leygardagur 20. oktober 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 203 - 20. oktober 2001
Lítil tyngd var í FCK
álopinum, tá talan var
um null–loysn í Park-
ini ímóti Ajax
UEFA CUP
Jóannes Hansen
Tað var áhugaverd vitjan í
Parkini í Keypmannahavn
hóskvøldið. Og tað lótu
fleiri enn tjúgu túsund
áskoðarar ikki fara aftur við
borðinum.
Ajax hevur ikki somu
styrki, sum teir hava havt,
tá teir hava verið á aldu-
kambinum, men teir vóru
nóg góðir at geva FCK
góða mótstøðu.
FCK var á afturpartinum
síðsta hálva tíman av fyrra
umfarinum. Teir tóktust
strongdir, teir mistu skjótt
bóltarnar, og fyri tað mesta
runnu teir aftaná snilling-
unum úr Ajax, sum dugdu
væl at lata bóltin ferðast
skjótt um alla breiddina á
vøllinum og við at spæla
djúpt ella diagonalt.
Tað var málleyst í steðg-
inum, hóast bólturin tvær
ferðir hevði verið í netin-
um. Magnus Kihlstedt í
FCK málinum stóð seg sera
væl, men hann var prís-
givin, tá innlegg úr vinstru
varð stútað í handara síðu-
netið. Ajax spælararnir
fegnaðust um týdningar-
mikla málið á útivølli, men
linjuverjin segði, at talan
var um rangstøðu. Tað vóru
fremmandu menninir ikki
væl nøgdir við, og endur-
tøkurnar í sjónvarpinum
vístu, at dómurin var sera
ivasamur.
Síðstu løtuna vóru tað
FCK menninir, sum vóru
rísnir. Dómarin metti, at
Thomas Røll hevði trýst ov
nógv niður á ryggin á mót-
støðumanni, tá hann við
handara stólpan stútaði frí-
sparksinnlegg frá Carsten
Fredgaard í málið. Endur-
tøkurnar vístu, at dómarin
var á góðari leið.
Stórur møguleiki
Í 2. hálvleiki var FCK væl
betri við. Teir høvdu bóltin
meiri, og teir áttu havt
skorað í hvussu so er eitt
mál.
Undan dystinum var tað
ivasamt,
um
Heine
Fernandez fór at vera tøkur.
Hann var á beinkinum
fyrsta tíman. Zuma var
einsamallur á toppinum og
Thomas Røll hangandi
álopsmaður.
Tíggju
minuttir eftir at Fernandez
var komin á vøllin, fekk
hann ein fínan møguleika.
Málverjin hálvbjargaði flat-
ari skotroynd av brotsteig-
armarkinum frá Niclasi
Jensen,
Fernandez
var
fyrstur á, men hann sendi í
krovið á málverjanum, sum
ikki var komin heilt á bein-
ini aftur.
Vil hava makkara
Zuma var í sýnisglugg-
anum. Fyrrverandi italski
landsliðsvenjarin
Arrigo
Sacchi var í Parkini fyri
Milan. Ørindini vóru at
sýna suðurafrikanaran, sum
í dystunum ímóti Lazio fyrr
í summar stóð so sera
sterkur í myndini.
Men hesa ferð lá einki
serligt fyri. Zuma helt, at
tað ikki er nóg stór tyngd í
álopsspælinum, tá teir bara
spæla við einum manni í
álopinum. At FCK bara
hevur
ein
mann
heilt
frammi, er ein neyðloysn, tí
fleiri álopsspælarar eru
skaddir. Tað er eingin
loyna, at Zuma og Todi
Jónsson spældu sera væl
saman fyrr í summar. Um
tað samanspælið hevði
hildið fram, so hevði sann-
líkið fyri, at Zuma varð
seldur, verið nógv størri.
Um tvær vikur verður
returdysturin í Amsterdam.
Venjarin hjá Ajax heldur, at
teir eiga at hava góðar
møguleikar, men hann vísir
á, at um tað eydnast FCK at
skora eitt mál, so verður
neyðugt hjá Ajax at skora
tvær ferðir. Tí er einki av-
gjørt. Og so mugu vit bara
vóna, at Todi Jónsson verð-
ur undir liðini á Zuma í
Amsterdam um tvær vikur.
Brøndby illa statt
Kroatiska Varteks sendi í
fyrsta umfarinum av UEFA
Cup Aston Villa og Peter
Schmeichel úr kappingini.
Tí var tað greitt, at uppgáv-
an hjá Brøndby fór at vera
torfør, tá teir hóskvøldið
vóru í Kroatia.
Tað var málleyst í steðg-
inum, men í 2. hálvleiki
skrædnaði hjá Brøndby.
Heimaliðið vann 3–1. Í
Brøndby heingja teir seg í,
at tað eydnaðist at skora eitt
týdningarmikið útivallar-
mál.
Á
heimavøllinum
verða teir noyddir at spenna
álopsbogan.
Men
mest
sannlíkt er tað, at Brøndby
ikki verður í hattinum, tá
lutur verður drigin til triðja
umfarið, og tað man eisini
vera ivasamt, hvussu tað
verður hjá FCK. Tað er ikki
minst treytað av, hvussu tað
fer at hilnast hjá Zuma og
vónandi Toda.
B93 niður
á jørðina
Sparingar, avs-
krivingar og
nýggir pengar
skulu bjarga
gamla stórfelag-
num
KREPPA
Jóannes Hansen
Øssur Hansen hevur
síðani summarsteðgin
verið fulltíðar fótbólts-
spælari í B93 í næst-
bestu donsku fótbólts-
deildini. Men tað verð-
ur hann ikki komandi
ár. Talan er um eina
søkkandi skútu, og í
donsku fjølmiðlunum í
gjár segði Henrik En-
gel, sum er ein av á-
byrgdarmonnum, at nú
verður eingin spælari í
fulltíðar
starvi
hjá
B93.
– Vit hava ferðast á
fyrsta klassa í nøkur ár,
og nú skulu vit rinda
rokningina,
sigur
ábyrgdarmaðurin.
Fíggarligu
trupul-
leikarnir skulu loysast
upp á tríggjar mátar.
Eingir spælarar skulu
vera í fulltíðarstarvi,
og allir skulu niður í
løn. Tey, sum eiga
pengar til góðar í B93,
mugu lata sær lynda
bara at fáa ein part, og
so fer felagið runt við
hattinum fyri at fáa
nýggjar pengar at seta í
felagið.
Í Hollandi skal Zwolle
spæla toppdyst, og í
Noregi skal Molde
tryggja sær UEFA
Cup pláss
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Um Føroyar skulu koma
hægri á altjóða styrkislist-
anum, so skulu føroyskir
landsliðsspælarar vera í
sving ein størri part av
árinum. Hetta var ein av
boðskapunum, sum Allan
Simonsen hevði, tá Sosi-
alurin gjørdi fyrstu sam-
røðuna við hann. Tað var
miðskeiðis í mai 1994.
Einastu føroysku spælar-
arnir, sum tá vóru uttan-
lands, vóru Todi Jónsson og
Jákup Mikkelsen, sum vóru
um at fáa fótin fastan í
ávikavíst Lyngby og Her-
følge.
Nú
er
heilt
øðrvísi
vorðið. Tað eru tríggjar
vikur síðani, at átjanda og
síðsta umfarið var á skránni
í heimligu landskappingini.
Men kortini fara seks
landsliðsspælarar at spæla
landskappingardystir
í
vikuskiftinum.
Í Hollandi verður topp-
dystur í næstbestu deildini,
tá FC Zwolle fær vitjan av
ADO Den Haag. Zwolle er
næstfremst við 20 stigum
fyri níggju dystir, og ADO
er á fjórða plássi. Teir hava
seytjan stig fyri átta dystir.
Súni Olsen var ikki á
liðnum hjá Zwolle síðsta
vikuskifti.
Í Onglandi skulu Julian
Johnsson og Hull spæla á
útivølli. Á pappírinum tyk-
ist talan vera um ikki so
ógvuliga torføra uppgávu.
Rushden og Diamonds eru
á tólvta plássi, meðan Hull
er nummar trý.
Í Noreg fáa Molde og
Jákup Mikkelsen vitjan av
Brann úr Bergen. Felagið
hjá íslendska venjaranum
Teituri Þordarsyni var væl
við í toppinum fyrra partin
av kappingini, men nú eru
teir á sætta plássinum. Sum
so mong onnur feløg í
Europa, so er Brann í stór-
um fíggjarligum trupulleik-
um. Teir hava 20 milliónir í
rakstrarhalli í ár. Tað kemst
eitt nú av, at teir bara hava
selt ein spælara í ár. Tað var
Magnus Kihlstedt, málverj-
in, sum fór til FCK fyri 3,5
milliónir krónur. Teir høvdu
roknað við at selja spælarar
fyri 24 milliónir í ár.
Um eydnast Molde at
vinna, so tryggja teir sær
longu undan síðsta umfar-
inum
atgongumerki
til
UEFA Cup komandi heyst.
Í næstbestu donsku deild-
ini fær Hvidovre við Óla
Johannesen á liðnum vitjan
av HFK Sønderjylland, sum
síðsta vikuskifti á heima-
vølli vann 3–2 á B93 við
Øssuri Hansen á liðnum.
B93 fær vitjan av odda-
liðnum
úr
Køge,
og
Randers Freja skal vitja í
Skive.
Todi
Jónsson
verður
neyvan á liðnum hjá FCK,
sum fær vitjan av Lyngby.
Johan B. Hansen tykist
framvegis ikki vera í nánd
av liðnum hjá OB, sum fær
vitjan av Silkeborg. Christ-
ian Høgni Jacobsen spældi
síðsta vikuskifti fyri fyrstu
ferð á besta liðnum hjá
Esbjerg. Nú eru fleiri spæl-
arar, sum hava verið skadd-
ir, tøkir aftur. Sambært
heimasíðuni hjá Esbjerg
verður Christian Høgni ikki
í hópinum, tá Esbjerg í
morgin fer til Viborg. Í
staðin fer hann at spæla á
næstbesta liðnum.
Zuma saknar Toda
Seks landsliðsspælarar í eldin
C
M
Y
K
28
Nr. 203 - 20. oktober 2001
29
Fjalsgarður
til sølu ella til leigu
Fjalsgarður, matr. 85 í Oyndarfirði, kann nýtast:
sum samkomuhús
sethús
vinnuvirki
goymsluhús
leguhús
skrivstova
skeiðdepil
Í ovaru hæddini er vælútgjørdur køkur,stova og 5
kømur.
Í niðaru stórur salur.
Áhugað kunnu venda sær til:
Niels O. Joensen, tlf. 219899 ella
Jákup Lindenskov, tlf. 283808
S/pf. Mál & Mentan
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
29