hósdagur 2. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 124 - 2. juli 2009
Tveir bretar, Patrick Winterton og Mick
Berwick, eru í løtuni á veg úr Skotlandi til
Føroyar í kajakk. Endamálið er at savna pening
til bjargingarfelag
Róður
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Bretarnir Patrick Winterton og Mick Berwick eru í løtuni
á veg úr Skotlandi til Føroya í kajakk. Teir løgdu frá landi
í Stornoway tann 27. Juni, og vænta at verða í Suðuroy í
morgin. Endamálið við ferðini er at savna pening til bretska
bjargingarfelagið RNLI.
Somu menninir gjørdu eisini eina roynd í fjør, men tá
máttu teir gevast, áðrenn teir náddu fram. Nøkur hava
roynt hetta bragdið, men enn hevur tað ikki eydnast
nøkrum at rógva allan vegin úr Skotlandi til Føroya í
kajakk.
Í dag boðaðu teir frá, at teir eru við at koma undir
Føroyar, og at teir vænta at koma inn á Suðuroy í morgin.
Spurninguri, ið teir royna at svara við hesum langa róðri,
er hvørt tað er gjørligt at taka tvær vanligar sjókajakkir og
rógva tær gjøgnum teir 410 kilometrarnar av ófyrigevandi
Atlantssjógvi til Føroya.
Sankta Brendan gjørdi tað í 6.øld í einum lítlum árabáti,
og Tim Severin endurtók tað bragdið í 1976. Karen og Dan
Trotter máttu í 1995 gevast, bert 80 kilometrar frá málinum,
og í fjør noyddust Patrick Winterton og Mick Berwick
eisini at gevast. Longdin á teininum, kuldin og møguleikin
fyri ógvusligum sjógvi eru orsøkin til at so fá hava roynt.
Men nú bendir alt á, at tað fer at eydnast teimum.
Bjargingarbáturin Royndin hjá Suðuroyar Norðara
Bjargingarfelag fer at taka ímóti tá teir nærkast landi.
Úr Skotlandi til Føroya í kajakk
Fitt didda sett fitt met
Í dag skrivar Vágaportalurin, at hann hevur fingið
sendandi hesa fittu myndina av hesi fittu diddini sum
hevur sett eitt so fitt met. Í gjár skuldu diddan og
foreldrini koma í summarfrí í Føroyum, men
floglíkindini vóru ikki av teimum bestu. So diddan
reikaðu runt við foreldrunum, meðan bíðað hevur
verið eftir líkindum, og innanfyri eitt samdøgur hevur
hon verið í Danmark, Íslandi, Noregi og so Føroyum.
Foreldur eru Myrna Simonsen og Regin Fjallsbak.
Lisitatiónúrslit
- fendarar á Krambatanga
Mánadagin hevur verið lisitatión á Landsverki. 7 tilboð eru komin
inn um at veita og heingja upp fendarar á Krambatanga í
Trongisvági. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um niðurtøku av 5
fendarum og veiting og uppheinging av 5 nýggjum fendarum.
Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagið 1. des. 2009. Innkomnu
tilboðini eru: SeaStar 676.500kr., J&K Petersen 757.763 kr., J&K
Petersen 846.241kr., Mest 906.920 kr., Tangavirkið 928.000 kr.,
H.J. Grevstur 947.234,05 kr. og Articon 947.500 kr.