt av peningi, fóru so dyggiliga skeiv í sínari meting av hesum. Við tárunum rullandi eftir kjálkunum segði venj- arin farvæl við øll tey, sum hann hevur starvast saman við hesi árini. Serstakliga vóru tað hjálparvenjararnir hesi árini, Petur Simonsen og Jógvan Martin Olsen, sum fingu eina tøkk, saman við toppunum í FSF. Ikki minst vóru tað teir báðir, Torleif Sigurðsson og Jens Erik Magnussen, men størsta heiðurin mundi aðalskrivarin, Ísak Mikla- dal, tó fáa. Tá gjørdust orð ov fátæk hjá kensluborna venjaran- um, og heldur enn at geva eina forbronglaða føroyska umseting av seinastu orð- unum, verða hesi bara sett á donskum ístaðin: »Der er så meget, som jeg ville sige til Ísak. Men jeg ka’ bare ikki. Tak til jer alle« vóru seinastu orðini frá lítla manninum, sum í so nógvar mátar hevur verið eitt stórt umboð fyri land okkara, og frá hesum síðum skal ljóða, at tøkkin er janvt stillað báðar vegir. Allan segði farvæl: Tárini trillaðu Tárini trillaðu niður eftir kjálkunum hjá Allani Simonsen, tá hann á tíðindafundi fríggjamorgunin segði farvæl við landið, sum hann hevur tænt í átta ár Mynd: Jonhard Hammer 25 8 Sosialurin Nr. 203 - 20. oktober 2001 Atsóknin ímóti World Trade Center í New York hevur broytt heimin. Tað vita vit øll. Í Norðurlondum hava vit sitið og fylgt við í sjónvarpi- num. Vit hava tosað um, hvørjar orsøkirnar eru. Tey flestu hava fordømt yvirgangs- menninar, onnur eru farin longur og hava fordømt allar muslimar, meðan aftur onnur geva USA skyldina fyri at slíkt yvirhøvur hendir. Vit hava sitið uttanfyri og hugt at og akademiskt gjørt okkum meiningar um, hvat og hví. Men í hesi vikuni er alt komið nærri. Her á Bornholm hava tvey fólk latið løgregluni brøv, sum tey hava havt ill- gruna um, innihalda kemisk eiturevni. Í hvørgum førum var innihaldið í brøvunum eit- ur. Sjálvt um innihaldið ikki var vandamikið í hesum føri- num, so hevur atsóknin í USA loypt ótta á fólk. Vit eru bang- in, og vit hava fingið prógvað, at globalisering ikki bert er eitt positivt orð. Alt ferðast í dag so skjótt, at tað sum hendi í New York í gjár, kann henda í Nexø í dag ella í Norðdepli í morgin. Vit hava sæð tað í teldun- um, sum eru bundnar saman um allan heim. Finnur onkur uppá at gera ónáðir, so er ikki neyðugt at ferðast. Viðkom- andi fer bert á alnótina, og so er samband til allan heim. Fleiri ferðir í heyst er tað hent, at teldur eru støðgaðar av sokallaðum virus-álopum. Tíbetur er hetta virus, sum bert ger álop á maskinur og bert gevur fíggjarligt tap. Vir- us, sum nú verður umrøtt, er meira vandamikið og gevur alt størri ótta. Vit hugsa um, hvussu vit sjálvi kunnu sleppa undan hesum álopum, hvussu vit kunnu verja børn okkara móti slíkum. Tíbetur er tað soleiðis her í Danmark, at enn hevur ongin fingið brøv við eitri í, men llíkavæl er óttin stórur. Ar- beiddi í Keypmannahavn síðst í sjeyti-árunum. Tá var ein bumbumaður uppá spæl. Ein maður doyði, tá ið ein bumba sprongdist á Nytorv uttanfyri dómhúsið. Mánaðin eftir vóru mangir bumbualarmir í bý- num. Á jarnbreytarstøðum, í bussum, vøruhúsum og aðra- staðni. Ongantíð var hetta álvarsligt, men óttin í býnum var ræðuligur. Eitt kvøldið var okkurt sum líktist einari heimagjørdari bumbu funnið í s-tokinum til Hundige. Eg var sendur oman til Hundige mitt á nátt. Kom heim á redaksjón- ina klokkan fýra um morgun- in, skrivaði eina heila síðu um tað sum hendi til blaðið næsta morgun. Um hvussu henda heimagjørda bumba sá út, um hvussu bangin fólk vóru, um Rulle-Marie ein robottur, danski herurin hevur til slíkt. Teir tóku bumbuna við til- farum, og royndu so at spreingja hana fyrrapartin dagin eftir. Tað vísti seg, at bumban var ein cigarkassi við stáltráði uttanum. Tá ið teir lótu kassan upp, lá eitt pappír í, har á stóð BANG. Skemtiligt heldur onkur. Nei als ikki. Tann ella tey, sum løgdu fyrstu bumbuna, uppnáddu tað tey vildu: fólk gjørdust bangin. Júst tað sama hendir nú, hvítt pulvur verður sent runt. Meira skal ikki til. Vit mugu tí øll royna at steðga teimum ótangum, sum halda hetta vera stuttligt. Tað gongur útyvir alt ov mong, sum fyri at onnur kunnu stutt- leika sær, nú mugu liva eitt óttafult lív. Terror og ótti TELDUBRÆVIÐ Frá: Árni Gregersen, argr@tv2bornholm.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti ÓKEND HETJA Dagfinn Olsen Alan Turing er ein av heimsins ókendu hetjum. Bretski støddfrøðingurin Alan Turing var í øllum lítillætni upphav til at stytta seinna heimsbar- daga. Tað var hann, ið upp- fann telduna, ið breyt kod- una hjá týska hervaldinum, so teir sameindu ótarnaðir sluppu at lesa alt samskifti fíggindans. Týskarar kodaðu alt radiosamskifti við tólinum, ið nevndist Enigma. Turing breyt koduna, so til bar hjá teim sameindu at lesa yvir økslina á fíggindanum. Við hesum var steðgur settur fyri týskum álopum við kavbátum á ensk og amerikonsk útgerðarskip. Ikki hetja Alan Turing livdi tó ikki nóg leingi til at gerast hetja og verða útnevnd sum slík. Í 1952 kom hann, sær sjálvum til bága, at avdúka, at hann var samkyntur. Hetta var, sam- bært enskari lóg, ósømiligt og úrslitið var, at hann varð handtikin. Í 1954 varð tann tá 42 ára gamli Alan Turing funnin lívleysur í song síni. Hann hevði tikið lív sítt við at eta eitt eitrað súrepli. Kelda: Illustreret videnskab Talsnillingur vendi seinna heimsbardaga Ein bretskur støddfrøðingur var, hóast ókendur, upphavsmaður til, at gongdin í seinna heimsbardaga vendi, so bardagin ikki gjørdist drúgvari, enn hann gjørdist Bretin og talsnillingurin Alan Turing breyt koduna hjá týska hervaldinum og harvið vendist gongdin í seinna heimsbardaga »Her hjálpir eingin góða mamma«, hoyrist mangan tiltikið, tá ið hart leikar á hjá onkrum. Hetta tiltak er beinleiðis týtt úr donskum: »Der hjælper ingen kære mor«, sum í sjálvum sær gevur góða meining: hjá einum, sum er komin illa fyri, dugir ikki altíð at rópa á mammu sína um hjálp. Men hetta er í royndum eldri orðafelli, avbronglað og umtýtt. Fólk hevur ikki longur sæð høpi í, tí høvuðsorð- ið í tí er vorðið »forn- orð« fyri teimum. Tað ljóðaði upprunaliga: »Der hjælper ingen kæremål«. Hetta gamla løgfrøðiorðið kærumál, ið merkir »tað at skjóta mál inn fyri hægri rætt«, hava tey so týtt um til hitt barnsliga »kære mor«, og vit føroyingar eru sum ikki einaferð skjótir at taka við. »Tað hjálpa eingi føgur orð við slættibøku«, er orða- tiltak, sum vit hava átt frá fyrndini og sum man siga á leið tað sama. TIL FYRIMUNAR Tað er ikki óvanligt at hoyra tíðindafólk og onn- ur taka til, at eitthvørt er »til fyrimuns« fyri ein- hvønn. Summi toyggja á u-ið, onnur hava tað stutt, sum ljóðfrøðiliga man vera á rættaru leið- ini: fleiri enn eitt hjáljóð stytta yvirhøvur sjálv- ljóð, sum undan fer. Munur er eitt av teimum kallkynsorðum, sum enda við -ar í hvørsfalli eintali og við -ir í hvør- og hvønnfalli í fleirtali. Tí hevði tað verið ruddi- ligari málfrøðiliga og ljóðaði eisini væl betur í oyrum, um vit søgdu til fyrimunar heldur enn hitt. Orðafar nr. 38, 1994 Málbitin »EINGIN GÓÐA MAMMA« C M Y K 24