leygardagur 20. oktober 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 20. oktober 2001
27
Í bestu kvinnudeild-
ini verður toppdystur
á Giljanesi hetta viku-
skiftið millum Drátt
og TB, og hjá monn-
unum hittast Fram og
SÍ, sum bæði vunnu
sínar fyrstu dystir
FLOGBÓLTUR
Emil L. Jacobsen
Í dag verður annað umfar í
meistaradeildunum
hjá
kvinnum og monnum, og
tað er eisini í dag, at kvinn-
urnar og menninir hjá Fleyr
koma upp í kappingina.
Sostatt hava øll liðini spælt,
tá dystirnir í dag eru lidnir.
Áhugaverdastu dystirnir í
dag eru millum kvinnurnar
hjá Drátti og TB og millum
menninar hjá Fram og SÍ.
TB er favorittur
Hjá kvinnunum verður
áhugaverdasti dysturin utt-
an iva tann í høllini á
Giljanesi millum Drátt og
TB. Dráttur er føroyameist-
ari og byrjaði kappingina í
ár við at vinna 3-1 móti ÍF
síðsta vikuskifti. Tað var
ikki so óvæntað sum tað, at
TB í sínum fyrsta dysti setti
sigursvandu kvinnurnar hjá
Mjølni so dyggiliga upp á
pláss í Klaksvík og vunnu
3-0. Hóast TB er í eini
heldur óhøgligari støðu við
tað, at fleiri av leikarunum
búgva og venja í Havn, so
hava tær eitt sera sterkt lið í
ár, og tað hava tær longu
víst bæði í Fleyr-kappingini
og móti Mjølni fyri einari
viku síðani.
Dráttur hevur hinvegin
mist fýra av leikarunum,
sum vóru við til at vinna
gull síðsta vetur, og tað
slepst ikki undan, at tað
merkist á liðnum. Tí verður
TB ivaleyst favorittur í dag,
men
einki
er
avgjørt
frammanundan.
Hin dysturin í meistara-
deildini hjá kvinnum verð-
ur á Kambsdali millum ÍF
og Fleyr. Hesi bæði liðini
mugu við fyrsta eygnakast
metast
sum
tey
bæði
veikastu í deildini, nú Foss-
ánes hevur tikið sítt lið úr
kappingini. Men ÍF megn-
aði at vinna eitt sett móti
Drátti seinast, og á heima-
vølli eiga tær at kunna basa
Fleyr.
SÍ til Havnar
Meðan mesta flogbóltstosið
á kvinnusíðuni seinastu
tíðina hevur verið um TB,
so er SÍ tað liðið, sum
hevur fingið mest umrøðu
hjá monnunum. Sørvingar
tykjast vera ómetaliga væl
fyri í løtuni, men dysturin í
dag móti Fram verður ein
verulig styrkiroynd hjá
Borko & Co.
Fram vann síðsta leyg-
ardag 3-2 í einum undir-
haldandi dysti móti Mjølni,
og um nakar skal gera
nakað við SÍ, kann tað gott
verða Fram. Tað er lagt upp
til eitt brak av einum dysti í
Eysturskúlanum í dag, og
vinnarin leggur seg einsa-
mallan á odda í deildini.
Saman við Fram man
Fleyr vera besta boðið uppá
ein avbjóðara til SÍ, og teir
byrja sína kapping í dag á
Kambsdali móti ÍF. Fugl-
firðingar vóru sannførandi
í endaspælinum í vár og
vunnu eisini meistaraheitið,
men teirra byrjan hevur
verið alt annað enn góð.
Teir vórðu hølvaðir av í
Sørvági, men nú fáa teir so
møguleika fyri at fáa eitt
sindur av uppreisn. Men
liðið er viknað í mun til
seinasta ár, og teir í Fleyr
munnu eisini vera grammir
eftir at fáa eina góða byrjan
upp á kappingina, so tað
verður ikki bara sum at siga
tað
hjá
ÍF
at
venda
gongdini.
Mjølnir hevur frí hetta
vikuskiftið, og tað hevur so
í staðin nakrar dómara-
skyldur við sær. Næstu
dystirnir hjá Mjølni vera
heima móti ÍF um eina
viku.
Dystirnir í meistaradeild-
ini eru annars hesir.
Kvinnur
Dráttur-TB
13.00
Giljanes
Kvinnur
ÍF-Fleyr
13.00
Kambsdalur
Menn
Fram-SÍ
14.00
Eysturskúlin
Menn
ÍF-Fleyr
15.00
Kambsdalur
Hóast tað ikki kann
roknast við, at Kyndil
fer at geva vestmenn-
ingum kapping í
hondbóltsoddinum í
ar, so er áhugin fyri
stóra klassikaranum
framvegis stórur mill-
um manna
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Um vikuskiftið eru seks
hondbóltsdystir á skránni,
og hóast stórar broytingar
eru farnar fram seinnu
árini, so er lítið at ivast í, at
stóri klassikarin á Hálsi
verður tann, sum dregur
flestar áskoðararnar.
Æran telur
Dysturin, sum hugsað verð-
ur um, er sjálvsagt mans-
dysturin millum Kyndil og
VÍF. Tá sagt verður, at
hesin dysturin ikki longur
er tann, sum hann áður hev-
ur verið, er tað tí fyri fáum
árum síðani var hesin al-
oftast ein av tveimum dyst-
um, sum avgjørdu, hvat
FM-gullið skuldi lenda.
Í ár tykist er tað tó so-
leiðis, at VÍF er risa stórur
favorittur at vinna uppgerð-
ina. Vestmenningar eru
verandi meistarar, og í nógv
størri mun enn Kyndil, so
hava
vestmenningarnir
fíggjarligu orkuna, sum í
dag er so alneyðug til at
vera við í føroyska hond-
bóltsoddinum.
Traditiónin í einari slíkari
uppgerð er tó somikið stór,
at hóast hendan óreingjandi
veruleika, so er eingin or-
søk til at ímynda sær, at
talan verður um nakran
lættan dyst hjá vestmenn-
ingum. Æran í dystinum
telur her nærum eins nógv,
sum stigini verða, ið spælt
verður um, og tí eru allar
orsøkir at rokna við einum
undirhaldandi dysti. Bæði
liðini hava eisini nakað av
trupulleikum við skaðum.
Hjá Kyndli verður vónað,
at Janus Einar Sørensen nú
er komin fyri seg aftur, eftir
stoytin
hann
fekk
í
dystinum móti Neistanum.
Hjá
Vestmenningum
noyddist Piddi Negru út
seinast, og hann verður so
ikki tøkur aftur enn á sinni.
Hinvegin kom Áki Olsen tá
í hansara stað, og hóast
hann enn ikki er í nær
námind fullari venjing, so
kann yngri Olsen-bróðurin
lættliga gera lívið súrt fyri
mótstøðuverjurnar.
Annars
verður
eisini
dystur á Skála um viku-
skiftið.
Strandingar
og
Kollfirðingar hava bæði
fyrstu stigini til góðar, men
hesa ferð verður so í øllum
førum ein av pørtunum,
sum fær nakað við sær.
Nærliggjandi er at rokna
við, at tað verða strand-
ingar, sum hava havt góð
úrslit seinnu árini, men
seinna kappingarhálva í
fjør sýndi, at kollfirðingar
eisini eiga at takast í álvara,
so eisini her røkist fyri
einum spennandi dysti.
Favorittar
Hjá
kvinnunum
verða
tríggir dystir leiktir um
vikuskiftið, og harafturat
varð ein dystur leiktur í
Vágunum eftir evstamark
okkara fríggjadagin.
Hesin var ímillum Sólj-
una og Kyndil, og felags
fyri hesi var undan dystin-
um, at týdningarmikið var
at fáa stig, fyri at koma
burtur úr botnstríðnum,
sum bæði annars eru partur
av.
Tey bæði liðini skulu í
øllum førum ikki rokna við
stigum, tá tey sunnudagin
fara at dystast móti ávíka-
vist Stjørnuni og VÍF, sum
bæði mugu roknast millum
fremstu FM-kandidatarnar.
Teirra millum er VB eis-
ini at finna, og eftir at tær
seinasta vikuskifti taptu
fyri VÍF, er einki at ivast í,
at tær vilja vaska hetta av
sær, tá tær leygardagin vitja
botnliðið av Skála.
Dystirnir um vikuskiftið
eru annars hesir
1. deild menn
21/10
Kyndil - VÍF
16:00
21/10
StÍF - KÍF
16:00
1. deild kvinnur
19/10
Sóljan - Kyndil
18.30
20/10
StÍF - VB
14.30
21/10
Kyndil - VÍF
14.30
21/10
Stjørnan - Sóljan 14.30
Toppdystir á Giljanesi og í Eysturskúlanum
Tað er lagt upp til eitt brak
av einum dysti í
Eysturskúlanum í dag, og
vinnarin leggur seg
einsamallan á odda í deildini
Klassikarin livir enn
Meira enn nakað annað verður tað helst æran, sum stendur upp á spæl, tá Kyndil og VÍF
hittast á Hálsi sunnudagin
27
26
Nr. 203 - 20. oktober 2001
Tjaldur gav Neist-
anum ein veruligan
hvøkk hóskvøldið,
men tá dysturin varð
avblástur, hevði
Neistin enn einaferð
vunnið ein tepran
sigur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað verður ofta sagt um tey
góðu liðini, at av eyð-
kennum teirra er, at tey
eisini megna at vinna sær
stig á teimum »ringu« døg-
unum.
Nú skulu hesar reglur
ikki fara t staðfesta Neistan
sum ein upplagdan FM-
vinnara, men er nakar
sannleiki í reglunum om-
anfyri, so sær tað í øllum
førum bjart út hjá elsta
hondbóltsfelagnum í land-
inum.
Higar til hevur Neistin
spælt tríggjar dystir, og í
ongum av hesum hevur
spælið borið á tann bógvin,
at talan her er um ein FM-
kandidat. Hinvegin hevur
úrslitið av hesum dystum
verið, at felagið hevur eina
málúrtøku upp á pluss trý
mál, og fyri hesi hevur liðið
fingið seks stig.
Orkaðu ikki
Tað var annars ikki vænt-
andi,
at
runavíkingar
skuldu fara at geva Neist-
anum nakra serliga mót-
støðu, tá teir mikukvøldið
komu til Havnar.
Tjaldur hevur seinnu
árini livað eina tilveru í
botninum á stigatalvuni, og
hóast liðið aftur í ár er
styrkt við útlendskum leik-
arum, so bendi fyrsti
dysturin ímóti Kyndli ikki
á, at liðið fór at gera nakað
við væntaðu oddaliðini.
Tað tóktist tó skjótt
greitt, at Tjaldur ikki bert
var komið til høvuðsstaðin
fyri at fyri at fara norður
aftur við einum sekki. Tal-
an var kanska ikki um
nakað flótandi hondbólts-
spæl,
men
leikararnir
stríddust sera væl, og tá so
Sverri Justinussen av bakk-
inum og Mortan Hansen á
strikuni ferð eftir ferð
skoraðu, fór at síggja ikki
sørt hugaligt út. Tað skal í
hesum viðfangi nevnast, at
fremsta orsøkin til málini
hjá Mortani var leikandi
venjarin, Zoran Sarcevic,
sum ferð eftir ferð sendi
hegnisligar sendingar inn á
strikuna.
Hjá
Neistanum
gekk
spælið á leið soleiðis, sum
tað hevur gingið hetta
kappingarárið. Uppspælið
var aloftast trekt, og hóast
tað hjálpti nakað, at Áki
Mørk nú er farin undir
hondbóltin aftur, so skerst
ikki burtur, at tað fer at taka
nakað av tíð, fyrr enn alt
fólkið er veruliga saman-
sjóvað.
Seinastu løtuna av fyrra
hálvleiki gjørdist tó greitt,
at heimaliðið í øllum førum
hevði ein stóran fyrimun
fram um gestirnar. Orkuna.
Runavíkingarnir hava als
ikki vant nóg leingi undan
kappingini, og tí er grund-
venjing teirra ikki komin í
rættlag.
Hetta var eisini sjónligt,
tá Neistin fram ímóti hálv-
leikssteðginum
skoraði
fimm ferðir á rað, harav
fleiri av málunum komu
eftir skjótálop, sum runa-
víkingarnir als ikki orkaðu
at fylgja.
Petur var munurin
Neistin hevði soleiðis eina
leiðslu, tá teir komu út til
seinna hálvleik, men tað
var tó heilt skjótt, at teir
høvdu tveitt hesa burtur.
Heldur enn at tátta skrúv-
una og seta ferð á spælið,
tóktist hugburðurin hjá
leikarunum at vera »at tað
gongur nokk«. Tjaldur vildi
tað tó øðrvísi, og millum
annað við góðum spæli frá
málverjanum, megnaðu teir
at broyta støðuna frá 15-13
til 17-19, og nú fór brádliga
at sansa at hjá Neistanum.
Eina løtu var veruliga líkt
til, at panikkur kom í spæl-
ið, og var tað ikki tí at inn-
skifti Petur Magnusson
sýndi satt stórspæl í mál-
inum hesa løtuna, so kundi
Tjaldur væl havt stongt
dystin, tá teir einar tríggjar
ferðir fingu bóltar forer-
andi, tá neistamenn gjørdu
regulerar feilavleveringar í
uppspælinum.
Petur megnaði tó í fleiri
ferðir at verja fyri hesum,
og spakuliga fóru tekinini
um væntandi orkuna hjá
mótstøðuni at vísa seg.
Sjálvir royndu teir tó at
mótvirka hesum, við at toga
ferðina so langt niður, sum
tað yvirhøvur var gjørligt,
meðan Neistin hinvegin nú
royndi at seta ferðina upp,
og hetta eydnaðist sum so
eisini. Trupulleikin var
bara, at leikararnir einar
tríggjar ferðir misnýttu úr
purasta fríari støðu, og so
gjørdist tað av álvara
spennandi í seinasta mi-
nuttinum.
Við 40 sekundum eftir á
klokkuni kom Neistin upp á
27-26. Tjaldur fór í álop,
dríggjaði sær tíðina, og við
sjey sekundum eftir smekk-
aði Sverri til. Neistin leyp
avstað í álop, men tá dóm-
ararnir ikki høvdu floyta,
máttu teir byrja umaftur.
Teir fingu tó fýra sekund
aftur frá dómarunum, og
hetta var júst tað, sum teir
høvdu tørv á. Eftir at hava
givið bóltin upp, varð
Ragnar Stakksund leiktur
leysur, og alt endaði so við,
at hann vann sær avgerandi
brotskastið, sum Heini seti
í netið.
Okkurt er at hóma
Hóast tapið, so vóru fleiri
tekin í dystinum um, at
Tjaldur í ár fer at flúgva
heldur hægri, enn teir hava
gjørt undanfarnu árini.
Við altíð vandamikla
Sverra Justinussen og frá-
líka samspælinum millum
Sarcevic og Mortan Hansen
tykist í øllum førum vera
garanti fyri, at álopsspælið
er á eini leið. Roknast kann
eisini við, at Stojinovic fer
at gerast alt meira týdn-
ingarmikil, so hvørt sum
hann verður innspældur á
liðnum, so eru onkrir aðrir
trumfir eisini at hóma.
Hartvig Joensen hevur
verið burtur frá fyrstu-
deildarhondbólti í nøkur ár,
og enn er venjingarstøðan
ikki nær námind tí opti-
malu, men hann hevur
spælskil sum fáur, og tí
kann stór nytta helst fáast
úr evnum hansara, og fáa
teir so eisini lokka ein
ávísan fótbóltsmálverja at
spæla aftur, fer brádliga at
síggja heilt ljóst út.
Verjuparturin hevur al-
oftast verið veikasti liðurin
hjá liðnum, og aftur hesa
ferð sást, at her kann nógv
betrast, men við nýggja
málverjanum hava teir í
øllum førum ein góðan
hornastein, og kemur venj-
ingarstøðan so eisini longur
upp, kann liðið lættliga
gerast eitt órógvandi ele-
ment í kappingini hjá odda-
liðunum.
Minimalisma
Hjá Neistanum sær tað sum
so eisini ljóst út. At fólkið
er gott, er so einki at ivast í,
og
spurningurin
tykist
meira enn nakað annað at
vera, nær liðið veruliga fer
at swinga sum ein heild.
Higartil
hevur
talan
meira enn nakað verið um
minimalismu, men sum
nevnt í byrjanini, so er hetta
eisinni fyri eitt gott lið, og
sum onkur klókur venjari
eina
ferð
hevur
sagt:
»Skjýtur tú eitt mál meira
enn hinir gjøgnum alt árið,
so er einki at ivast í, at
gullið er heima.«
Um hetta verður støðan
hjá Neistanum, er so nakað
heilt annað, men higartil
hava tríggir dystir givið
seks stig, og tað man nú
ikki vera so galið kortini.
Dysturin í tølum:
Neistin-Tjaldur 28-27
(15-13)
Málskjúttar:
Neistin:
Heini Joensen
9(3),
Hans
Áki
Dal-
Christiansen
8,
Jacob
Jónsson 5, Áki Mørk 3,
Kári Mortensen 2, Ragnar
Stakksund 1
Tjaldur: Sverri Justinussen
8, Mortan Hansen 8, Hart-
vig Joensen 4(2), Dragisa
Stojinovic 3, Zoran Sarce-
vic 2, Svein í Heiðunum 1,
Dejan Lachuk 1
Brotskøst: Neistin 5,
Tjaldur 6
Útvísingar: Neistin 5,
Tjaldur 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Uni Wardum.
Hava longu dømt hópin av
dystum í ár, og hava í
hesum prógvað seg sjálvar
sum eitt tiltrongt ískoyti til
føroyska dómarahópin. Í so
máta
vikaði
dysturin
sunnudagin einki um støðu
teirra.
Neistin-Tjaldur 28-27 (15-13):
Aftur tepurt hjá Neistanum
Roknast kann eisini við, at Stojinovic fer at gerast alt meira týdningarmikil, so hvørt sum hann verður innspældur á liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26