Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 124 - 2. juli 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin 2. juli. Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í Winchester Swinthun, sum doyði ár 862. Tann 15. juli ár 971 varð hann skírdur halgimenni. Minningardagur hansara er í Onglandi 15. juli, men í Føroyum og Norra er hann tann 2. juli, sum var deyða­dagur hansara. Tað er tí helst úr Norra, at syftunsøku­dagur er komin higar. 2. juli er eisini ein gomul mariu­messa, vitjunardagur Mariu, til minnis um at Maria Moy vitjaði skyldkonu sína Elisabeth, móðir Doyp­arans. Niels Winther var føddur hendan dagin í 1822. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 6. juli fyllir omma og langommu okkara 85 ár. Í hesum sambandi vilja ommu- og langommubørn tíni nýta høvið at takka fyri alt tú er og hevur verið fyri okkum. Altíð hevur tú verið festlig og jalig. Vit vilja takka fyri nógvar góðar løtur; útferðir, fiskitúrar við báti og við tráðu, døgverða- og náttverðabitar og nógvar góðar og gevandi løtur í Frels­ unarherinum, og fyri okkara frístað á Grønlandsv. 19. Føðingardagur verður hildin í Frels­unarherinum, Tórsgøtu 19, sunnudagin 5. juli millum kl.12-18 Vit ynskja tær eitt gott føð­ing­ar­dagshald, og Harrans signing yvir framtíð tíni. Enn einaferð - takk fyri alt »Laksa­drotning« :o) og heimsins besta omma og langomma. Vit elska teg! Sofía Jacobsen 85 ár  Fríggjadagin 3. juli kl. 14 letur Hilmar J. Højgaard í Saltnesi upp málninga­fram­ sýn­ing í Smiðjuni í Lítluvík. Við á framsýningini eru um­leið 30 nýggir akryl máln­ingar. Framsýningin verður op­in til og við týsdagin 7. juli, allar dagar frá kl. 14 til 19. Málningafram sýning í Smiðjuni Hilmar J. Højgaard hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá 3. til 7. juli Andlát og jarðarferðir André Isholm André­ sen andaðist mána­kvøld­ ið 29. juni á Lands­ sjúkrahúsinum, 41 ára gamal. Niels Jacob Madsen, Sandur, andaðist á Áargarði 30. juni, 88 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Osvald Hansen, Tórs­ havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum miku­ dagin 24. juni, 87 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkra­hús­kap­ell­in­ um hósdagin kl. 18. Jarð­ar­ferðin verður úr Vest­­urkirkjuni fríggja­ dag­in kl. 13. Tey, ið vilja minnast Osvald, kunnu lata Nýra­felagn­ um eina gávu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Í dag, hósdagin 2. juli, fyllir Jórun Smith á Argjum 70 ár. Jórun er ættað úr Syðru­ gøtu, dóttir Honnu, f, Greg­ ­er­sen, úr Syðrugøtu, og Leon Joensen í Froðba. Hon er elst av fimm systkj­­um, hini eru: Líggjas og Oddvá, sum búgva í Havn, Jógvan Salomon, sum býr i Gøtu, og Helgi, sum býr í London. Sum ung fór Jórun til Dan­markar á húsarhalds­ skúla í Sorø. Seinni fór hon í læru sum læknaskrivari á Lands­sjúkr­ahúsinum, og hetta bleiv hennara lívs­ starv. Jórun giftist John Smith úr Vági. John arbeiddi á teknistovuni á Tórshavnar Skipasmiðju, áðrenn hann var settur sum stóri á Vest- manna Skipasmiðju, har hann t.d. stóð fyri bygg­ing­ ini av fleiri framkomnum fiskiskipum. John andaðist í 1999, 64 ára gamal. Jórun er ein virkin pen­si­ on­istur. Hon kemur nógv í Til­haldið í Tórsgøtu og ferð­ast ofta saman við øðrum pensionistum. Jórun og John fingu trý børn: Leon, sum býr í Havn, og tvíburarnar Willi­ am og Mariu, sum búgva ávikavist í Sørvági og í Havn. Ommu­børnini eru 9 í tali. Føðingardagurin verður hildin saman við inn­bodn­ um. -red Jórun Smith 70 ár