Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2009 11 H eimurin allur er ikki bara í búskap­arkrepp u. Heimurin er komin út í eina av ringastu bú­ skaparkrepp um nakrantíð. Tað, sum fyri hálvum øðrum ári síðani tók seg upp sum ein norð­ uramerikansk fíggjargøla - og sum lærdi allan heimin at siga ”Sub- prime” – hevur nú vaxið seg til eina av ringastu búskapar­krepp ­ um, sum heim­urin hevur sæð. Um allan heimin er húsa­gang­ur og vaxandi arbeiðsloysi. OECD, IMF og Heimsbankin kalla hetta ringastu krepp u í sexti ár, og spáa afturgongd og stórt arbeiðsloysi komandi árini. Kreppudynamikkurin Uttan at siga nakað um sjálva orsøkina til krepp una, kunnu vit kortini sláa fast um sjálvan dyna­ mikkin í krepp uni, at øll – lond, bankar, fyritøkur, húski – øll eru løgst á pengarnar tey eiga, og eru givin at seta seg í skuld fyri keyp. Tí øll hava mist álitið á, at tað verður nakað petti betur í morgin. Og ferðin á veg inn í krepp­una bara økist og økist, so hvørt sum sparingin tekur dik á seg. So hvørt sum íløgurnar minka, so hvørt sum keypið tórnar, so hvørt sum tað fjarðar á markn­aðinum av berari pengasparing – tess verri verður krepp an. Tí tess minni verður umbiðið og keypt, tess minni skal fram­ leiðast. Og tess minni fram­leiðsl­ an gerst, tess færri íløgur skulu gerast. Búskapur heimsins er soleiðis komin í ein súg móti botni, sum melur alt skjótari, so hvørt sum pengasparingin tekur dik á seg. Stóru londini gera tað fræg­asta tey kunnu, fyri at steðga penga­ sparingini, og fyri at fáa meiri ferð á keypið og íløgur­nar. Og saman við altjóða búskaparstovn­unum heita tey á øll lond heimi­sins um at steðga øvugtu gongdini. Tvørsøgnin Hóast hetta ikki er heilt tað, ið enski búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes meinti við, so kunnu vit loyva okkum at brúka frasu hansara ”Paradox of Thrift” um hesa hendingina. Tvørsøgnin um sparingina. Hvørjum einstøkum húski tykist skilagott at gevast at seta seg í skuld, nú krepp a er, og heldur gjalda skuld aftur. Tað loysir seg ikki at standa við stórari skuld, um man missir arbeiðið. Tað ræður um hjá tí einstaka at hava okkurt á kistubotninum, um illa vil til. Væl rikna fyritøkan fer held­ur ikki at byggja ella seta í verk stórar íløgur, tá einki boðar frá størri umsetningi komandi árini. Men hóast hetta eru skila­ góðar avgerðir hjá tí einstaka, so endar hetta umfarið av skila­ góðum avgerðum sum ein sam­ felagslig katastrofa. Tí so hvørt sum sparingin vindur upp á seg, minkar búskaparliga umfarið, og arbeiðsloysið bara vexur. Hetta kann kallast eitt para­dox – ein tvørsøgn – tí hóast avgerðin at spara er røtt hjá tann einstaka, so verður galin endi um vit øll gera tað sama. Almenna samgongan millum ættarlið Men tíbetur hava vit funnið út av at skipa tað almenna okkara millum – felagskassin, sum vit hava fingið frá farnum ættar­ liðum, og sum vit handa næsta ættarliði. Hesin kassin kann bera byrð­ar, sum vit ikki hvør einsæris orka at bera, og tí er hann saktans førur fyri at spræna nakrar miljardir í búskapin, nú ringasta krepp a í sexti ár herjar. Pengastyrkurin í samfelags­liga umfarið bjargar nógvum arbeiðs­ plássum, sum annars høvdu staðið tóm. Bjargar fyritøkum, sum ann­ ars høvdu farið av knóranum. Og fremst av øllum stuðlar penga­ styrk­urin so væl upp undir inn­ tøku og keypsorku hjá føroyskum borgarum, at teir setast aftur, og fara ikki av landinum – sum fleiri okkara annars høvdu gjørt. Skuldi hvørt einstakt ættarlið goldið fyri lagnuna, sum hon lagaði teimum lívið, so var ójavnt býtt millum ættarliðini. Og tí javnar tað almenna væl­ferðina okkara millum. Tey, sum vórðu meinast rakt í kreppu­ árunum, orkaðu ikki at gjalda við dyrnar, men lótu rokningina bíða nøkur ár. Nú er hon goldin av tí almenna felags­skapinum millum arbeiðandi ættarlið. Føroya leka illa . . . Tá tað almenna í krepp utíðum avgerð at brúka pengar til at bjarga tær og mær undan húsa­ gangi, koma ikki allar krónur­nar til høldar, tí nøkur leggja pengar­ nar undir koddan og onnur keypa útlendskar vørur fyri pengarnar. Meginparturin av pengunum ger kortini ætlaðu og avgerandi neyðugu nyttuna. Alt eftir hvussu almennu krepp utiltøkini verða skrúvað saman, hava tey meira ella minni stimbrandi árin á búskap­in. Men vit kunnu gera ein upp hugsaðan samanburð um brennivirðið í fíggjartiltøkunum í USA, Danmark og Føroyum. Av hvørjum dollara, sum ameri­ kanska stjórnin brúkar eyka fyri at steðga krepp usúgin­um, lekur so lítið úr búskapar­um­farinum til innflutning og spar­ing, at saman­ lagda árinið á BTÚ er 1,2 dollari. Úr Dan­mark lekur so mikið, at saman­lagda árinið av einari eyka almennari krónu er 80 oyru. Hvussu illa Føroyar leka í so máta, vita vit ikki, men vit leka illa! Helst so illa, at brennivirð­ið í einari føroyskari kreppu­ krónu ikki er meira enn 70 oyru. Tey sjeyti oyruni, sum virka eftir ætlan, halda handverk­ar­um, arkitektum, byggifrøð­ing­um, verkfrøðingum, arbeiðs­monnum og arbeiðskvinnum í starvi, halda flutningsfyritøkum rullandi, og stuðla upp undir so mangt annað virksemi í landinum. . . . báðar vegir Men tað lekur altso báðar vegir. Allar tær miljardirnar, sum brúktar verða í Evropa og USA halda altso eisini teirra nýtslu so frægt á floti, at vit slepp a av við fiskin, og at tey keypa hann fyri ein prís, sum tessvegna er hægri enn hann annars hevði verið. Ein lítil brotpartur av teimum pengum, sum tað almenna í Danmark, Týsklandi og Frak­landi brúkar í krepp utiltøkum, enda soleiðis sum gjaldoyra­inntøka í Føroyum. ES og tættastu samhandils­ londini (sum vit teljast millum), eru so tætt knýtt í handli, at tað, sum lekur úr einum teirra, seyrar inn í hini londini. Húskið, sum varðveitti ar­­beiði og inntøku vegna almenn krepp u­ tiltøk, hevur betri ráð at keypa føroyska fiskin, enn tað annars hevði havt. So man kann uttan at blunka siga, at evrop­eisku krepp u­ tiltøkini eru orsøk­in til at fiska­ prísurin ikki fer at falla so nógv, sum hann annars hevði gjørt. Slúrurin skulkar sær undan Vit selja og keypa allarmest úr ES londunum, so vit eru í sama báti. Hvør almenn króna aftrat, sum verður spenderað í Føroy­um, er tíverri ikki eins dygg og ein eyka almennur týskur markur. Men hin vegin kann man so siga, at tað eru ongar aðrar almennar krónur enn tær før­ oysku, sum fara at stuðla før­oyska heimamarknaðinum. Tað kann ein eyka almenn føroysk króna gera – og bara hon! Sjálvandi kann tað almenna í føroyum í ein ávísan mun liva sum snultari, og skriva føroysk­um hand­ verkarum út kapara­brøv til at ræna av teimum krónunum, sum norsku, donsku og svensku stjórn­irnar spendera fyri at halda byggi­vinn­ uni flótandi heima hjá teimum. Men tá hevur tú bara ikki viðurkent og staðfest tín leiklut í heiminum – hvussu lítil enn leikluturin er. Skulu Danmark og Ísland gera tað sama? Hvussu lítil skal virkningurin av almennu krónuni vera, fyri at slúrurin kann skulka sær undan at virka krepp u­ mótelvandi? Nú, keru vinir . . . . . . tað er nú at Keynes skal dragast úr neystinum. Stimula­ sjónstankin hjá Keynes varð smíð­ aður í hitanum av brennandi heims­ búskapinum, eftir at Wall Street smokkaði saman í 1929, og tað er akkurát tað, hann er bestur til. Keynes er ikki til at sigla innan­ skers við, tá tað skvatlar fram við borðunum í føroyskum hampa­ veðri. Hann draga vit sum knørr úr neysti, tá bláhvíta froð­an skolar inn yvir skúturnar í glaðustroki og tungum andróðri. Ætla politikarar nakrantíð at brúka keynskan fíggjarpolitikk, so er tað í ár og komandi ár at tit fáa kjansin. Ein kjans sum vónandi ikki kemur aftur í tykkara politisku yrkistíð. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli The Paradox of Thrift Tíðargreinin tíðargreinin Hermann Oskarsson ». . tað er nú, keru vinir, at Keynes skal dragast úr neystinum. Stimulasjónstankin hjá Keynes varð smíðaður í hitanum av brennandi heimsbúskapinum, eftir at Wall Street smokkaði saman í 1929, og tað er akkurát tað, hann er bestur til. Keynes er ikki til at sigla innanskers við, tá tað skvatlar fram við borðunum í føroyskum hampaveðri. Hann draga vit sum knørr úr neysti, tá bláhvíta froðan skolar inn yvir skúturnar í glaðustroki og tungum andróðri...«